hósdagur 12. juni 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 13. juni 2014
atta er tann beri døgurða
tónleikur, heila lortið«,
segði
tónleikakennarin
og legði avgjørdur afturat,
at »spælir Útvarpið ikki
Mozartpopp,
so
spæla
tey country. Bara country. Hetta er
fanin meg ikki sum í Danmark, har
tú hevði dekning allan sjónarringin,
hvat tónleik tú so vildi hoyra ta givnu
løtuna.«
Hann var nýliga komin heim úr
lestrarørindum. Ikki tí, pappírini, sum
vóru lítið at reypa av, gjørdu onga
nyttu og nú hevði hann lisið seg av
bygdini og suður til Havnar í eitt tíðar
avmarkað barsilsstarv.
Tað er leygardagur, og Rót & Rútma
hevur akkurát verið í Útvarpinum, tá
hann skeinkir mær kaffi í krússið og
fær sær eitt ball, Samson og grøna
bók. Hann er norðanifrá.
Við útsýni oman í Sandagerð havi eg hesa løtu sett
mær fyri at kanna skismaði millum tónleikasmakin á
bygd og í bý, og hví country er farið at merkja tað sama
sum vánaligur tónleikur og alt, sum ber brá av ringum
smaki. Íð hvussu er hjá Havnarfólki, sum lurta eftir
Útvarpinum.
Bandittar og djevlar
Sjangrublind og floytifull í fordómum liva vit hvør á
sínum avmálda bási, har alt snýr seg um at verja egnan
smak og halda hini burtur og helst niðri. Skotgrava
kríggið um tónlistarligan smak dyrka vit á Facebook,
tí har er fíggindin sjónligur. Hvør sínu megin kjakgirð
ingina kunnu vit geva hvør øðrum viðhaldstumlar, ið
er sama funka sum í miðøld, tá tey eisini bygdu múrar
og frá nýfunnum víðsýni stoyttu bik í høvdið á teim
fremmandu.
Hóast
endurburðartíð,
verðaldarbardagar
og
transistorpopp, hevur ókendi fíggindin altíð verið
ein hóttan, sum bretski sosiologurin Stanley Cohen
(1942-2013) valdi at skýra The Folk Devils. Hetta er
undirgravandi rákið, ið hóttir bestaborgaran, sum
ídnaðarsamfelagið við ósøgdum orðum hevur tikið
djúphavspatent uppá í kjølfesta smakinum, listaliga
rættvísinum
og
summinum
av
samfelagsligum
dygdum, ið ikki bara skapa, men tryggja og støðugt
varðveita føroyska stættasamfelagið. Alt samalt úr
erva har suðuri í Havn.
Kringvarpið, sum aldri kløkkar okkum, sigst
bara spæla country. Tað sigur sjálvbestaltaði besti
borgarin. Men er tað nú rætt? Spyrt tú meg, so skal
eg eta mín ókeypta hatt uppá, at burtursæð frá Rót &
Rútmu henda morgun í ein tíma, so er eingin country
tónleikur í Útvarpinum. Og so slettis ikki í Sjónvarp
inum. Kanska eru Rás2 og Lindin frægari, men har
lurti eg ikki. Samanumtikið vil eg siga, at saman við
bestaborgaranum er Kringvarpið stóri banditturin í
útbreiðsluni av, ikki country, men líkasælum tónleiki.
Onkur skal hava skuldina fyri vánaliga smakkin. Tí
eru fólk farin at halda, at alt vánaligt tónleikarensl er
country og øvugt. Ja, ein av landsins synum, sum livir
av tónleiki, hevur gjørt ein kvøðuljómatátt um hetta
sama. Tví vorðið honum. Eftir standi eg spyrjandi: Nær
er country blivin prügelknabe?
Óloyst barnaminni
Kom at hugsa um grindahvalin,
sum útlendingar eru farnir at seta
ovast í skapanarverkið og fremst í
menningarlæruna, og tí kunnu sleppa
væl frá at siga, at í heiminum er
einki størri brotsverk enn føroyska
grindadrápið. Um tú ikki trýrt tí, far
so og hygg oman í Sandagerð.
Hvussu er tað komið so vítt, at
henda argumentasjón er sloppin at
hanga saman og hevur megnað at
savnað vitborið fólk til eitt árligt
summarmótmæli í Norðuratlants
havi? Er tað kanska tí at studentarnir
í summarferiu eru stórbýarbúgvar, ið
hava ein óloystan frumlongsul eftir
nøkrum, tey aldri hava tikið til sín, tí
tey hvørki hava sæð blóð ella slakt,
tíansheldur eitt lík, og aldri hava verið
í eini uttandura sláturhøll, sum henni
í Sandagerði? Eru tey heimleys býarfólk, ið leingjast
eftir óspiltum barnaminnum, sum Grindamannafelagið
sigur, at tey bara finna í Føroyum, tí ongastaðni er sum
her eitt samband at finna millum tilfeingi, svongd og
talerk?
Kjølstrektur longsil
Eins og fremmandgjørdu býarbúgvarnir leingjast vit
eftir sambandinum við náttúru og uppruna, tá ið vit
lurta eftir tónleiki. At verða nomin. Tað kalli eg at fara
í kirkju. At verða nomin av tónleiki, tónleikanomin.
Tónleik síggi eg fyri mær sum eitt landslag, hagar eg
hvønn dag leiti við staðkendum vegvísarum, sum vísa
aftur til upplivingar, sum í gjár vóru óvæntaðar og nú
kærkomnar. Og um hornið lúra nýggjar upplivingar,
serliga tær undir opnum himni á amerikanskum
koyrivegum, men eisini frá Fela Kuti á afrikansku
steppunum, í Kirkju Heilgaða Andans í Kreml, ella við
svalliga hylin í Karibia. Men so er brætt sum hjá Mahler,
og so er aftur slætt sum hjá Zucchero.
Stóru víddirnar, kúrekin og setandi sólin eru
afturvendandi partar í einum røttum amerikonskum
Heimlands-
tónar av
botninum
H
Birgir Kruse
– og garantar fyri smakloysi í æviga
dystinum um hin góða smakin