Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-12, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 4 • 13. juni 2014 ein globalan samleika. Hetta er eisini galdandi fyri føroyingar. Tit eru ein sjálvstøðug mentan og partur av einum kongaríki, sum aftur er partur av Europa og sum aftur er ein partur av heiminum. Vit mugu liva við øllum samleikum. Og handan tjóðskaparromantiska ímyndin hjá europeisku londunum um at vera eitt frítt fólk í eini frælsari tjóð, tað er og verður ein illusión, sum kann vísa seg at vera vandamikil. KP: Hvussu tá kann hon vera vandamikil? BN: Tað hava vit jú sæð áður í Europa hvussu nationalisma hevur útviklað seg til kríggj og alt møgu­ ligt. Tá mann ikki sær veruleikan sum hann er, byggir hetta eina øgiliga frustratión í fólkum, tí sjálvsmyndin, sum tey hava, einki hevur við veruleikan at gera. Og so hava vit ilt við at ásanna, at vit fara skeiv, men vilja heldur hava, at tað er heimurin, sum fer skeivur. Tá er vandi fyri, at vit reagera irrationelt. Tað er hetta, sum eg á poetiskan hátt fáist við. Listin og fólkaræðið Listin hjá Bjørn Nørgaard snýr seg ofta um fólka­ræðis­ ligar mekanismur, sum hann heldur vera í vanda í vesturheiminum av tí, at tær stóru avgerðirnar verða tiknar oman fyri fólkaræðið. Hann ógvast av teimum fríu marknaðarkreftunum, av stórum fyritøkum, sum gera tað, sum passar teimum.: »Tað er ikki longur fólkið og fólkaræðið, sum gera av hvørjar vørur skulu seljast, hvørjar umhvørvisreglur skulu vera galdandi ella nær og á hvønn hátt undirgrundin skal gagnnýtast, tað eru fíggjarmarknaðir, sum áseta hetta. Tað er ein stórur trupulleiki og politikararnir mugu hava dirvið at taka maktina aftur. Ríkidømið er hjá pengafólkunum og ójavnin vaksur eksplosivt í heiminum. Tað, sum kemur burtur úr einari kreppu er, at tey sterku verða sterkari, tvs. at ójavnin vaksur av kreppuni. Meðan fíggjarfólkini sita og veita hvørjum øðrum absurdar upphæddir í sam­sýningum og lønum, skal ein fiskimaður t.d. stríð­ ast fyri at fáa ein nøkulunda skilagóðan prís fyri sín fisk. Hatta er púra skeivt. Vit hava í Europa fingið sama trupulleika sum USA, at miðalstættin alsamt viknar og tað er ein álvarsligur trupulleiki. Miðalstættin er álítandi, miðalstættin brúkar pengar og hevur ambitiónir vegna børnini og tá miðalstættin gerst veikari, gongur tað út yvir samfelagið. KP: Er støðan so nógv verri nú enn fyrr? BN: Á summum økjum er hon. Vit hava til dømis fingið »working poor«, arbeiðandi fátæk menniskju í Europa, tað eru fólk, sum arbeiða fulla tíð, men við so vánaligari løn, at tey ikki kunnu liva av tí, sum tey forvinna. Hetta er alt úrslitið av einari óstýriligari nýliberalismu, sum m.a. hevur avmergjað fakfeløgini við ymiskum lógum. Tað er neyðugt at regulera arbeiðsmarknaðin, vit kunnu ikki finna okkum í, at fólk arbeiða fyri hungurs­ løn, eingin fær nakað gott burtur úr tí. Eingin ivi er um heldur, at vit mugu skrúva eitt sindur niður fyri okk­ ara livifóti og hetta er eisini ein trupulleiki í mun til fólka­ræði. Tí í einum fólkaræði er tað lætt at semjast, tá vit skulu hava meira, men demokratiskt at avgera, at vit skulu hava minni, tað er ikki lætt. Kanska er fólka­ ræðið við at náa markið fyri hvat fólkaræðið dugir til og hetta kjakið mugu vit tora at taka. Hvussu fáa vit fólk til at atkvøða fyri, at vit skulu hava minni í løn, longri arbeiðstíðir og blíva pensionerað seinni? Vit eru øll fullgreið yvir trupulleikarnar viðvíkandi okkara ovurhonds stóru tilfeingisnýtslu, vit vita av, at vit t.d. skapa óynsktar broytingar í vistfrøðiligum balansum, sum vit ikki kunnu halda fram við, men vit reagera ikki í mun til hesa vitanina. Politikarar hugsa allarhægst fýra ár fram til teir skulu veljast aftur og eitt partafelag hugsar bara eitt ár fram, tá er aðalfundur og tá skulu parta­eigararnir hava sítt vinnisbýti. Tann stjórin, sum sigur við partaeigararnar, at teir ikki fáa nakrar pengar í ár, tí vit hava brúkt yvirskotið til tess at gerast meira umhvørvis­tilvitað, hann verður ikki settur aftur og tað sama er galdandi fyri politikaran, sum sigur, at vit mugu skera niður fyri at fáa betri samanhang í sam­felag­num. Hann verður ikki afturvaldur, men tað verður tann býttlingurin, sum lovar hvat sum helst fyri at blíva valdur aftur. Seinastu árini hava politikarar roynt at sannført okkum um, at vit skulu hava ein kappingar­stat og at vit skulu renna skjótari enn kinesarar. Tað er tvætl. Kinesarar duga betri at vera kinesarar enn vit nakran tíð fara at duga, har er eingin orsøk til at kappast um tað. - Sjálvandi skal listin ikki vera propaganda, men eg haldi, at listafólkini kunnu koma við nøkrum boðum í mun til áleikandi samfelags­ trupul­leikar. Fólk fara lættliga í verjustøðu, sum listin fær vikað, listin sleppur aftur um verjuna hjá fólkum og fær tey at hugsa. Nú skal eg ikki gera ov nógv av mínum prentum, men hetta er í øllum lítillæti tað, sum eg royni at koma inn á." Sosialur grafikkur KP: Tú ert myndahøggari, aktiónsmakari osfr. men grafikkurin hevur serligan týdning fyri teg, hví? BN: Tað hondverksliga hevur stóran týdning, og tað hevur hugsjónarligi dámurin hjá grafikki eisini. Í moderni­tetinum eru vit uppdrigin við einum originali­ tets­hugtaki. Har er ein málningur og hann er originalur. Grafikkur er frá byrjanini sosialur, tí grundleggjandi ber til at gera fleiri eintøk. Frá byrjan av varð grafikkur gjørdur við atliti til margfaldan og so ber jú til hjá van­ ligum fólki at keypa grafikk og tað dámar mær eisini væl. KP: Tú arbeiðir í Danmark, í Kina og Italia, hevur tað nakran týdning fyri teg, at tú nú arbeiðir í Steinprenti í Føroyum? BN: Ja, tað hevur sera stóran týdning fyri meg. Eg havi sera stóran áhuga fyri Føroyum og fyri norðurlondum. Eg skrivaði ein meyl til ein amerikanskan vinmann í Kina í gjár og skuldi greiða frá hvar eg eri og hví, og tá eg hugdi út gjøgnum vindeygað og út á sjógv hugsaði eg við mær sjálvum – hvat fanin er hetta fyri nakað? Tilveran her er reel minimalisma, eg tá hugsi eg ikki um eitt formelt uppátikið listarák, eg haldi, at tað, at nakar býr her, tað er verulig minimalisma. Sjálvandi veit eg av, at tit hava internet og flogfør og modernaðar hent­ leikar, men allíkavæl eru tit nógv nærri tí upprunaliga enn vit eru longur suðuri í Europa. Og hvør veit um vit ikki øll í vesturheiminum skjótt enda við at skula liva mini­malt á einum knabba onkrastaðni í oyðuni. Eg veit ikki, men eg haldi, at tað er umráðandi hjá okkum øllum at fata grundleggjandi lívskorini. Stóra nýggja steinprentið við teimum tólv kopieraðu kvinnumyndunum er liðugt og hongur á vegginum í Steinprenti. Har liggja tær, allar tær eiggiligu kvinnur­ nar, eg kenni onga teirra aftur, tí fotomyndirnar eru heldur kámar eftir, at tær við fotokopi eru yvirførdar á lito­graf­iska steinin, men áskoðarin fær allíkavæl av avmyndingunum eina kenslu av tí individualiseraða menn­iskjanum, at hetta eru púra vanligar kvinnur og tað tykist týdningarmikið fyri fagnaðarlýsingina av tí staðbundna, har listamaðurin droymir um ein poetiskan fíggjarheim við menniskjanum sum týdningarmesti kapitalinum, menniskjans skap­ andi evni, hugskot og kunn­leiki, og har tann deyði kapitalurin loysir visiónir, skapanar­megi og virkis­hugin hjá ein­stak­linginum, tí liv­andi kapital­inum, sum skapar ein dynamiskan og vakrari heim. Myndin verður partur av einari stórari fram­sýning í Norður­landa­ hús­inum komandi ár. Myndir: Birgir Kruse