hósdagur 12. juni 2014síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 13. juni 2014
17
Ein øðrvísi grumm og
stuttlig skaldsøga
Hevur tú hug at royna eina eitt
sindur øðrvísi skaldsøgu, so er
Råchokteksterne eftir Steven Hall bæði
grumm og stuttlig. Eric Sanderson
raknar við aftur á gólvinum í
sovikamarinum og veit ikki, hvør hann
er, ella hvar hann er. Men hann hevur
lagt ábendingar til sín sjálvs, so hann
kann finna aftur á slóðina, brøv og
løgin brot, sum kunnu hjálpa honum at
fáa skil á fortíðina. T. d. ljósperubrotið
har ein kvinna, sum eitur Clio, verður
umtalað. Er hon tann stóri kærleikin?
Og hevur hann mist hana? Men so
kemur hávurin undan kavi, og við
honum í hølunum verður alt eitt stríð
fyri at yvirliva. Steven Hall hevur eisini
skrivað fyri ensku sjónvarpsrøðina
»Doctor Who«.
Nakrar góðar
krimi til summarið
Skal tað vera krimi, so kunnu
bøkurnar hjá Sissel-Jo Gazan um
Søren Marhauge viðmælast. Tær fara
fram í granskingarumhvørvinum í
Keypmannahavn, men tað vísindaliga
verður aldrin tungt. Í Dinosaurens
fjer verður vegleiðarin hjá Annu
myrdur, beint áðrenn hon skal verja
serritgerðina hjá sær. Anna var
ónøgd við vegleiðaran hjá sær, so
hon er sjálvandi undir illgruna. Hon
hevur ríkiligt at síggja til sum einlig
mamma, sambandið við foreldini
er sera spent, og so heldur hon,
at kriminalkommisserurin Søren
Marhauge er ótolandi. Í Svalens
graf sær tað út til, at Kristian
Storm, professari í immunologi og
ígerðarsjúkum, hevur gjørt sjálvmorð.
Søren Marhauge hevur sagt seg úr
starvi hjá løgregluni, tí hann var um
at kódna í pappírsarbeiði. Eftirmaður
hansara hevur endað málið um
professaran, tí tað sá so sjálvsagt
út, men Søren er vísur í, at okkurt
ikki ruggar rætt. Saman við Mariu,
hjálparanum hjá Storm, fer hann í
loyndum at kanna víðari.
Undirhaldandi søga um
vinkonur á pílagrímsferð
Monika Peetz hevur skrivað undir
haldandi skaldsøguna Tirsdagsfruerne.
Fyrsta týsdag í mánaðinum møtast
fimm vinkonur á sínari yndismatstovu,
og eina ferð um árið fara tær ein viku
skiftistúr. Vinkonurnar eru í ymiskum
aldri, hava ymiska bakgrund og størv,
men hóast hetta eru tær væl. Men
eitt árið broytist alt. Judith er blivin
einkja, og hon hevur gjørt av at fara ta
pílagrímsferðina, sum maðurin hevði
ætlað, men ikki náddi. Vinkonurnar
stuðla henni, og endin verður at
pílagrímsferðin gerst ársins ferð hjá
teimum. Men ferðin verður ein roynsla
hjá teimum øllum. Vegurin er grýtutur
og harður, og kroppurin verður settur
á eina harða roynd, jú eldri, tess verri.
Tær royna at halda hýrinum uppi,
men vinalagið má standa sína roynd á
ferðini til Lourdes.
Úr arbeiðslegu í Norður
korea til skøkjulevnað
í Suðurkorea
Næsta bókin er ein hugvekjandi søga
um vón, vinalag og at yvirliva. Pigerne
fra Nordkorea, sum Brandon W. Jones
hevur skrivað, fortelur søguna um
tvær ungar gentur úr Norðurkorea,
Gi og Il-sun. Foreldrini hjá Gi endaðu í
arbeiðslegu, tí myndin av tí almáttuga
leiðaranum, sum hongur á bróstinum
í hvørjum heimi, ikki var nóg væl
støvað av. Soleiðis kom Gi á eitt heim
fyri foreldraleysar gentur saman
við tí lívligu Il-sun, sum hevði mist
fyrst bróðurin, sum hvarv, og síðan
mammuna, sum fánaði burtur av
sorg. Genturnar stríðast frá morgni til
myrkurs, men ein dagin møtir Il-sun
einum manni, sum fyrigyklar henni
eina betri tilveru, og endin verður, at
vinkonurnar báðar verða smuglaðar
um markið til Suðurkorea. Men nú gerst
lívið av álvara trupult, tí tær verða
seldar til skøkjulevnað. Viðurskiftini í tí
kommunistiska Norðurkorea verða lýst,
og við syndarligu lagnuni hjá hesum
báðum gentunum verður ljós varpað
á ein trupulleika, sum tíverri er alt ov
vanligur nógvastaðni í heiminum.
Farligar yrkingar
til heimaferiuna
Leggur tú vanliga lítið í yrkingar, so
skuldi tú kanska gjørt eitt undantak
og lænt (ella keypt) tær mest selda
yrkingarsavn í Danmark nakrantíð,
Digte, eftir rithøvundin Yahya Hassan.
Hetta er prosa í yrkingaformi, og hann
er sera lættur og undirhaldandi at
lesa. 19 ára gamli Yahya Hassan, sum
nú gongur á Rithøvundaskúlanum
í Keypmannahavn, kom rættiliga
í andglettin, tá ið hetta fyrsta
yrkingasavn hansara kom. Her ger
hann upp við muslimsku bakgrund
sína, men hann avdúkar eisini
nógvar veikleikar við donsku
vælferðarskipanini. Yahya Hassan
tosar av egnum royndum, tí hann
hevur sjálvur hann verið ígjøgnum
alt maskinaríið. Savn hansara er tí
eisini ævisøga hansara. Yahya Hassan
hevur verið noyddur til at avlýsa
upplestrartiltøk av morðhóttanum,
so um tú velur tær hesa bókina sum
summarlesnað, eigur tú at hugsa um,
hvar tú fert at ferðast við henni.
Um at verða
næstur í røðini
Ert tú hinvegin (næstan) bara til
yrkingar, so er nógv gott í at velja,
serliga eftir føroyskar rithøvundar.
Ein av góðu útgávunum í fjør er
savnið Eg eri næstur, sum Oddfríður
Marni Rasmussen hevur skrivað.
Oddfríður hevur eins og Yahya Hassan
gingið á Rithøvundaskúlanum í
Keypmannahavn, og hetta savn, sum
eisini er ævisøguligt og eisini viðgerð
álvarsamar tilveruspurnignar, er
hansara tíggjunda síðan 1994. Savnið
fylgir barnaárunum og fram móti
degnum í dag. Tey, sum hava verið ein
tráður í yrkjarans lagnustýrda neti,
verða beinleiðis ella óbeinleiðis flættað
inn í yrkingarnar. "Eg eri næstur", sigur
tittulin, og at hetta skal takast heilt
bókstavliga, tað mátti rithøvundurin
sjálvur sanna, tá ið hann, beint áðrenn
savnið skuldi gevast út, fekk ein
blóðtøpp í hjartað. Tíbetur slapp hann
væl frá tí, men sum rithøvundurin
sigur, so spyr lagnan ikki eftir, hvar,
hvussu og nær okkara streingir slitna.
Tað eru júst tankar og endurspeglingar
av tonkum sum hesum, sum eru at
finna í hesum savni, har fleiri av
yrkingunum eru ognaðar vinum hjá
rithøvundinum, sum fóru alt ov tíðliga.
Hanne Magnussen bókavørður
Randi Nolsøe bókavørður
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð býarbókavørður