Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-12, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2014síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 4 • 13. juni 2014 Men hvussu við ringvirkningum – stimbra tey ikki búskapin? Er tað ikki rætt, sum viðhvørt verður ført fram, at mentanartiltøk elva til inntøkur í øðrum vinnu­ greinum? At tá vit fara á sjónleik, brúka vit eisini pengar uppá taxabil, eina øl áðrenn leikin og eina máltíð úti aftaná? Jú – men ikki meira enn alt annað, vit gera. At keypa klæði ella at fara á fótbóltsdyst skapar eisini ringvirkningar. Mentan fyri felagsskapin Danski professarin við Copenhagen Business School, Trine Bille, ræður kommununum til ikki at brúka pengar uppá mentan fyri at fáa eitt avkast – men heldur fyri at upplýsa borgaran og geva honum eina uppliving. – Týdningarmiklasta uppgávan hjá kommununum er at stuðla tí mentanini, sum hevur størsta vælferðar­ búskaparliga týdningin. Sum upplýsir borgaran, gevur honum innlit og refleksjón. Og sum styrkir samleikan, integrasjónina, felagsskapin. So tí er nú vent í holuni. Tað, sum var vøksturs-sann­ leikin í 2002, er tað ikki longur. Heldur ikki í Amerika. Aðrir samfelagsfrøðingar og hagfrøðingar mæla bein­ leiðis stagneraðum býum frá at fylgja taktikk­inum hjá Richard Florida – at royna at tekkjast teimum kreativu og »kulu«, og biðja býirnar í »The Rust Belt« heldur leggja seg eftir at brúka tað, sum er autentiskt – tað, teir longu hava. At teir liggja væl fyri til okkurt ávíst. At teir hava lágar húsaprísir. At teir hava sterkar siðvenjur fyri ávísum handverki. Og ráðini til teir smáu, norsku býirnar eru á somu leið. – Tað, vit fáa burturúr at gera mentanarhús, er fyrst og fremst mentan, siga norsku samfelagsfrøðingarnir. Føroyingar flyta ikki eftir mentan Ongin orsøk er at halda, at tað er øðrvísi her hjá okkum í Føroyum. Um norsk mentanarhús ikki hava nakað at siga fyri búskap ella tilflyting, so hava føroysk tað neyvan heldur. Men hvat so? Er so ongin orsøk at leggja dent á mentan? Jú, men kanska eitt annað slag enn tað, sum teoriirnar um »kreativa klassan« løgdu upp til. Í staðin fyri at trilva eftir nýggjum tiltøkum, sum skulu draga fólk, vit ikki rættiliga kenna, til, kunnu vit leggja okkum eftir at gera tey tilboðini, sum nøkta tørvin hjá teimum, sum longu eru her. Norðuratlantsbólkurin, sum var á Fólkatingi fyri nøkrum árum síðani, kannaði, hvat fekk føroyingar at búgva í Danmark. Og hvat fekk teir at ynskja at flyta heim. Niðurstøðan var, at tann greiðasta orsøkin til at vilja flyta úr Danmark til Føroya aftur, var ynskið um at vera nær familju og vinum. Og tann sterkasta orsøkin til IKKI at vilja flyta heimaftur, var arbeiði og fak­ligar av­bjóðingar. Hvørki mentanarligar upplivingar í Keyp­manna­havn ella tann minna mentunarnøgdin í Føroyum vóru orsøkir, sum høvdu nakra vekt. So vit nýtast ikki at hyggja so øgiligt at mentanartiltøkum í Danmark at kopiera fyri at fáa fólk at flyta heim. Í staðin fyri at skapa mentan, sum vit halda, at “tey” vilja hava, kunnu vit heldur byrja at hugsa um tørvin, sum »vit« hava. Sum danski professarin ræður til. Og tá tosa vit um mentan fyri hennara egnu skyld. Men tá tosa vit ikki um dýr hús ella listaverk, sum gera okkara bygd serstakari enn grannabygdina. Tá tosa vit um tað, sum gevur flest møguligum uppliving, innlit og samanhald. »Kulturhus lønner seg ikke.« Norska yvirskriftin fær eygnabrýrnar at flúgva upp í pannuna. Greinina hevur Aase Marthe J. Horrigmo skrivað. Hon er stjórn- málafrøðingur og hevur hug at sleppa av við myturnar, sum norskar kommunur brúka at grundgeva við, tá tær brúka pengar til mentan. Serliga mentanarhús Danski professarin við Copenhagen Business School, Trine Bille, ræður kommununum til ikki at brúka pengar uppá mentan fyri at fáa eitt avkast – men heldur fyri at upplýsa borgaran og geva honum eina uppliving Knut Vareide og Lars Ueland Kobro frá Telemarksforskning í Bø hava kannað hagtølini, og teir siga, at hagtølini vísa ongan samanhang millum tilflyting og nógva mentan