hósdagur 12. juni 2014síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 13. juni 2014
countrysangi. Her hjá okkum er tað havið, ið skapar
víddirnar. Setningar sum »Eg aftur pløga skal Atlants
hav« og »Lítlum báti rekist eg á« kundu verið tiknir úr
einum countrysangi hjá Guy Clark, til dømis í »Boats
to Build«, og Hank Williams, til dømis í »Lost on the
River«.
Neyvan hevur nakað slag av tónleiki sum country
megnað at fest lívsins eksistentiellu spurningar á
plátu, sum ein snøgt skorin stuttsøga, søgd eftir fáum
minuttum. Ja, eg vil vága mær at siga, at eingin tón
leikasjangra í allari plátu- og bandupptakarasøguni
hevur so stóra respekt fyri tekstinum, sum ein rættur
countrysangur, onkuntíð best umboðaður við David
Olney.
Men sjangrublindnið í Havn forðar fyri hesi fatan,
tí har hava øll lisið í Danmark, har tey bara spæla jazz
á café, syngja Frændur í felag á Oyrarsundi, og hvørki
kenna ella skilja Hank Williams og hansara eftir
komarar.
Vaggandi millum túrarnar
»Kanska byrjaði hetta skisma millum bygd og bý tá sjó
menn úr langfarabygdum eisini førdu nýggjar grammo
fonplátur heim við sær, og sum frá leið løgdu lunnar
undir ein tulkingarfrelagsskap, eina stakmentan, burt
frá Havnini. Ein subkultur,« sigur tónleikakennarin og
fær meg at nikka játtandi meðan hann opnar gluggan
og slær øskuna útum.
Ólærdir langfaramenn og vegarbeiðarar á bygd,
har einki annað var til uppihalds, funnu seg aftur í
hesum hvíta amerikanska arbeiðaratónleiki úr Ný
fundlandi, ið lýsti ein konstantan longsul. Fyrst
longsulin eftir teim kæru, tá tú ert á fiskifeltinum, og
síðan longsulin eftir starvsfeløgunum og teim villu
víddunum, meðan tú enn vart heima. Tvær árshálvur
fyltar við longsli.
Gloppið millum ytsu punkt á hesi longsilsás varð
mettað við country. Sum í klassiska sanginum hjá
Merle Haggard »Lonesome Fugitive« og so kvøld
vísuni »Tonight the Bottle let me Down«. Tí tey, sum
eru uppvaksin á bygd, vita, at heimalívið hjá langfara
monnum, íð hvussu er teim á dekkinum, varð fylt við
brennivíni og taxabilum í eini vónleysari bíðistøðu
millum túrarnar, vaggandi millum bryggjuna og dansi
stovuna fjart frá jazzakademisku Havnini.
Hvør skrivar søgu?
»Men hetta er tað reina kitsj, It’s fucking Crying Time
og There’s a Tear in My Bear uppí saman« sigur kenn
arin og blakar eina sentimentala plátu fyri og aðra eftir
frá sær. Hóast eg havi verið innast í mínum plátusavni,
kann eg ikki annað enn geva honum rætt. »Coutry
tónleikur er kanska einasta sjangran, har loyvt er at
vera sentimentalur. Men tað er undir sentimentalu
yvirflatuni at gullið finst,« royni eg meg varisliga og fái
næstan hug at festa mær í. Men tað verður við tankan.
Eg royni at tvíhalda um pástandin, at hetta er ein
partur av føroyskari arbeiðarasøgu, sum úti um landið
hevur skapt eitt serligt úttrykk og eina serliga mentan
í eina hálva øld, sum tá hon er best, eru perlur á altjóða
støði. Sum til dømis “Lívið” hjá Teimum av Kamarinum.
»Jamen, er tað country og eru tey av bygd?« spyr
hann ertandi. “Tey eru eitt samtíðar dansiorkestur úr
Havn og slettis ikki country!” Eg má sanna, at myndin
er meira samansett enn støðuga skismaðið millum
bygd og bý.
Vit sláa upp í kvæðasøvnum, sagnum, víkingabókum
og tendra eina Wagneropera, og staðfesta skjótt, at
mesti parturin er einki uttan kitsj og rein staffasja, og
at sentimentalitetur er frásagnarligi kjarnin í flestum
tekstum. Men av teirri orsøk hevur eingin havt dirvið
ella orsøk at vísa henda skaldskap og mentanararv frá
sær, eins og gjørt verður við country.
Fakelore
»Frásøgustílurin kann vera eitt tilvitað val, sum gevur
autentisitet og sakligheit, uttan tó at vera tann reini
sannleiki,« sigur kennarin og blaðar upp í Handbook
of American Folklore og finnur orðið fakelore, ið er um
at enduruppfinna søguna við nýggjum mytologiskum
sagnum og fólkum, sum um tey veruliga vóru til og
stuðlaðu niðursetufólkum í nýggja heiminum.
Vit semjast skjótt um, at tónleikurin, sum niður
setufólkini høvdu við sær, bar boð um autentisitet
úr upprunalandinum, slått úr Noregi til dømis, sum
tó skjótt kom í bland við fremmandar tónleikahevdir,
hóst ferðin til nýggja heimin í størri mun var at slíta
seg leysan úr vónleysum fátækadømi og stættarmuni
í Evropa.
Hetland og
Nýfundland á botni
Í somu lágu samfelagsligu løgum eru um hetta mundið
føroyskir sjómenn umborð á hetlendskum sluppum, har
teir taka fremmandan tónleik til sín. Um 1960 og fram
er aftur ein líknandi samanrenning millum føroyskar
sjómenn og fremmandan tónleik, country, sum hann
varð spældur í útvarpi í Nýfundlandi og har um leiðir
við Hank Snow, Kitty Wells og Jim Reeves.
»Í báðum hesum søguligu førum eru vit í niðastu
løgum í føroyska stættarsamfelagnum,” sigur kennarin
og leggur speiskur afturat, at hóast lítil vandi man vera
fyri kollvelting haðan, er júst hetta mentanarvirksemi
úr niðastu fláunum aldri væl í øgn við ovastu mentanar
elituna.
»Orsøkin er, at fremmand og fólkslig árin, sum
blóma í niðastu samfelagsløgum, aldri lata seg stýra
ella binda, tí tey eru leys av øllum kendum skipanum
og stovnum.«
Javel, hugsi eg og haldi meg hava fingið eygað á eina
plausibla orsøk til at mentanarelitan onkuntíð kann
síggjast leggja hatur á subversiv rák, ið ikki eru at stýra.
Countrytónleikur, hvussu hann so verður defineraður
á bygd og í bý, passar ikki inn í skreytmyndina av
rættari føroyskari mentan. Tað hevur mentanarelitan
bestemmað á Facebook.
Og beint sum eg á øllum pallum vil berjast sum
harðast fyri ektaðum countrytónleiki í Føroyum,
so trúnar fíggjarmálaráðharrin fram á skíggjan við
einum vónleysum sangi um besta vinin við so nógvum
skeivum tónum, at eg gevi upp. Country? Nei, aldri í
verðini!
Í dystinum við kennaran um hin góða smakin havi
eg funnið garantin fyri smakloysi. Og hann er ikki úr
niðastu samfelagsløgum, men situr beint á kistulok
inum.
»Touché!« sigur kennarin. »You’re My Best Friend!«
orkestrið í Fuglafirði í 1936 Aftast frá vinstru: Jacob Lundsbjerg, Martin Jacobsen og Esman Jacobsen
Fremst frá vinstru: Joen Jacob Joensen, Jákup Øre, Eleseus Johannesen, Hans Øre, Olaf Øre og Villy Feilberg