mikudagur 16. juni 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 112 - 16. juni 2004
Nr. 112 - 16. juni 2004
13
– ALV-stýrið hevur
havt eina tilvitaða
ætlan við tí ákærandi
skrivi, eg fyri stuttum
fekk sendandi, og
uttan at eg havi fingið
møguleikan at verja
meg, verðið eg nú
sagdur úr starvi, sigur
skúlastjórin á ALV-
skúlanum við Áir í
32, Øssur av Steinum
UPPSØGN
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
63 ára gamli Øssur av
Steinum hevur arbeitt á
serskúlanum við Áir síðani
1972, og tók hann við
skúlastjórasessinum í 1980.
Nógv er hent hesa tíðina
kring skúlan við Áir, og
nógv útskifting hevur verið
í ALV-stýrinum. Øssur av
Steinum hevur í tíðar-
skeiðnum frá 1980 til í dag
verið skúlastjóri, men nú er
hetta so eitt liðugt kapitull
fyri hann.
Gamal og ónýtiligur
Øssur av Steinum greiðir
frá, at hann ikki skilir við-
ferðina, hann hevur fingið
frá stýrinum, og hann hel-
dur, at tey hava skotið við
síðuna av í tí ætlanarskrivi,
hann fekk herfyri. Men
hvørjar
vóru
ítøkiligu
grundgevingarnar fyri upp-
søgnini?
– Tað var sagt í skrivin-
um, at eg var gamal, ósam-
arbeiðsvilligur, ónýtiligur,
hevði givið skeivar upplýs-
ingar og hevði tikið avgerð-
ir, eg ikki hevði heimildir
til, men hetta skilji eg ein-
falt ikki. Eg fekk at vita, at
eg hevði tvær vikur at verja
meg í, og síðani varð sam-
tykt, at eg skal sigast úr
starvið í seinasta lagi 1.
august 2004, greiðir Øssur
av Steinum frá.
Hann heldur tað vera
hugstoytandi, at hann als
ikki hevur fingið høvi at
svara fyri seg og koma á tal
við ALV-stýrið, áðrenn
stríðið kom so langt.
– Tá trupulleikar og
ósemjur eru, plagar ein
vanliga at seta seg niður og
práta um tingini, men uttan
at varnast nakað fekk eg
eitt skriv við uppsagnar-
freist og grovum ákærum,
og veruleikin er, at avgerð-
in longu varð tikin av ALV-
stýrinum, áðrenn eg yvir-
høvur slapp til orðanna,
sigur Øssur av Steinum.
Hann heldur, at hann á
henda hátt hevur verið
verjuleysur og ikki fingið
sømiliga og rættvísa við-
gerð av ALV-stýrinum.
Men um ALV-stýrið hevur
skotið so langt við síðuna
av, hvat eru so veruligu ors-
økirnar til uppsøgnina av
Øssuri av Steinum?
– Eg veit einfalt ikki, er
greiða og einfalda svarið
hjá Øssuri. 63 ára gamli
uppsagdi skúlastjórin hevði
annars ætlanir um at rigga
av í næsta ár, og tí er upp-
søgnin ein sera keðiligur
endi á einum tíðarskeiði í
einum skúla, hann hevur
varað av í 24 ár.
Føroya Lærarafelag til
hjálpar
Øssur av Steinum sigur, at
ALV-stýrið tilvitað hevur
lagt ætlanir um, nær ákær-
andi skrivið skuldi sendast
til Øssur, har hann fekk at
vita, at hann var ein trupul-
leiki, og at hann skuldi sig-
ast úr starvi.
– Timingin við skrivinum
er planløgd. Próvtøkurnar
fóru júst í gongd á skúl-
anum, og løgtingið fór um
somu tíð í summarfrí. Hetta
visti ALV-stýrið, og tí hava
tey valt júst hesa tíðina á
árinum, sigur skúlastjórin.
Hann væntar, at onkur
fyrispurningur hevði verið í
tinginum um málið, um
tingið ikki var farið í
summarfrí, og sambært
Øssuri er altíð meiri at gera
í próvtøkutíðini enn aðrar
tíðir.
– Eg havi als ongan
møguleika fingið, og stýrið
hevur í veruleikanum tikið
avgerðina um mína upp-
søgn, áðrenn eg saman við
sakførara mínum fekk høvi
at verja meg í tvær vikur,
sum ikki hjálpti serliga
nógv, sigur Øssur av Stein-
um. Hann vónar, at fakfel-
ag hansara, Føroya Lærara-
felag, fer at gera okkurt við
málið og verja hann.
Ósannar ákærur
Spurdur meiri nágreiniliga,
hvørjar ítøkiligar ákærur
eru í skrivinum frá ALV-
stýrinum, fer Øssur aftur í
fortíðina og byrjar at greiða
frá ymsum viðurskiftum,
sum møguliga eru orsøkir
til núverandi stríð.
Øssur av Steinum sigur,
at tíðarskeiðið síðani 1980
hevur verið eyðkent av
áhaldandi broytingum og
útskiftingum, og kanska
eru orsøkirnar fyri núver-
andi stríði at finna í fortíð-
ini, hóast hann einki skeivt
sigur seg hava gjørt, og
hóast hann einki ítøkiligt
boð hevur uppá, hvat í for-
tíðini kann vera ein orsøk
til uppsøgnina.
– Seint í 90´unum var
Jákup Lindenskov formað-
ur í stýrinum og segði fyri-
støðukvinnuna á skúlanum
úr starvi. Beint eftir hetta
segði alt stýrið seg sjálvt úr
starvi, og so varð eg noydd-
ur at vátta lønir og standa
fyri tí umsitingarliga, tí
eingin hægri myndugleiki
var har, greiðir Øssur frá.
Síðani kom Helena Dam á
Neystabø til sum avvarð-
andi landsstýriskvinna, og
hon setti nýtt ALV-stýri við
Bartali Kass á odda á
nýggjári í 2000.
– Hesi lovaðu okkum
gull og grønar skógir, men
eftir ein einstakan fund sóu
vit ongantið halaferðina
aftur á teimum. Tey settu
eina
nýggja
fyristøðu-
kvinnu, men starvsfólkini
vóru so ónøgd við hesa, at
eg varð noyddur at boða
stýrinum frá, og so var
kvinnan flutt, greiðir Øssur
frá. Hann fekk í 2001 síð-
ani sjálvur bræv frá stýrin-
um um, at nú hevði hann
pedagogisku, undirvísing-
arligu og umsitingarligu
leiðsluna, og síðani hevur
hetta verið støðan.
Øssur av Steinum hevur í
hesum tíðarskeiði tikið av-
gerð um, at útgjaldingarnar
hjá skúlanum skulu fara
gjøgnum gjaldstovuna, tí
ALV-skúlin kom á fíggjar-
lógina 1. januar 2003.
Hetta varð gjørt í samráð
við Fíggjarmálaráðið eftir
ynski frá Fíggjarmálaráðn-
um. Eisini hevur hann ar-
beitt fyri, at ALV-skúlin
skuldi flytast frá Almanna-
málaráðnum til Menta-
málaráðið.
– Hesar broytingar og av-
gerðir mínar er ein av ákær-
unum hjá stýrinum móti
mær, men Fíggjarmálaráð-
ið staðfesti undan hesum
broytingum, at eg hevði
fullar heimildir og avgerð-
arrætt til at fremja hetta, so
hasar ákærurnar hjá stýrin-
um halda ikki, sigur Øssur
av Steinum.
Sambært Øssuri er onkur
av hesum broytingum hans-
ara í fortíðini møguliga
orsøkin til, at hann nú verð-
ur koyrdur frá. 63 ára gamli
skúlastjórin skal sum nú er
vinka sínum lívsverki Við
Áir farvæl áðrenn 1. aug-
ust.
Øssur av Steinum:
Eg eri órættvíst viðfarin
Tíverri fingu vit hvørki høvi at fáa viðmerkingar frá
Føroya Lærarafelagi – fakfelagnum hjá Øssuri av
Steinum – ella forkvinnuna í ALV-stýrinum, Doris
Hansen. Vónandi er hetta gjørligt í komandi útgávu.
- Tað var sagt í skrivinum frá ALV-
stýrinum, at eg var gamal,
ósamarbeiðsvilligur, ónýtiligur, hevði
givið skeivar upplýsingar og hevði
tikið avgerðir, eg ikki hevði heimildir
til, men hetta skilji eg einfalt ikki,
sigur 63 ára gamli uppsagdi
skúlastjórin Við Áir, Øssur av Steinum
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
80 ár
Í dag, 16. juni, verður Niels Juel Arge, Klaksvík, 80
ár. Dagurin verður hildin heima saman við teimum
nærmastu.
30 ára starvsdagur
Mín góði vinur Jákup Frants Larsen. Tíverri lá tað
ikki fyri at vitja teg tann dagin, tá ið kommunan
hevði opið hús.
Ja, at hava sitið í 30 ár sum skrivari í kommununi,
tað eru ikki 30 dagar, nei, tað fer upp um 10.000
dagar. Tað eru nógvar fundarfrásøgnir og nógv orð
skrivað øll hesi ár.
Nú kom eg at kenna Jákup Frants sera væl meðan
eg sat í bygdaráðnum í mong ár. Eg kom skjótt at
síggja, at Jákup Frants var ein persónur, sum ein
kundi líta á allan vegin ígjøgnum.
Ein tekur ikki munnin ov fullan, tá ein metur hann
sum eina alfrøðibók (leksikon). Hann er inni í øllum
tingum, hann er ein sera gløggur maður og sera
beinasamur maður at hjálpa, um ein heitir á hann.
Hann var og er nógv avhildin av teim bygdaráðnum,
ið hava sitið, og eisini av sínum bygdarfólki.
Kommunan hevur eisini ein annan sera fyrikom-
andi og beinasaman mann at hjálpa, har tað er neyð-
ugt. Tað er Pætur Joensen, verkfrøðingur. Hann hev-
ur eisini sitið í nógv ár á skrivstovuni. Kommunan er
annars sera væl fyri. Her verður nógv gjørt, so Pætur
hevur ígjøgnum hesi mongu árini lagt nógv
stórarbeiði til rættis, og sum nú eru liðug gjørd.
Fuglfirðingar hava eisini ein sera skilagóðan og
ágrýtnan borgmeistara. Og tá hann so hevur gott
fólk aftan fyri seg, tað veri seg býráðslimir, skriv-
stovufólk og borgararnar, so kann tað ikki annan enn
ganga væl í einum býi.
Eg ynski tykkum góða eydnu í framtíðini í tykk-
ara arbeiði.
Símun P. Poulsen
Fyrrv. bygdaráðslimur
Mánadagin 14. juni 2004 fingu næmingar á Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla og Maskinmeistaraskúlanum prógv í
dugnaskaparútbúgving í motorpassing.
Aftara rað frá vinstru: Steen Juul Petersen lærari, Zacharias Bech, Virgar Zachariasen, Jónleif á Svínafløtti, Ólavur Jacobsen,
Eyðfinnur Steffansson.
Fremra rað frá vinstru: Fritleif Henriksen kvøldskúlastjóri, Gunnar Skúvadal, Christian Christiansen, Tórbjørn Sæbúð, Pætur
Hansen.
Andras Mortensen og Martin Thomsen mangla á myndini
Mynd: Magnus Gunnarsson
Dugnaskaparútbúgving í motorpassing
17. juni verður maðurin sjeytifimm.
Er okkum lív lagað, so blíva vit tað,
sum eingin vil, gomul. Hóast ald-
urin nartlar av okkara kroppi tíðliga
og seint, so taka hesar flidnu rendur
væl ímóti aldurdóminum. Ja, hjá
føðingardagsbarninum stendur við
klettin, nú hann fer um Kappan.
Hann hevur í lívi sínum verið stak
arbeiðssamur, treiskur og fram-
fýsin, og ikki sørt av lívrunnum
mentanarmynstri er í Fuglafirði,
sum hann hevur verið við at mynda.
Hornorkestrið og Badmitonfelagið
var hann við at stovna, virkin í
Sjónleikarfelagnum og Fuglafjarðar
sangkóri í mong ár, kvøldskúlanum
og ikki minst í handilsskúlanum,
sum hann leiddi frá 1968- 82. Hans-
ara dagliga yrki var lærari í Fugla-
fjarðar skúla frá 1953 til 1981, og
eftir tað fór hann í starv í Lands-
skúlafyrisitingini sum undirvís-
ingarleiðari til 1996, tá ið hann
legði frá sær vegna aldur.
Hetta er so ein partur av tí, sum
hann hevur nomið við í sínum lívs-
yrki.
Arnold rennur ikki løturnar av
sær í kurvastólinum, men dagliga
gongur hann niðan á Skarð, ja,
hansara navn átti ikki einans at
staðið í bókini Føroyskir fólka-
skúlalærarar, men eisini í Guinnes,
sum maðurin, ið hevur verið á
Skarðinum flestu ferðir. Myndin av
fólki, sum hava gingið hesar leiðir
dag um dag og ár um ár, er tær í
huga. Farleiðin, har forfedrar okk-
ara gingu, tá ið farið varð á fjall, til
neytar, í torv, og ørindi bygdanna
millum, so var tað Skarðið, portrið,
sum farast skuldi um - norðurum til
skyldfólk og kenningar, men hugs-
andi er, at Skarðið dregur. Um-
hvørvið her er fjálgt og hugnaligt á
summrið - men sanniliga eisini
kann tað bíta frá sær á hávetri, tá ið
landnyrðingurin hvessir á tonn, tá er
ikki tespiligt á Skarðinum.
Her uppi situr tú í tínum egnu
tonkum og hugsar. Portrið á Skarð-
inum er ein ikon, íð letur upp fyri so
mongum, og í Arnoldsa verð eru so
nógvar søguligar ikonir, sum dag og
dagliga renna kapp við vitan hans-
ara um søgu og søgulig brøgd víða
um. Áhugin fyri tí søguliga hevur
altíð verið stórur, og nógvar hava
løturnar verið, tá ið søgumaðurin
Arnold segði frá bæði í skúlanum
og heima við hús. Tá er hann um-
broyttur í sini vitan, og vit onnur,
sum bert vita eitt dism av tí søgu-
liga, mugu bert taka hetta til eftir-
tektar og goyma tað í onkrari skuffu
í "hardiskinum" og trýsta á "safe
as".... sum Arnold segði.
Ikki bert Skarðið dregur, men
eisini pensjonistasvimjingin leygar-
morgun í vátum vatni eru løtur,
sum eru ógloymandi, tá ið menn,
pensjonistar í svimjihylinum, siga
frá livandi løtum í tí farna . Hetta er
næstan sum í tí gamla Rom, men
munurin er bara tann, at hetta eru
vanlig fólk - fæloys-ingar og gott
fólk, sum eiga hesa løtuna. Her
svambla 75 ára gamlir menn sum
selur á sundi. Arnold er ein teirra og
brúkar hann allar sínar likamligu og
søguligu hestakreftir til svimjingar-
løtuna leygarmorgun.
Tá ið menn eru lidnir við svimj-
ingina, hevur Arnfinnur Olsen
borðreitt við morgundrekka, boll-
um, osti og gulari piparfrukt. Ja,
hetta er ikki einans gamlamanna-
kæti, sum dregur av sær, men hetta
er sannur "kulturur" - ein nýggjur
táttur í okkara fólkamentan í bygd-
ini.
Nú Arnold fer um tey sjeytifimm
árini, er hetta ein heilsan ovast uppi
frá og í lítla morgunhavið í skúlan-
um. Heilsaður verði tú á føðingar-
degi tínum við ynskjum um nógvar
góðar túrar niðan á Skarð og
svimjiløtur í svimjihylinum saman
við pensjonistabólkinum In á
Yellow Submarine.
Hjartaliga til lukku
Frits
Arnold Abrahamsen sjeytifimm ár
C
M
Y
K
13
12
NØVN Í VIKUNI
Dagurin
16. juni. Tycho. Í fjórðu ella fimtu øld var hann
biskupur í Amatus á Kypros.
Niels Juul Arge 80 ár
Niels Juul varð føddur 16. juni 1924 í Klaksvík.
Foreldur hansara vóru, Petra Joensen hjá Óla
klokker og Magnus Arge, vanliga róptur Argja
Magnus.
Niels Juul og Óluva vóru tvíburðar og nummar trý
í røðini av 9 systkjum.
18. desembur í 1949 giftist hann við Henriettu
Hansen, vanliga rópt, Eia. Tey eiga børnini Siggu,
gift við Kára Borgarklett, Petru, gift við Hjørleif
Poulsen og Andrias, giftur við Gunnhild Waag
Høgnesen. Niels Juul eigur 9 abbabørn, sum trúliga
vitja abba og ommu.
Sum blaðungur fór hann í blikksmiðjulæru á
Fornagørðum, og 7. februar í 1949 byrjaði hann fyri
seg sjálvan. Tað er lív í blikksmiðjuni enn, og eru tað
dóttirin, Sigga og versonurin, Kári, sum reka blikk-
smiðjuna.
Tað, sum Niels Juul helst er mest kendur fyri, er
klokkarastarvið í Christianskirkjuni, sum hann
trúfast hevur røkt, síðani hann í 1960 tók við
starvinum eftir faðir sín. Frammanundan hevði hann
avloyst pápa sín, og í mai í ár vóru liðin 65 ár, síðani
hann ringdi í gomlu kirkjuni á fyrsta sinni.
Klokkarastarvið hevur á ein hátt gingið í arv, og
tók pápi Niels Juul við starvinum eftir verfaðir sín.
Nú eru tað sonurin, Andrias og versonurin Hjørleif,
sum avloysa Niels Juul, tá honum býðst frá.
Í samkomuni, Emmaus, hevur hann eisini verið
sera virkin, bæði á møtum og í sunnudagsskúlanum.
Niels Juul dámar sera væl at fáast við seyð, og
dagliga hevur hann verið at sæð á trøðni millum
Grøv og Oyrar, har hann eisini veltir epli og setur
niður rabarbur.
Flestu rundu føðingardagar, hava Niels Juul og
tvíburðasystirin, Óluva, hildið saman, og høvdu tey
sæð fram til at halda 80 ára føðingardagin saman í
kirkjukjallaranum. Men so skuldi ikki verða. Óluva
varð tikin heim til Harran og borin til hvíldar
seinasta mikudag.
Vit ynskja Niels Juul hjartaliga tillukku á stóra
degnum og Harrans signing á lívskvøldinum.
Føðingardagurin verður hildin heima saman við
familjuni.