hósdagur 12. juni 2014síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 13. juni 2014
20
Hví eru bókmentir partur
av lærugreinarrøðini
í skúlaverkinum?
ið
hesum
provokerandi
spurningi fekk hann undir
strikað, at ein skaldsligur
tekstur var ikki til, fyrr enn
hann var lisin og umrøddur í
sosialum samskifti, og at tað
tí gav lítla meining at lesa ávísar bók
mentir eftir ávísum greiningarfrymlum í
undirvísingarsamanhangi. Í hesum lá, at
eingin tekstur hevur eitt sannleiksavirði
í sjálvum sær. Ein slík provokerandi út
søgn setur natúrliga spurningin: hví
skulu vit lesa bókmentir í skúlanum,
og hvørjir fakligir førleikar og hvørji
læringsmál skulu røkkast gjøgnum bók
mentalestur?
Tað er eingin ivi, at alment dannilsi
og listfrøðiligir førleikar eru týðandi
partar av læringsmálunum í bókmenta
undirvísing. Í nýggju námsætlanunum
fyri føroyskt í fólkaskúlanum stendur
bókmentahevdin veik, t.d. verða prosa
og lýrikkur ongantíð nevnd sum sjálv
støðugt evni. Tó er eitt av endamálunum
fyri føroyskt, at næmingurin »ognar
sær vitan um føroyskar bókmentir,
umframt innlit í norðurlendskar og
alheims bókmentir« (mín undirstriking).
Føroyskar bókmentir fáa ikki sjálv
støðugan status, men skulu knýtast at
norðurlendskum og alheims bókmentum,
og tað í sær sjálvum er rættuliga natúr
ligt, tí talan er um eitt lítið mál- og
mentanarøki. Men tað kann tykjast løgið,
at tað er einastu ferð, at bókmentir verða
nevndar í endamálinum, meðan »mál« í
ymsum samanhangum verður nevnt
fleiri ferðir og verður ikki knýtt at hvørki
norrønum ella øðrum málum.
Dømi um, hvussu veikar bókmentir
standa í námsætlanini, er at bókmentir
ikki einsamallar eru eitt av kjarnu
økjunum. Ístaðin eitur ein yvirskrift
»samansettir tekstir«. Hini kjarnuøkini
eru: »talaða málið«, »skrivaða málið« og
»málkunnleiki«. Um samansettar tekstir
verður sagt, at teir snúgva seg bæði
um at lesa og at skapa tekstir. Víðari
verður sagt, at teir vísa til víðkaða tekst
hugtakið, »har tekstir kunnu vera settir
saman av t.d. skrift, ljóði og myndum.
Arbeitt verður við ymiskum framsagnar
háttum, har tekstviðgerðin er grundað á
ástøði um samskifti. Teksttilfarið fevnir
m.a. um myndir, teknisøgur, ymiskar
tíðinda-, kjak- og heimildartekstir, yrkis
tekstir, lýsingartekstir, netsíður, filmar,
leikir og songtekstir.«
Um skaldsøgur, stuttsøgur og yrking
ar eru ein so stór sjálvfylgja í føroysk
lærugreinahevdini, at ikki er neyðugt at
nevna tær, er trupult at meta um, men
tær sleppa als ikki upp í part sum sjálv
støðugt kjarnuøki. Tær verða koyrdar í
pottin »samansettir tekstir« og verða
ikki beinleiðis nevndar har. Tað er eitt
stórt afturstig fyri føroyskar bókmentir,
at tær eiga eitt so veikt pláss í nýggju
námsætlanunum. Tær eru tó ikki heilt
gloymdar og liggja møguliga sum okkurt
slag av undirstøðukervi undir lærugrein
ini, tí undir støðisførleikum stendur
undir »at kanna« at: »førleikin at kanna
snýr seg í føroyskum um at eggja for
vitni næmingsins at stimbra hug og dirvi
hansara at seta spurningar og at leita
sær ráð og vitan um mál og bókmentir
[...] Næmingurin skal eggjast til at síggja
gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum
og til at fegnast um mál- og bókmenta
frøðiligar spurningar, sum bjóða for
vitninum av.« Undir »At skapa« verður
m.a. sagt, at »Næmingurin skal læra,
hvussu bókmentalig og listarlig nýbrot
hava broytt lívsáskoðanir og mentan.«
Munnligar mentir ella skaldskapur
av manna munni, sum eru ein týðandi
grundvøllur undir mál, bókmentum og
mentan føroyinga verður ikki nevnt
sum eitt kjarnuøki. Mál, yrkistekstir og
samskifti hava greiða yvirvág í nýggju
námsætlanini, meðan skaldskapur, bæði
tann munnborni og tann skrivaði, hevur
eitt veikt umhvarv. Tó skal sigast, at tá
hugt verður undir »skrivaða málið«, so
eru tvey av førleikakrøvunum í 4. flokki:
»at finna høvuðsinnihaldið í yrkis- og
fagurbókmentaligum tekstum/at skilja
høvuðstættirnar í skaldskapi av manna
munni«. Løgið, at bókmentir verða um
røddar í sambandi við »skrivaða málið«
og tað er eisini greitt, at tað er skrivliga
úrtøka næmingsins, sum er stýrandi fyri
tey krøv, sum verða sett til bókmenta
lestur, tí undan krøvunum at finna
høvuðsinnihaldið o.s.fr. stendur, at
næmingurin skal duga: »at tekna, svara
skrivligum spurningum ella á annan hátt
vísa, at tað lisna er skilt«.
Bókmentir verða árgangirnar eftir 4.
flokk nevndar undir »Skrivaða málið«, og
tá ið vit koma til próvtøkurnar í níggjunda
flokki er próvtøkugrundarlagið t.d.: »80-
100 síður av styttri tekstum á bundnum
og óbundnum máli, umframt yrkisbók
mentir.«
Sum áður nevnt tykist tað, at bók
mentir eru ein sjálvsagdur partur av
grundarlagnum
undir
føroysklæru
greinini, men tað at fagurbókmentir ikki
eru eitt sjálvstøðugt kjarnuøki er greitt
tekin um, hvussu lítið fagurbókmentir
nar fylla í námsætlanini. Vit síggja t.d.,
at sjálvt um »bókmentir« áttu at komið
undan »máli«, um vit fylgja bókstava
raðnum, og »fagurbókmentir« áðrenn
»yrkisbókmentir« í brotinum eg endur
gav omanfyri, so tykist raðfestingin av
bókmentunum at vera so skerd í náms
ætlanini, at alt annað, sum føroysklæru
greinin hýsir, hevur hægri raðfesting. At
førleikarnir, sum bókmentalestur gevur
næmingunum, verða bólkaðir undir
»skrivaða málið, sigur ómetaliga nógv
um, hvussu bókmentir verða hugsaðar í
tí samanhangi, tær skulu einans brúkast
sum grundarlag undir skrivligu egin
framleiðslu næmingsins. Tað er ivaleyst
í góðum samsvari við fjølsamansettu
nútíðina, har talgildir tekstir, visuellir
tekstir, filmar o.a. fylla gerandisdagin
hjá uppvaksandi ættarliðnum, so tíðin og
hugurin at hugsavna seg í einum longum
teksti er dvínandi. At brúka hugflogið,
at hugsavna seg, at dýpa seg í alment
menniskjaligum
og
samfelagsligum
viðurskiftum tykist at hava væl lægri
raðfesting í námsætlanini fyri føroyskt
enn at duga at føra seg sjálv fram, bæði
skrivliga og munnliga.
Føroyskar bókmentir
samleikaberar
Norski fakdidaktikkarin Silvi Penne
hevur í bók síni »norsk som identitetsfag«
víst á, at bókmentirnar knýta lesaran at
mentanini og samleikakjarnanum, sum
hava sín uppruna í, at allar mentanir
og mentanarøki hava sínar frásøgur
við einari byrjan, einari miðju og einum
enda. Hendan linjuskipaða frásøgan fer
altíð fram í tíðarrøð og er ein mentanarlig
siðvenja, sum verður ein grundsøga í
dulviti einstaklingsins og felags pallur
í sosialu samvinnuni og samskiftinum.
Í talgilda, audiovisuella veruleika ung
dómsins er henda linjuskipaða frásøgu
gongd vorðin nógv meira sundurlagað /
sundurpettað, tú kanst trýsta á »steðga«
knøttin, og tú kanst skifta rás, so frá
søgan verður avbrotin og samansett við
aðrar frásøgur, sum soleiðis er við til at
skapa ein ógreiðan kjarna.
Tað er ein av avbjóðingunum av
flótandi samleikatilvitinum, sum eyð
kennir samleikafyribrigdið hjá sein
modernaða skúlaungdóminum, at fáa
ungfólk at lesa bókmentir, sum tey
kunnu knýta at síni egnu søgu og soleiðis
knýta sína egnu søgu at sosiala felags
skapinum og søgum úr mentala undir
støðukervinum
í
nærumhvørvinum.
Hetta kann m.a. gerast við at fara út á
støð, sum koma fyri í bókmentunum,
fáa betri kunnleika til teir søguligu per
sónar, sum bókmentirnar umrøða, seta
bókmentirnar í bókmentaligan saman
hang og so annars læra at skyna á máls
ligum sermerkjum og serligum mynda
bygnaði, sum hevur røtur og uppruna í
grundsøguni.
Okkurt slag av bókmentum hava
altíð verið partur av uppalingini, bæði
í skúlasamanhangi og uttan fyri skúla
gátt, men tað hava fyrst og fremst
verið tær átrúnaðarligu bókmentirnar,
sum í eldri tíðum hava verið ráðandi.
Í latínskúlanum (uml. 1547-1794) lósu
tey hesar bókmentir á latíni og øðrum
fornmálum og endurgóvu tær eftir sera
føstum reglum í sonevndum stílum.
Fyrsta undirvísing í føroyskum bók
mentum var á Føroya Fólkaháskúla,
har lærararnir við skúlan, Rasmus
Rasmussen og Símun av Skarði, av
øllum alvi royndu at fáa til vegar lesiti
lfar á móðurmálinum. Fyrsta skaldsøgan,
Bábelstornið, og stuttsøgur Rasmusar
og nógvar av yrkingum Símunar hava
havt sína grundleggjandi ávirkan á bók
mentaundirvísingina í føroyskum innan
skúlagátt í seinni tíðum. Tann skaldsligi,
mentanarligi og málsligi førningur, sum
háskúlin gav okkara fyrstu føroysku
rithøvundum, hevur somuleiðis havt
ómetaliga stóran týdning fyri bókmenta
undirvísingina í skúlahøpi. Serliga Hans
Andrias Djurhuus, Heðin Brú og Martin
Joensen hava sum rithøvundar havt sín
sera stóra týdning, bæði við tekstum í
lesibókum til skúlabrúks og skaldsøg
um og stuttsøgum, sum í stóran mun
framvegis er pensum í føroyska skúla
verkinum.
Fyrsta royndin at geva føroyskum
børnum skaldskap á móðurmálinum
var uttan fyri skúlan, men hevði heilt
greitt eitt frálæruendamál, og høvuðs
endamálið var at læra at lesa føroyskt
og at skilja tað, sum stóð í tekstinum. Í
fororðunum til Ungu Føroyar, sum var
eitt barnablað, ritstjórnað av háskúla
V
Amerikanski bókmentafrøðingurin Stanley Fish
er kendur fyri at seta provokerandi spurningin:
»er nakar tekstur í hesum flokkinum?«
Vár í Ólavsstovu