Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-12, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2014síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 4 • 13. juni 2014 21 monn­unum Símuni úr Konoy og Símuni av Skarði, sum kom út á føroyskum í árunum 1907-1910 og 1914-1915, ugga rit­ stjórarnir børnini, um tað gongur ov seint at lesa føroyskt. Teir siga m.a.: [...] tað er ikki so løgið; tí mong hava vissuliga ikki áður lisið nakað, sum skrivað hevur verði á móðurmálinum, og tí kunnu tit ikki duga so væl í fyrstuni. Men fram kemur hann, ið hógliga fer, sigir eitt gamalt orðtak, og um tit ikki kunnu lesa alt so skjótt, ella um tit finna okkurt orð, sum tit ikki skilja, so mugu tit tó ikki vera ótolin; men tit mugu spyrja tykkum fyri hjá teimum, sum betur duga. Tit kunnu eisini skriva bræv til okkara, sum stýra blaðnum, og siga okkum, hvat tað er, sum tit ikki skilja; so skulu vit rættleiða tykkum sum best. (Ungu Føroyar, jan. 1907, nr. 1. 1.árg., stavsetingin er tann upp­runaliga). Teir fyrstu týðandi tjóðarbyggjararnir í føroyskari skúlasøgu høvdu við Ungu Føroyum eitt greitt endamál, sum var at geva børnunum tjóðarliga uppbyggiligan lestur á føroyskum. Innihaldið í Ungu Føroyum ber greitt dám av tíðini, har virðini í bóndasamfelagnum eru frammar­liga, men eisini almenn upp­ lýsing um land, siðvenju, mentan og sam­felags­menning eru partur av hesi al­menn­andi tjóðarhugsjón. Í fyrsta blaðnum hoyra vit um Annu, sum 7 ára gomul fer úr Vágum til Havnar at ferðast. Hon fer við Smirli, og fyri at børnini skulu gerast partur av frá­ søgnini, vendir frásøgufólkið sær bein­ leiðis til lesaran. »Ja, Smiril kenna tit øll, – hitt fagra skipið sum mong av tykkum hava ferðast við. Eg veit ikki, um tit hava verið bangin; men Anna ræddist ikki; í fyrstuni helt hon tað vera stuttligt, tá ið hann vaggaði, og hon kvað: »rura, rura ridlu (mín undirstriking).« Tað er heilt greitt, at rithøvundurin her brúkar somu frásøgusnildir, sum hava verið brúkt í teimum frásagnum, sum børnini kenna frammanundan, tá ið ævintýr, sagnir og aðrar munnligar mentir hava verið bornar fram fyri teimum. Uppaling og tjóðarbygging eru greið enda­mál, bæði við Ungu Føroyum og fyrstu lesibókunum, sum komu í fyrst í 1900-talinum. Strembanin eftir at fáa før­oyskt viður­kent sum høvuðsmál og móður­mál í skúlaverkinum hevði við sær, at lesi­bøkur til skúlabrúks sóu dagsins ljós. Eyðkent fyri tær var, at tær komu út, áðrenn føroyskt var læru­grein í skúlanum. Tann fyrsta lesi­bókin á før­ oyskum er Føroysk ABC og lesinga­bók, sum kom út í 1891. Hon hevði 25 smá lesistykki. Tað seinasta, sum er eitt tað longsta, sær soleiðis út: Henda lesibók fekk ongan­tíð nak­að serligt pláss í undir­vís­ ing­ini, men vit síggja í henni, at málið og fram­ burð­ur máls­ins hevur hægstu rað­festing, og stuttu teksta­brotini eru í stóran mun við til at greiða frá fram­burð­inum av mál­ inum. Inni­haldið í tekst­unum ber dám av einari samleika- og moraliserandi út­búgv­ingar­stevnu, sum eyðkendi bæði fyrstu lesibókina og Ungu Føroyar, og tað er greitt, at tær høvdu sum sína fremstu uppgávu at fyrireika børnini at gerast góðir, skikkiligir tjóðartilvitaðir sam­felags­borgarar í Føroyum. Føroyskur skaldskapur innan skúla­ gátt hongur saman við nær føroyskt gjørdist lærugrein í skúlanum. Danski skúlin í Føroyum hýsti donskum tjóðar­ bók­mentum, og tað er ikki fyrr enn eftir at heimastýrislógin kom í gildi, at vit kunnu tosa um føroyskar tjóðarbókmentir í før­ oyska skúlaverkinum. Í fólkaskúlasamanhangi eru tað ser­ liga lesibøkur Hans Andriasar, sum hava lagt grundina undir frá­søgu­listina og harvið skaldskapin hjá før­oyskum børn­ um. Langt frá gerandis­senti­mentaliteti hoyrir søgan um hundin hjá Peri, sum øll føroysk børn kendu í míni skúlatíð, og sum avgjørt hoyrir til klassikararnar innan skúlabóka­bók­mentir. Lesibøkur sum bókmentamiðlar Tær fyrstu lesibøkurnar, sum fingu týdn­ ing fyri bókmentalestur í skúlanum, eru lesi­bøkur A.C. Evensens. Í 1906 kom Lesibók til eldri børn, í broyttari útgávu 1922, og Lesibók til yngri børn í 1907 og í 1963 kom Harubókin. Bøkurnar vóru merktar av uppalingarstevnuni og sam­leika­skapan, har frásøgustøðið var føroyskt jørðildi. Ein av týðandi tjóðar­ byggjarunum, tá ið um føroyskan skald­ skap ræður, Martin Joensen, sigur m.a. soleiðis í endurminningum sínum: »Við­ víkjandi føroyskum so var A.C. Evensens lesibók komin, tá ið eg var eini 10 ár, og henni lósu vit í eina ferð um vikuna ta tíð meðan eg gekk í skúla. Eg minnist, at tað var stór hending, tá ið Jóhannesar evangelium og Robinson Crusoe (sum allir føroyskir skúlanæmingar fingu sum gávu í 1914) komu og vórðu útbýttar millum skúla­børnini. Somuleiðis tá ið »Ungu Føroyar« komu fram.« Ikki hevur verið nógv av tilfari á før­ oyskum og lesibøkurnar hava verið tær bókmentir, sum skúlabørn hava havt kunnleika til. Silvi Penne tosar um, at teir tekstir, sum børn lesa, knýta tey at grund­søguni og eru tískil við til at geva teim­um ein samleika, har tey kunnu knýta sína egnu søgu til, og tað er júst her, sum bókmentir hava týdning sum almenn vitan og undirvísingarevni í skúla­num. Einstaklingssøgan verður am­boðið, sum einstaklingurin gjøgnum bók­menta­lestur fær við sum førning út í lívið. Í sið­bundna samfelagnum var sum oftast neyvt samsvar og samband millum grund­søguna og einstaklingasøguna, men í sein­modernaða samfelagnum, tá ið einstaklingurin hevur skiftandi sam­ leikar alt eftir hvørjari støðu viðkomandi er í, kann tykjast trupult at knýta sam­ band millum einstaklingsfrásøguna og grund­søguna. David Kidd ph.d. frá The New School for Social Research hevur kannað ta ávirkan, dygdarbókmentir hava á lesaran. Kanningin vísti, at tey, sum høvdu lisið dygdarbøkur, vóru betur fyri enn onnur, sum høvdu lisið lættari bøkur og populervísindi, at avlesa kenslur hjá øðrum. Hann vísir á, at hetta er greitt tekin um, at fólk gjøgnum bók­ mentir menna størri empatisk evni, tí gjøgnum bókmentir verða vit tvingað at brúka tey fantastisku evni, vit hava at treingja inn í tankar og kenslur hjá øðrum, og tað vekur mentalar tilgongdir til størri innlivingarevni. Tey, sum lesa góðar bókmentir og duga at bróta tær kotur, sum fremja størri tekstfatan, fáa uttan iva eisini førleikar til at finna runt í einum frumskógi av inntrykkum, sum fjøl­saman­setti gerandisdagurin bjóðar sein­modernaða menniskjanum. Taka vit eina av teimum nýggjastu lesibókarøðunum, Hervør og Høgni, hjá Námi kemur greitt til sjóndar eitt tilvit um at knýta einstaklingssøguna at grund­søguni og ein samleikagerð, sum knýtir tað heimliga at umheiminum. Søguligt tilvit og mentanarligt tilvit standa eisini frammarlaga. Í teimum báðum síðunum, sum eru tiknar við her, síggja vit greitt, at føroyski dansurin verður settur saman við hipp hopp dansi, sum soleiðis umboðar nútíð og fortíð, einstaklingssøgu og grundsøgu. Sama mentanar­mótpar síggja vit í spølunum »Inn og út um gluggan« og »Kráka situr á steini«. Hugsa vit um samtekst, kunnu vit siga, at hetta virksemið í skúla­garð­inum er í andsøgn við tað, sum eyð­kennir gerandisdagin framman fyri telduna, og hevur tískil eitt greitt enda­mál, sum er at geva næmingunum ein sam­leika, sum hevur røtur í einum heim­ligum jørðildi. Tað, sum eyðkennir lesi­bóka­røð­ina, er, at hon tekur støði í ger­andis­degi og hugaheimi barnsins, og soleiðis er tekstgrundarlagið við til at skapa fortreytir fyri, at næmingar læra at kenna seg sjálvar og onnur aftur í teimum bókmentatekstum, sum verða lisnir í skúlanum. Fakligir førleikar og bókmentalestur Stanley Fish tyktist ikki serliga glaður fyri, hvussu bókmentir vórðu lisnar í skúla­samanhangi, meðan bæði Silvi Penne og David Kidd vísa á tann positiva týdning, sum bókmentir hava fyri sam­ leikan og mentala trivna næmings­ins. Tí er tað avgjørt at harmast um, at bók­ mentir­nar standa so veikar í nýggju náms­ætlanini til fólkaskúlan. Tá ið tað er sagt, so skulu vit eisini hava í huga, at bók­mentagreining og tulking gevur næm­ingum før­leikar at hugsa sjálv­ støðugt, at lesa millum reglurnar, at knýta tekst at samteksti og ikki minst før­leikan at skilja onnur, sum hava øðrvísi umstøður og hugsan enn ein sjálv/ur. Bókmentir eru tískil lykilin til bæði størri sjálv­sfatan og tilvit um seg sjálv í samfelags­ligum og sosialum saman­hangi, bæði tjóðar­liga og altjóðar­ liga í tíð og rúmi. Greinin byggir á: Silvi Penne, 2001: norsk som identitetsfag. Oslo: Universitetsforlaget. Sigrun Hjalmarsdóttir, 1998: Lesibókin. Hin gloymda barnabókin. Føroyskar lesibøkur 1891-1990. Høvuðsritgerð í bókmentasøgu á Føroyamálsdeildini. Fróðskaparsetur Føroya. Ikki útgivin. Vár í Ólavsstovu, 2011: Mellem tradition og modernitet. Færøskfaget og den færøskfaglige kontekst i national diskurs. En redegørelse og analyse af fagets idé, praksis og reception i det almene gymnasium. Syddansk Universitet. Undirvísingar­por­tal­urin hjá Námi er kallaður upp eftir Snar