hósdagur 12. juni 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 13. juni 2014
orsku greinina hevur Aase Marthe J.
Horrigmo skrivað. Hon er stjórnmála
frøðingur og hevur hug at sleppa av við
myturnar, sum norskar kommunur brúka
at grundgeva við, tá tær brúka pengar til
mentan. Serliga mentanarhús.
– Myturnar um, at mentanarhús kunnu skapa bæði
búskapar- og fólkavøkstur, eru at finna víða, kanska
einamest millum lokalpolitikarar. Nógv mentanarhús
verða bygd í dag við hesum mytunum sum grund
geving. Tað er ein trupulleiki. Og tað kann akkurát
tað sama sigast beinavegin: mentanarhús eru ikki
magnetir, sum draga arbeiðspláss, kreativar íbúgvar
ella ferðafólk til, skrivar hon.
Og kanska hugsar onkur »also... hevur nakar nakran
tíð hildið, at mentanarhús beinleiðis løna seg? Geva
yvirskot?« Og ja! Tað hevur onkur hildið. Ikki yvirskot í
atgongumerkjasøluni, kanska, men í fólkatali. Og í ring
virkningum. Mentanartiltøk skuldu draga eitt serliga
attraktivt fólkaslag til sín – tey kreativu. Og tá tey vóru
komin, so var nýtt vinnulív og búskaparlig framgongd
væntandi. Soleiðis segði teoriin úr USA.
Tey dýrabaru kreativu
Tankarnir um »tann kreativa klassan« komu frá ameri
kanska samfelagsfrøðinginum Richard Florida. Hann
skrivaði populeru bókina »The rise of the Creative
Class«, sum kom út í 2002. »Kreativi klassin« eru
listafólk – men eisini fólk, sum arbeiða við eitt nú
kunningartøkni, miðlum, eru arkitektar, sniðgevar,
verkfrøðingar. Fólk, sum í sínum arbeiði skulu nýhugsa
og skapa. Og býirnir, sum høvdu nógv av hesum fólk
unum, vóru býirnir, sum høvdu størsta vøksturin. Tí
tey úr »kreativa klassanum« eru tey, sum eru kjarnin
í nýggjum vinnugreinum, og sum hava høgar inntøkur
(undantikið listafólkini.)
Men »kreativi klassin« búsetir seg ikki hvar sum
helst. Hann vil hava eitt ávíst umhvørvi. Hann vil hava
tøkniligar umstøður, gott breiðband til dømis. Tolsemi
– tað má bera til at vera samkyndur, buddhistur, vege
tarur og einhvør annar minniluti, man mátti ynskt
sær. Og so vil hann hava okkurt at fara til og luttaka í.
Mentan. Mentan, sum hóskar til nýskapandi og forvitin
fólk.
Ráðini til ídnaðarbýir, sum høvdu sæð sínar bestu
dagar, vóru tí at gera íløgur í mentanina, í støð og tiltøk,
sum »tey kulu fólkini« fóru at dáma. So fóru tey at vilja
flyta til hesar býirnar og fóru at stovna vitanarfyri
tøkur ella taka heima-arbeiðsplássið við sær, sum fóru
at venda niðurgongdini til vøkstur.
Tað loysir seg ikki
Hesi ráðini funnu eisini veg til smáu býirnar og bygdir
nar í Norðurlondum. Tað bleiv ein lokalpolitiskur sann
leiki, at mentan kundi geva eina kommunu atdráttar
megi, skaffa henni fleiri íbúgvar. Skuldi ein útjaðari
gera sær vónir um at »vera við í kappingini«, mátti hann
hava mentan. Og tískil okkurt slag av mentanarhúsi.
Í Noregi vísti ein uppgerð í 2011, at tríggjar av tíggju
kommunum vóru í holt við ella høvdu í umbúna at
byggja mentunarhús. Og hetta fær stjórnmálafrøðingin
Aase Marthe J. Horrigmo at seta knyklar í brýr. Tí hon
heldur, kommunurnar gera hetta við skeivum grund
gevingum. Og kann staðfesta, at ofta verður ov lítið av
pengum sett av, tá mentanarhús verða bygd.
– Tað er næstan so, at ein fær illgruna um, at tey,
sum vilja hava mentanarhús, við vilja dylja kostnaðin,
so byggingin verður gjøgnumførd, heldur hon.
Ringvirkningar koma
eisini av fótbólti
Men uttan mun til grundgevingarnar, so er ongin
gransking, sum bendir á, at leiðin til vøkstur krevur at
ganga gjøgnum mentan ella mentanarhús.
Knut Vareide og Lars Ueland Kobro frá Telemarks
forskning í Bø hava kannað hagtølini, og teir siga, at
hagtølini vísa ongan samanhang millum tilflyting og
nógva mentan. Støð, har fólk hava nógv at ganga til,
uppliva ikki tilsvarandi størri tilflyting. Hetta halda
teir báðir granskararnir er áhugavert. Tað vísir seg, at
tá »kreativi klassin« ger av at flyta út um stórbýirnar,
leggur hann ikki dent á mentan. Tey kreativu, sum vilja
út í útjaðarin, lokkast ikki av mentanartilboðum, men
hava onnur parametur.
So – mentanartilboð og dýr hús økja ikki fólkatalið.
Vit flyta ikki
eftir mentan
N
Katrin Petersen
»Kulturhus lønner seg ikke« Norska yvirskriftin fær eygnabrýrnar
at flúgva upp í pannuna. At hava nógva mentan og mentanarhús ger
hvørki til ella frá fyri fólkatalið í norska útjaðaranum, stendur
har. Og tað verður undirbygt av norðurlendskari gransking. Og
vit, sum seinastu 10 árini hava hoyrt, at tað, sum skal til fyri at
skapa búskapar- og fólkavøkstur, er at gera okkum og okkara
heimstaðir lokkandi fyri »tann kreativa klassan«, mugu finna
okkum nýggjar sannleikar. Tað snýr seg kanska meira um at gera
tey nøgd, sum longu hava valt stórbýarrúgvuna av mentan frá
Tankarnir um »tann kreativa klassan« komu frá
amerikanska samfelagsfrøðinginum Richard Florida.
Hann skrivaði populeru bókina »The rise of the
Creative Class«, sum kom út í 2002