Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-12, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2014síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 4 • 13. juni 2014 in høll av slíkum slag, er eitt ræðuligt stað, til sjónleik. Tað er nærum ógjør­ ligt at gera gott ljós og ljóð, og tað er ein torfør avbjóðing at fáa samband við áskoðarar­nar. Men onkursvegna megnaði manningin kortini at fanga og fasthalda áhugan hjá fjøldini. Í øllum førum flentu og klappaðu vit av heilum huga, frá byrjan til enda. Gamaní, á Norðoyastevnu eru øll glað, men ein so góður stemningur kemur ikki úr ongum. Rudolf Joensen og Jákup Veyhe høvdu samansett ein sterkan bólk av ógvuliga ymiskum týpum. Vit kunnu kanska gita okkum til, at sjálv prosessin at gera kabarettina, hevur verið eitt stríð, millum ymisk hugskot, ymiskan humor og ymiskan »spæli- stíl«. Men tað endliga úrslitið sýntist sum heild at vera væl integrerað. Leikarirnir »klæddu« hvør øðrum og saman­spælið var avbera gott. Tekstirnir vóru flest allir væl skrivaðir og leiklutirnir flest allir sannførandi. Sjálv samansetingin av sketchum, tættum, parodium, politiskari satiru og sosialari satiru, skapti eina flotta og fjølbroytta sýning, við sangum av øllum handa slag, frá klassiskt til country, og ikki at forgloyma, hetta so eyðkenda mjúkt-vibrerandi samkomu-soundið. Show­ menn eru ein fantastiskur live-bólkur, við nøkrum av bestu tónleikarum í landinum, og teirra spæligleði fekk veruliga fjøldina uppfrá. Hendinga ferð yvirdoyvdi tón­leikurin tekstin, men annars var ljóðblandið fínt. Pallurin sjálvur, sum var í tveimum hæddum við trappu ímillum, gav leikarunum góðar møguleikar, sum tey eisini dugdu at brúka. Sýningin var deiliga stramt komponerað, eitt innslag tók tað næsta uttan stórvegis steðg, og ljósið og tónleikurin bundu hegnisliga heild­ ina saman. Alt í alt, ein serstakliga væleydnað og pro­ fessjonelt samanskrúvað kabarett, ella rættari sagt, revy. Koreografi og stórskíggjar Skal ummælarin nevna okkurt minni gott, so saknaði eg til dømis koreografi av rørslum í felags-innsløgunum. Eg veit at tað krevur nógva eyka tíð og orku at venja, men tá øll syngja »demokra-tigið við tykkum« og tað ljóðar skidigott, so riggar tað milt sagt ikki serliga væl, at øll flákra hvør í sína ætt. Frí improvisasjón kann verða fínt, men so skal tað verða eitt tilvitað val. Pall­fram­førslur fyri 800 áskoðarum, í einum stórum rotnum rúmi, krevur sum áður nevnt stóra orku og stórt spæl, og tí helt eg at stórskíggjarnir órógvaðu heldur enn stuðlaðu fram­førsluni. Teir skaptu stílforvirring og fluttu fokus. Kanska kundi man spart stórskíggjarnar burtur, og brúkt pengarnar betri, til ein koregraf? Gott úr rúgvuni Viðvíkjandi innihaldinum, ella evnunum sum tey við­ gjørdi, so fekk man eina kenslu av »forútsigiligheit«, har samkomur, politikarar og geikarar vóru the usual suspects. Men viðvíkjandi forminum, vóru nakrar av hesum »afturgongunum« viðgjørdar so originalt, at tað einki gjørdi. Har var so nógv gott, at tær 2 síðurnar sum eg havi fingið tillutað langt frá strekkja til. Men til dømis var tað so heilt fantastiska grefligt og groteskt, tá Ria Tórgarð spældi maður, ella rættari sagt, ein arke­ typiskur bygdafrells-føroyingur, sum vildi hava bispin at víga seg, við Jákup Bernhardi, í drag-queen-grand- prix-kjóla. Tað var so frískt og frekt og queer sum tað kundi verða. Í sama sosial-satiriska stíli fekk hetta modernaða matsnobbaríið, sum hevur tikið seg upp seinnu árini, eisini nøkur speisk orð við á vegnum. Á gourmet-restaurant borðreiddi tey við brostnum stórhvali og longulivur í likkuskvettasós, meðan ein creepy Høgni Olsen messaði postmodernaðar yrkingar um eygnalok og vesi-lok. Deiliga skeivt og klikkað. Ikki minni svakt bleiv tað tá Jensina Olsen sum psykotiskur sálarfrøðingur sannførdi eitt púra vanligt lukkuligt par um at teirra hjúnarband var nakað lort: »Hesin nøgdsemis-svullurin, sum spríkir út ígjøgnum æðrarnar á tykkum, nyttar ikki ein skid!« Úr tí politiska veruleikanum var innan­hýsis fundurin hjá Fólkaflokkinum eisini eitt originalt og óvæntað innslag, við vælskipaðum klassiskum sangi. Handan kulissurinar brast ein operaduett-duell á, millum ein stórhentan Jørgen Niclassen og eina stóroygda Anniku Olsen. J: Tú skalt gera kaffi! A: Nei, tað vil eg ei. Eg fekk fleiri stemmur! J: Men tað eri eg sum be-stemmi! Tann totalforvirraði Jógvan á Lakjuni, í praktfullari tulking av Jákupi Veyhe, royndi at mekla teirra millum, stakkalin, men mól bara alt uppí ein ellibita. Men mín absolutti favorittur leygarkvøldið, var tá eitt provo­ker­ andi høvd undir einum grýtuloki, ákallaði sær minni­ luta-verju fyri happing av øllum handa slag. Jákup Veyhe var ikki bara ein kroppleysur astmatikari við eksemi, hann var eisini ein muslimskur og lesbiskur albino-porkeningur frá Namibia, sum ikki vildi eta kjøt, tí hann var vegetar! Summir minnilutar rópa rímiligt harðari enn aðrir, men Jákup skrálaði so skingurt, at vit til endans slettis ikki skilti hvat hann segði. Ein óvan­ liga gløgg sketch, og hartil djørv, í hesum døgum, má sigast… Parodiir mugu prioriterast Talent forpliktar. Tá Hilmar Jan er við, væntar áskoð­ arin góðar parodiir. Men eftir mínum tykki kundi okkurt Professjonell og provo­kerandi kabarett í Klaksvík E Hallarkabarettin hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag , sum var framførd á Norðoyastevnu fyri okkurt um 2300 fólkum, var gløgg og góð, frísk og frek. Áskoðararnir toku væl undir við framførsluni, og tann hálvi annar tímin kendist ordiliga stuttur, tí tað var so stuttligt Annfinnur Heinesen kulturkorrespondentur, Klaksvík Ein vælupplagdur VælSigvaldur í serious Bispnis UMMÆLI