hósdagur 12. juni 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 13. juni 2014
10
mentanarsíðan
Barna
Beinta Johannessen
Elin á Rógvi er ein dama við nógvum
talentum. Í løtuni starvast hon í Kring
varpi Føroya, har hon fyri tað mesta
ger sendingar til Barnaútvarpið. Eisini
hevur hon fingist nógv við sjónleik –
serliga til børn og ung – og hevur roynt
seg bæði sum leikari, leikstjóri og
leikritahøvundur, seinast við leikunum
Sangur í mjørka.
Men er Elin ein barnahøvundur
burturav?
– Mær dámar best at skriva til børn
og ung, men tað goymir seg kortini
okkurt í telduni til vaksin. Men 90
prosent av tí, eg skrivi, er til børn ella
ung. Tó vil eg siga, at eg leggi meg ofta
eftir, at okkurt er til tey vaksnu eisini,
sjálvt í eini barnabók sum Og mamma.
Men tað er ikki nakað, sum skal órógva
børnini, bara eitt eyka lag, sum tú skalt
vera eitt sindur eldri fyri at skilja.
Hugskotið at skriva um hanan
Morgunfríða fekk Elin dagin, hon var
barnagenta.
– Mær dámar væl at skriva um djór,
men akkurát hesin hanin bankaði upp
á hurðina, tá eg var barnagenta hjá
tveimum kúllum, sum ætlaðu sær at
klandrast, men tað kanst tú ikki, tá ein
hani banker uppá. Tann hanin, sum
bankaði uppá tann dagin, líkist kanska
ikki so nógv honum í bókini, men tað
var tí, at eg kendi hann ikki so væl tá.
Síðani hevur hann vitjað meg fleiri
ferðir og fór ikki heim aftur fyrr enn
søgan var send til Bókadeildina. So
helt eg at tað var friður! Men nei! Nú
bankar hann aftur.
Gott við skemti
At søgurnar skulu vera stuttligar er
ikki nøkur treyt fyri Elina, men sum
hon sjálv sigur, so er onki betri enn, tá
ið eitt barn flennir. Tey flenna bara, tá
tey halda okkurt vera stuttligt, og lívið
er ofta strævið, eisini hjá børnum, so
tað er eisini týdningarmikið at hava
tað stuttligt. So minst til: tann løtan,
sum er góð, er góð!
– Men alt tað eg skrivi, er ikki stutt
ligt. Tað týdningarmesta hjá mær er
at taka børnini seriøst. At tey, teirra
lív og trupulleikar, eru verulig og
týdningarmikil. Men Og mamma er
heldur stuttlig, haldi eg, men soleiðis
kom hon bara til mín.
Skuldi verið
ein teknifilmur
Elin ynskti at fáa ungu og evnaríku
Marjuna Reginsdóttur at myndprýða
bókina hjá sær, tí henni dámar so sera
væl Marjuna Reginsdóttur og hennar
stuttligu striku.
– Hon hevur tann eginleikan sum
teknari, at hvør tekning hjá henni er
ein søga í sær sjálvum. Tú sært, at
figurarnir hava eitt forhold til hvønn
annan, at tey hugsa eitthvørt. Tí
ynskti eg mær, at Marjun teknaði til Og
mamma.
Helst hevði Elin viljað, at Marjun
teknaði teknifilmin »Og mamma«, tí í
hennara høvdi er søgan sum ein tekni
filmur.
– Eg haldi, at bókin skuldi verið
størri og havt nógv fleiri tekningar,
men tað er ikki eg, sum avgerði so
vorðið. Men søgan skal eisini kunna
sigast uttan tekningar, og eg havi
testað tað upp á nøkur børn, og eg
haldi, søgan heldur eisini uttan
myndir.
Lesur ikki barnabøkur,
tá ið hon skrivar
Elin elskar at lesa. Mest lesur hon
barna- og ungdómsbøkur, men ikki
tá ið hon skrivar. Tá er lesur hon
»vaksnamannabøkur«, ofta nýggjar
norðurlendskar bøkur. Spurd um
at velja sína yndisbók, svarar hon
avgjørd:
– Tað kann man ikki velja! Eg meini
tað!
Elin á Rógvi
Og mamma
40 bls./innbundin
Prísur: 135 kr.
Mamma og pápi Rana eru skild, og
tí má Rani flyta út á bygd at búgva
saman við mammu síni og systrini.
Men nýggja byrjanin er alt annað
enn løtt. Rana leingist eftir pápanum,
og í skúlanum verður hann happaður
og hildin uttanfyri, tí hann roynir at
verja tey veiku í flokkinum. Ikki fyrr
enn Rani sigur mammuni frá trupul
leikum sínum, kemur vend í, og saman
við flokslæraranum fáa tey broytt
støðuna til tað betra. Men longsulin hjá
Rana eftir heimbýnum og pápanum er
ikki lættur at taka burtur.
Gjørdi sína fyrstu
yrking sum 12
ára gomul
Áhugin hjá Ingun at skriva hevur
altíð verið har og tað sæst aftur í
bæði útbúgving hennara og í dagliga
arbeiðinum, sum fevnir um nógv
skrivligt arbeiði, hóast tað er meira
innan tað fakliga. Ingun er útbúgvin
korrespondentur og hesi mongu
seinastu árini hevur hon arbeitt sum
korrespondentur, skrivari og týðari
burturav.
– Sum barn og ung dámdi mær sera
væl at lesa og skriva. Eg gjørdi mína
fyrstu yrking sum tólv ára gomul og
setti lag til. Men tað er ikki fyrr enn
hesi seinastu árini, at eg av álvara eri
farin í gongd við at skriva. Mær dámar
ótrúliga væl at sameina hugflog og
orðaspæl í kreativari skriving.
Endamálið er at for
telja eina góða søgu
Ingun dámar væl at skriva bæði ævin
týr og eisini meira samtíðarkendar
søgur sum eitt nú søguna um Rana.
Fyri hana er tað ikki nakar ávísur mál
bólkur, sum er meira áhugaverdur at
skriva til enn annar.
– Tað, sum er týdningarmikið er,
at mann hevur eina søgu at fortelja.
Higartil havi eg bert givið barnasøgur
út, men kanska kemur okkurt seinni til
tey størru.
Søgan um Rana byrjaði fyrst sum
eitt hugskot, sprottin úr ymsum, sum
Ingun hevur upplivað, hoyrt og sæð.
– Eg bygdi síðani víðari upp á hug
skotið, og tað kom ein søga burturúr.
Tá ið eg fari undir at skriva, hugsi eg
ikki um, at nú skal søgan hava ein
ávísan boðskap ella endamál – tað er
at avmarka seg sjálvan. Fyri meg er
endamálið altíð at royna at fortelja
eina góða søgu - ein, sum kann siga
lesaranum nakað og geva eitt gott
lesiupplivilsi. Tað er tann góða søgan,
sum telur.
Víðkar um sjónarringin
Ingun heldur at tað hevur stóran
týdning at lesa upprunaføroyskar
samtíðarsøgur á tann hátt, at vit sum
børn, ung ella vaksin kenna okkum
aftur í tí, sum verður skrivað.
– Tað hevur eisini nakað við
okkara mentan og samleika at gera.
Vit kunnu ikki heilt á sama hátt
identifisera okkum í bókum úr øðrum
londum, har mentanin og onnur
viðurskifti ofta eru øðrvísi enn her hjá
okkum. Men tá tað er sagt, haldi eg
eisini, at tað er týdningarmikið at lesa
útlendskar bøkur, tað víðkar sjónar
ringin.
Ingun vil ikki avdúka, hvat hon
arbeiðir við í løtuni, men sigur, at tað
sleppa vit at síggja, um tað verður
givið út. So er bara at bíða í spenningi.
Ingun Christensen
Rani – ein nýggj byrjan
80 bls. /heft
Prísur: 130 kr.
Tvær feskar føroyskar barnabøkur
Og mamma!
Rani – ein nýggj byrjan
Tað er ikki á hvørjum degi, at upprunaføroyskar barna- og ungdómsbøkur koma út.
Í fjør komu fýra barnabøkur út, men ongin ungdómsbók. Higartil í ár eru tríggjar
barnabøkur og ein ungdómsbók komnar út, og fleiri eru á veg, harímillum eitt
føroyskt ævintýrasavn, so nógv er at gleða seg til. Í løtuni kunnu vit frøast um tvær
spildurnýggjar barnabøkur, sum Elin á Rógvi og Ingun Christensen hava skrivað
Stuttligu, tekni
søgulíknandi
myndirnar hjá
ungu og evnaríku Marjuni Reginsdóttur
stuðla væl upp undir søguna um hanan
Morgunfríða
Tekningar:
Marjun Reginsdóttir
Elin á Rógvi hevur skrivað bókina um hanan Morgunfríða.
Men Morgunfríði er ikki nakar vanligur hani...
Í nýggju barnabók síni um 11 ára gamla drongin Rana lýsir
Ingun Christensen eina støðu, sum alt fleiri børn uppliva
Perma:
Herdis Jakobsen