hósdagur 12. juni 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 13. juni 2014
16
Ein góð bók til summarið
Besta bókin, tú
ongantíð hevur lisið
Skaldsøgan Stoner eftir amerikanska
rithøvundin John Williams er ein
gloymdur klassikari frá 1965, sum
nústani hevur gingið sína sigursgongd
kring heimin. Bókin er sum so ikki
nakar sannlíkur kandidatur at gerast
metsølubók, tí hetta er ein bók, sum ger
lítið hóvasták burturúr innihaldinum
– hetta er um lívið hjá einum relativt
anonymum universitetsprofessara –
men kortini er hetta ein spennandi,
intens og djúpt rørandi bók. Tá tú hevur
lisið bókina, skilir tú, hví fólk hava
kallað hetta ta fullkomnu skaldsøguna.
Hetta er rørandi søgan um universitets
professaran, William Stoner, sum
skuldi havt lisið landbúnað á universi
tetinum, men sum í staðin forelskar
seg í bókmentum. Hetta er ein lágmælt
søga um ein mann, sum miseydnast
á nógvum økjum í lívinum, og sum
uttantil livir eitt sera anonymt og
friðarligt lív, giftir seg við eini kvinnu,
sum hann skjótt finnur útav er tann
skeiva, og arbeiðir á sama stað fram
til deyða sín. Tó finnur Stoner gleði og
lívsmál í arbeiði sínum sum universi
tetsprofessari. Tað vakra við hesi bók
er, at hon zoomar inn á eitt vanligt
menniskjalív, sum í øllum sínum ein
feldni eisini rúmar stórt ríkidømi. Eins
lágmælt og friðarlig hendan skaldsøgan
er, eins stórsligin skaldskapur er hetta
um somu tíð.
Journalistiskt hand-
verk, tá tað er allarbest
Í bókini Amerikanska portrætter –
kunsten at beskrive et menneske,
eru átta av teimum allarbestu
amerikansku portrettunum av kendum
og ókendum, savnað saman í eini bók.
Tilsamans er hetta ein undirhaldandi
og vælskrivað tour-de-force inn í
allarbestu journalistisku avrikini
nakrantíð innan journalistisku portrett
genruna. Góðskan kemur av, at tey
brúka kynstur, vit kenna úr filmi og
skaldskapi. Hvussu kanst tú skriva
eitt áhugavert portrett av einum
pensjonisti, einum púra vanligum
10-ára gomlum drongi ella av Frank
Sinatra uttan nakrantíð at hitta hann
beinleiðis? Hetta duga hesir stjørnu
journalistar, hvørs portrettir eru farin
yvir í søguna sum nøkur av teimum
allarbestu. Umframt greinarnar eru
eisini samrøður við journalistarnar um
teirra arbeiðshátt og hvussu teir hava
arbeitt við tekstinum, ið eru eins undir
haldandi at lesa sum sjálvar greinirnar.
Ein heilt serlig
skaldsøga fyri okkum
í vesturheiminum
Skaldsøgan Midt imellem eftir Jean
Kwok byggir á egnar royndir. Kim
Chang er 11 ár, tá hon við mammuni
flytir úr Hongkong til New York at byrja
eina nýggja tilveru. Mostirin hevur
búð har í fleiri ár og hjálpir teimum at
koma til rættis, men tað skal tó skjótt
vísa seg, at tær noyðast at gjalda fyri
hjálpina í ólukkumát, og nýggja lívið í
New York gerst eitt satt vónbrot. Kim
og mamman duga lítið enskt, og sum
tilflytarar tora tær illa at gera vart
við vánaligu umstøðurnar. Kim hevur
altíð klárað seg sera væl í skúlanum, og
hóast eina harða byrjan í amerikanska
skúlanum, hjálpa hennara frálíku
avrik henni og mammuni úr armóðini.
Vit fylgja Kim frá barni til vaksna
kvinnu, sum ikki bara skal taka støðu
til útbúgving og mentanarmunir, men
eisini til kærleikan. Tað er Kim, sum
sigur søguna, fyri ein stóran part sæð
við barnsins eygum, men eisini við
eygunum hjá einum tilflytara úr eini
heilt aðrari mentan. Undranin yvir,
hvussu vit liva í vesturheiminum, ger
skaldsøguna til nakað heilt serligt.
Ein hugtakandi søga
um kríggj, trúgv og
heimsbókmentir
Mister Pip eftir Lloyd Jones, sum er
nýsælendskur rithøvundur, er ein
hugtakandi søga um kríggj, trúgv
og heimsbókmentir. Hálvvaksna
Matilda býr saman við mammu síni
í eini lítlari bygd á kyrrahavsoynni
Bougainville. Tá borgarakríggj brestir
á, broytist alt, men kortini royna
fólkini í bygdini at varðveita ein so
vanligan gerandisdag, sum til ber.
Einasti hvíti maðurin, sum er eftir í
bygdini, tann heldur loyndarfulli Mr.
Watts, átekur sær at halda skúla við
børnunum. Hann hevur bert eina bók
til undirvísingina, Great Expectations
eftir Charles Dickens, og henda bókin
og serliga høvuðspersónurin, Pip, fáa á
løgnan hátt alstóran týdning fyri lívið í
Bougainville. Eisini viðurskiftini millum
Matildu og mammuna verða fyri
álvarsligari broyting. Eftir ógvusligar
hendingar eydnast tað Matildu at koma
til Australia, har hon hittir pápa sín
aftur. Sum vaksin fer hon at granska
Dickens og bókmentir hansara, men
hon setir sær eisini fyri at finna út av,
hvør Mr. Watts í veruleikanum var.
Summarið nærkast í stórum, og tað er ikki ov tíðliga at
gera av, hvør bók skal verða tín fylgisneyti í summar
og fylgja tær á festival, umborð á Norrønu ella í
liggistólin, antin tað so er á strondini í Costa Brava, í
summarhúsinum við Gjógv ella í urtagarðinum heima
Á Býarbókasavninum starvast bóka
vørðir, sum fegnir vilja geva góð ráð
og viðmæla góðar bøkur til eitt og
hvørt høvi, eisini summarið. Í hesi
grein fara fimm teirra at viðmæla
tilsamans tíggju bøkur, tvær bøkur
hvør, til summarið. Her er eitt sindur
til hvønn smakk. Men finnur tú ikki ta
heilt røttu bókina her, ella hevur onkur
annar valt sær júst hana fyri eygunum
á tær, tá ið tú kemur á bókasavnið,
eru bókavørðirnir altíð fúsir at hjálpa
tær at finna júst tað rætta til tín.
Hevur tú dirvi, kanst tú á Býar
bókasavninum eisini royna
eydnuna og læna ein lukkupakka
við tveimum ókendum (men
garanterað góðum ) bókum í.
Vónbjørt Vang bókavørður
Johanna Cathrina Mørkøre bókavørður