Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-12, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2014síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 4 • 13. juni 2014 verið valt frá. Prins Henrik ljóðaði meira sum ein grøn­lendari enn ein fransmaður, og bispin hava vit sæð dekan ov ofta. Men tá tað er sagt, so staðfesti Hilmar Jan enn einaferð, at hann telist millum føroya bestu herm­arar: Jógvan Arge og Tróndur Patursson vóru væl trofnir, og fáur mundi ivast í hvør var inspirasjón til tann smákiksaða brilluskortin við tí lítlu akslataskuni og teimum okkurt um 2375 spurningunum: »vissi tú ikki svarar ordiligt, so avdúki eg teg!«. Parodiin uppá pastorin, sum var meira kenslur enn kyn, var eminent, og í somu vælskrivaðu sketch rakti Jensina Olsen eisini snórabeint við tí karakteristisku knarrandi røddini, hjá sexologinum, sum var nógv meira kyn enn kenslur. Og apropos tað lokala: Sekundið sum gekk, frá tí at Jákup Bernhard Brim Joensen kemur sníkjandi inn við yvir­skeggi, frakka og myndatóli, og til áskoðarnir kenna Oliver á Norð­lýsinum, og brustu út úr, var óluksáliga stutt. Hann gjørdi so lítið, men tað riggaði so væl. Jákup Veyhe prógvaði enn einaferð at hann hevur eitt natúr­talent fyri timing og tóna, tá hann vísti okkum ein løg­mann, sum var góður við øll og hevði álit á øllum – sjálvt fíggjarmálaraðharranum: »Jørgin… (kunstpausa) er… (kunstpausa) ein fittir… (kunstpausa) bandittir!« Tann politiska satiran er torfør, ikki minst tí hon ofta, á sama hátt sum tíðindi, krevur at verða viðkomandi og aktuel. Í so máta var tað flott, at Jákup Veyhe náddi at dagføra sína einarøðu, so hon eisini fangaði tað sum løgmaður hevði sagt dagin fyri. Morreytt við Máta Kanska skuldi eg, av øllum, ikki verið tann fyrsti til at grenja um ónærisligheitir. Men í hesum føri meti eg, at tað kundi verið ein fyrimunur fyri sýningina, um tað morreyða bleiv doserað við máta, og at summir seksuellir yvirtónar blivu transponeraðir niður til undirtónar. Í øllum førum kundi raðfylgjan á inn­ sløg­unum verið løgd, so tilsipingar til tað sum rørist »sunnanfyri markið«, ikki komu slag í slag ígjøgnum allan fyrra part av sýningini, men bleiv fordeilt strateg­ iskt út á alla sýningina. At bommini so at siga, blivu bland­aði eitt sindur betri, isjannoyt? Jú gamaní, tað fúla hevur oftani eina forloysandi funksjón í skemti. Kann­ ingar hava staðfest hvussu eitt slag av comic reilief kann fanga áskoðarin meðan hann er verjuleysur, og líka­sum kløkka hann til at flenna spontant. Tað sigst at hita látur-vøddarnar upp og opna áskoðarnar til at taka væl ímóti øðrum, og meira »kompleksum« sløgum av humori. Kanska høvdu fyrireikarnir lisið hesar kann­ ingar, og lagt skránna hareftir….? Tað lokala? Styrkin hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur altíð verið tað stuttliga. Tey hava spælt hópin av vældámdum og væl­vitjaðum skemtileikum, og Norðyastevnu-teitið, sum gjørdi gjøldur við lokalum persónum og hend­ ingum, var fast á skránni fleiri ár á rað. Oftast vóru tað bara norðingar sum stóðu á pallinum, og norð­ingar sum fingu toyggið. Men eftir at konseptið við Hallar­kaberett­ unum tók seg upp fyri 6 árum síðani, er hópurin so líð­ andi vorðin styrktur við fólki uttanífrá. Eg hugsi tað er ikki ørðvísi enn tá kappróðrarbátarnir verða mann­ aðir við avbygdamonnum ella tá fótbóltsliðini keypa spælarar uttan úr heimi. Í einum lítlum landi har talent­massin er avmarkaður, kann tað vera ein fyri­munur at blanda bommini. Men onkur vil tó verða við, at tað órógvar innihaldið, ella sum ein segði við meg niðri á Vágsbøi: »Har er einki lokalt eftir, hatta er bara blivin ein pengamaskina!«. Tá eg sama kvøld fór til sýningina, royndi eg at leggja mær í geyma, um tað lokala mundi verða eitt sindur forfjónað í kabarettini. Og eftir mínum tykki var tað als ikki so illa statt. Gamaní, tilsipingin til reyvarbøllarnar hjá Jan Gardar og fyri­lestrarnar hjá Niclas Hera gav ikki meining sum annað enn namedropping, eitt slag av lokalum hjáputri. Men fleiri innsløg vóru væl undirbygd við aktuellum lokalum referansum, m.a. Fagraberg og Ågot, Jógvan Skorheim og kongaligar vitjanir, nýggja Betesda og Kirkjan, Ran og Norðlýsið, og ikki at forgloyma allar teir lokalu klassikarnar sum Showmenn spældu hjá Straight Ahead, Annfinn & Co, Dynamitt, Hjarnar, Frændur, o.ø. Men fyrireikarnir gjørdu uttan iva til­vitað nógv burturúr tí specifikt landspolitiska og tí generelt føroyska, tí tey vildu fevna eitt sindur breiðari. Teir Norðoya­stevnugestirnir sum koma gjøgnum undir­ sjóvar­tunnilin mugu eisini fáa okkurt burturúr. Ongan­ tíð betri, um tað samstundis merkir at Klaksvíkar Sjón­ leikarfelag eisini fær eitt sindur meira burturúr. Nú eri eg kanska ikki tað skjótasta prutlið á keiini, men eg fangaði ongantíð hvat heitið á kabarettini »Luktur í Smakkinum« merkti? Nå men, uttan mun til hvat undirritaði ummælari hevur skilt ella misskilt, so talar móttøkan hjá áskoð­ arunum fyri seg. Og eitt er so púra vist, at høvdu vit havt eitt »flenni-metur« í Bad­mintonhøllini leygar­ kvøldið, so hevði tað brost­ ið, minst líka so hart sum stór­hvalurin. Koregrafiin kundi verið betri Ein sannførandi Oliver á Norðlýsinum Myndir: Eyðbjørn Jacobsen