Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-12, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 4 • 13. juni 2014 t listin er markleys, kann sannast framman fyri einum hugtakandi steinprenti, sum hevur fingið tólv føroyskar kvinnur at fara úr hvørjum trevil. Bjørn Nørgaard hevur gjørt steinprentið – hann er ikki hvør sum helst, og tað eru tær heldur ikki, hesar kreativu damurnar, sum á einum skeiði úti á háskúlanum fingu eina heldur óvæntaða avbjóðing og tóku í móti henni við bæði dirvi og yvirskoti. Lista­ maðurin, Bjørn Nørgaard, sum hevur arbeitt í Stein­ prenti nakrar dagar, var ómetaliga fegin um, at hetta ynskið hansara um føroyskar kvinnumyndir heldur óvæntað bar til. Nú er hann farin niður aftur at skipa fyri uppsetingini av eini standmynd í Keypmannahavn, men áðrenn hitti eg hann til eitt viðtal. Samfelagsáhugaður listamaður Yvirhøvur er Bjørn Nørgaard ein so mikið aktivur partur av danska listaumhvørvinum, sum hevur verið tað í so mong ár, at tað er ein avbjóðing í sær sjálvum at taka saman um, men hansara bakgrund hevur týdning. Tað merkist væl, tá mann tosar við mannin, at hansara barna­heim var sosialistiskt, eitt arbeiðaraheim við stórari virðing fyri tónleiki, myndlist og bókmentum og við teirri greiðu fatan, at samfelagsáhugi er ein sjálv­sagdur lutur og okkara felags ábyrgd. Júst hetta við sam­felags­áhuganum hevur merkt alt, sum Bjørn Nørgaard hevur gjørt heilt frá, tá hann sum ungur byrjaði í Eksperi­menterandi Listaskúlanum og fram til spildur­nýggju myndirnar, sum hann hevur gjørt í Stein­prent. Bjørn Nørgaard er alment serliga kendur fyri hestaslakt­aktiónina frá 1970, ið vakti mikla øsing, tá hesturin Røde Fane (vanliga nevnd Tulle) varð avlívaður og skorin sundur í petti, sum vórðu koyrd í súltutoysgløs eins og partur av eini lista­happening. Men longu áðrenn hetta hevði Bjørn Nørgaard impo­ nerað sjálvan Joseph Beuys við einari skulptu­rellari demon­stratión. Saman við konu síni, Lene Adler Petersen hevur Bjørn Nørgaard gjørt eina rúgvu av listar­ligum aktiónum, harav fleiri vóru hildnar at vera sera provo­kerandi, t.d. djarva verkið Nakin kvinnu­ ligur Kristus frá 1969, tá Lene Adler Petersen gekk nakin gjøgnum danska virðisbrævabørsin við krossi í hondinum. Aktiónin hevði tilsipingar til bíbilsku lýsing­ ina av, tá Jesus ruddar templið, men hon var eisini kyns­politisk og samfelagskritisk. Bjørn Nørgaard er eitt sera politiskt menn­iskja, men hann er ikki dogmatiskur. Hann var brenn­andi ES-mótstøðumaður í sjeytiárunum m.a. tí hann saman við øðrum hevði ein dreym um ein norður­lendskan felagsskap, har norðurlond høvdu eina sterkari felags rødd í ES. Í dag mælir hann øllum at atkvøða í ES-valinum og leggur dent á, at tað ikki ber til at droyma seg til eina betri verð heima við hús, tað má at­kvøðast, um nakar møguleiki skal vera fyri at gera dreymin til veru­leika. Dissidentur, kongaligur hovútvegari og listarligur úrmælingur Í greinum um Bjørn Nørgaard verður dentur ofta lagdur á, at hann fer frá at vera dissidentur og provo­ lista­maður til at vera eitt slag av kongaligum hov­ útvegara. Í hesum sambandi verður t.d. sipað til glas­ sarkofakið, ta skreytbúnu líkkistuna við stúttum úr ávika­vist donskum granitti, føroyskum basalti og grøn­lendskum marmori, sum Bjørn Nørgaard hevur teknað til Margretu drottning og Heindrik prins. Men eis­ini verður í stóran mun hugsað um myndatjøldini, tær 17 modernaðu gobelinirnar, ið vórðu bílagdar í sam­bandi við fimti ára føðingardagin hjá Margretu drottning sum gáva frá donsku vinnuni og eini røð av grunnum. Stóru myndirnar, ið eru vovnar í Fraklandi, lýsa danska søgu í túsund ár. Samlaða avrikið hjá Bjørn Nørgaard er ómetaliga fjølbroytt, hann stendur fyri flottu flisaleggingini á Amagertorv, hann hevur gjørt eina rúgvu av standmyndum, og hann hevur eisini gjørt eitt framúrskarandi uppskot til eina stand­ mynd til Havnina. Tað hevði verið frálíkt um hetta handverksliga, tilfarsliga, hugskotsliga og symbolskt ríka Føroy­monumentið varð sett í verk. Standmyndin er næstan fimm metrar høg, hon er bygd upp av einum keylu­stubba, ið dagar móti himni eins og eitt stiliserað fjall á skák, ið er myndað av 18 skivum av granitti í trimum ymsum litum. Á fjúrtanda lagnum á keylu­ stubb­anum verður settur ein slætti úr rustfríum stáli eins og ein skíggjaflóki kring ein fjallatind, har tveir figurar eru settur á hvør sína síðu, ein maður við veðra­høvdi situr hugsunarsamur hond upp undir kinn, meðan ein kvinna við tjaldurshøvdi sær út til at ætla sær á flog ella at tveita seg út í óvissuna í tóman heim. Undir stál­slættanum eru sett 18 bronsuskap, ið kunnu ímynda okkara oyggjar. Lívið á einum føroyskum fjalli er eitt slag av allegori við tilsipingum til okkara okkara søgu, til tjóðskaparspurningin og til mentanina. Ein verkstaður við ond Bjørn Nørgaard er turrisliga skemtiligur maður, hann er hugnaligur og fjálgur, men eisini sera avgjørdur og seriøsur – har má einki forða listarliga arbeiðinum, tá prentarin loyvir sær eina lítla løtu at práta við nøkur norsk vitjandi, verður hann konsekvent kallaður ferðafólkaleiðari restina av degnum. Eingin ivi er um, at Bjørn Nørgaard trívist í Steinprenti. Í einum bóklingi, sum Norður­bryggjan gav út, lýsir hann ondina, sálina ella sálar­kveikingina av tí, sum verður framleitt í verk­ stað­num: »Mann byrjar sum fremmandafólk og verður spakuliga sloppin innum í fínt vovnu nótina av sam­ starvs­møguleikum, hugskotum, tankum, samrøðum osfr... Verkstaðurin gerst ein fylkingarstaður, har menn­iskju møtast...«. Ivast í um hann grynnir Tá vit sessast í køkinum í Steinprenti at práta, spyrji eg hvat tað er, sum Bjørn Nørgaard er í gongd við inni á verkstaðnum. BN: Jan (Andersson) bað meg fyri langari tíð síðani um at koma upp at prenta. Eg eri sjálvur prentari og havi tessvegna serstakliga stóran áhuga fyri tøkninum. Eg havi útsett hetta nakrar ferðir, tí eg havi verið upptikin av ymiskum øðrum arbeiði. Í veruleikanum kundi eg hugsað mær at fingið fjúrtan dagar á verkstaðnum, men tað bar so ikki til hesa ferð. Eg møtti Jan herfyri í Norðurbryggjuni, har tey hava eina framsýning við myndum og orðum og har onkur av listafólkunum hava brúkt fotokopi, eg havi roynt tað eina ferð, men eri ongan­tíð ordiliga farin ordiliga inn í tann arbeiðsháttin og tað hevði eg hug til at royna, so tað gera vit nú. Um tað eydnast, veit eg ikki heilt enn, tí vit hava enn ikki sæð úrslitið. Eg havi tað í løtuni, sum um eg ikki heilt grynni, so tá tú spyrt meg hvat tað er, sum eg geri, so eri eg ikki vísur, men eg havi ein varhuga. KP: Tú hevur gjørt tvey stór og níggju smá prent í Steinprenti. Hvat snúgva hesi verk seg um? BN: Tey stóru prentini snúgva seg um tað lokala og tað globala, myndaheitini eru ávikavist "Færøsk topografi" og "Global topografi". Í Europa hava vit sera ilt við at fyrihalda okkum til, at heimurin er broyttur og at broytingarnar hava gingið ómetaliga skjótt fyri seg aftan á, at múrurin fall í 1989. Heimurin broyttist frá at vera skilmarkaður av tveimum risaveldum til at vera meira opin ( - sjálvt um USA sjálvandi enn er eitt týdningarmikið risaveldi). Alt hetta hendi um somu tíð, sum vit ikki longur hava hjálondini, tey tíma ikki longur at fóðra Europa við bíligum ráevnum, hvat er ógvuliga forstáiligt. Men øll okkara sjálvsfatan og retorikkur gongur enn út uppá, at Europa er heimsins miðdepil. Tá vit nú hava val í Danmark og í ES er tað ein stórur trupulleiki, at londini hugsa sum um, at tjóðarstaturin, sum jú er úrslitið av eini drúgvari menning, men sum varð knæsettur við Napoleonskríggjunum og sum mentist til suveren fólkaræði, til allar tíðir fær havt sín egna fíggjarpolitikk og sín egna økonomi. Tað ber ikki til, tað er tað reina møsn. Tað er umráðandi fyri okkum sum samfelagsborgarar, at vit læra at liva við einum regionalum, lokalum samleika, samstundis sum vit hava okkara europeiska samleika, umframt list í mark­ leysum heimi Markleys A Kinna Poulsen Bjørn Nørgaard Steinprenti