Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juni 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. juni 2014 · Nr. 67 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ???????????????? álopin av rá - Tað var ikki fyrr enn eg bleiv sligin í andlitið, at eg varnaðist, at hetta ikki bara var nakað fjas, sum vinfólkini høvdu funnið uppá. Tá bleiv eg eisini av álvara bangin og visti, at talan als ikki var um spæl. Soleiðis sigur 27 ára gamla Olga Arnfinnsdóttir, sum 2. páskakvøld bleiv álopin av tveimum ránsmonnum Rannvá G. Fossaberg Mynd: Álvur Haraldsen – Eg hevði ongantíð hildið, at ein slík hending kundi fara fram í Føroyum, og so als ikki, at eg sjálv skuldi enda í eini tílíkari støðu. Eg havi jú altíð kent meg trygga í Føroyum. Tað sigur 27 ára gamla Olga Arn­finnsdóttir, ið arbeiðir sum tænastuleiðari á mat­stov­uni Burger King, sum er í SMS í Havn. Fyri skjótt hálvumøðrum mánaði síðani kom hon út fyri eini hending, sum av álvara hevur merkt henn­ara gerandisdag líka síð­ani. Tá Burger King lat aftur 2. páskakvøld skuldi Olga Arnfinnsdóttir sum van­ligt yvir í Bank Nordik at avlevera ein part av inn­komna peninginum tann dagin. Peng­arnir vóru í trim­um sokall­aðum penga­lumm­um, sum hon skuldi leggja inn í skuff­una við høvuðsdyrnar í bank­anum. Teinurin frá Burger King yvir í bankan, sum hon er von við at ganga so at siga hvørt kvøld, bleiv tó alt annað enn vanligur. Olga Arnfinnsdóttir bleiv álopin av tveimum monn­um, ið rændu tann eina penga­lumman frá henni. – Hetta er ein hending, sum eg ivaleyst ongantíð gloymi, og álopið hevur eisini havt stóra ávirkan á meg og mín gerandisdag, men nú royni eg at koma fyri meg og hyggja fram­eftir, sigur Olga Arn­finns­ dóttir. Bleiv sligin í andlitið Tað hevði verið ein friðarligur arbeiðsdagur í Burger King, tá Olga Arnfinnsdóttir 2. páska­kvøld byrjaði at lata mat­stovuna aftur klokkan 23. Ein vinmaður hennara kom framvið við sigarettum, tá hon var í fer við at steingja. – Hann segði fleiri ferðir, at tey vóru nøkur, sum fóru í býin, og tey vildu fegin hava meg við. Men eg skuldi til arbeiðis tíðiliga morgunin eftir, so tað tímdi eg ikki. Hann fór avstað, og eg rigg­aði alt av inni í matstovuni sum van­ligt, fortelur Olga Arn­finns­dóttir. Tá kassin er taldur, sigur Olga Arnfinnsdóttir við tveir starvsfelagar, at hon fer yvir í bankan við pengunum og er aftur um tríggjar minuttir. – Tað var rættiliga myrkt úti, eingi fólk vóru at síggja, og alt tóktist at vera soleiðis, sum tað plagar. Eg var í góðum lag, og haldi eg sang okkurt lag fyri mær sjálvari á veg yvir til bankan, greiðir Olga Arnfinnsdóttir frá. Tá hon kemur til stóru trapp­ una, ið er upp til høv­uðs­dyrnar í bankanum, loypa tveir menn á hana. Teir eru í hetturtroyggju og hava mask­ur fyri andlitini, sum hava deydningahøvd á. – Tann eini biðjur meg geva sær pengarnar við heilt vanligari rødd. Eg hugsi alt fyri eitt, at hetta er vin­mað­urin, sum kom framvið fyri løtu síðani, og so onkur vin­kona, tí tey vilja hava meg við í býin, og tí tvætla tey soleiðis, fortelur Olga Arnfinnsdóttir, sum tó eftir lítlari løtu gerst greið yvir, at talan ikki er um vinfólkini. – Eg standi og togist við tann eina, sum roynir at fáa mappuna frá mær. Eg veit ikki hví, men eg sparki hann so í síðuna, og tá er tað hann slær meg í andlitið, soleiðis at eg detti niður á vegin. Menn­ inir taka tann eina penga­lumman og halda til beins. Ikki fyrr enn tá gongur av álvara upp fyri mær, at her er okkurt heilt galið, sigur Olga Arnfinnsdóttir. Alt bleiv ruðuleiki Eftir at menninir eru rýmdir, skundar Olga Arnfinnsdóttir sær inn í Burger King aftur. Ikki fyrr enn tá kemur ein reaktión. – Eg setti meg út á gongina, sum er aftan fyri Burger King, og tá byrjaði eg brádliga at kikka eftir ondini, og merkti, at eg hevði torført við at anda, minnist Olga Arnfinnsdóttir, sum skjótt fekk hjálp frá ein­um starvsfelaga úr Sunset, sum hoyrdi hana. – Tað einasta, eg hugsaði um, var, at tað manglaði ein penga­lummi, og at vit máttu hava fatur á politinum. Men nummarið til politiið og enntá 1-1-2 kundi eg ikki minnast, so eg fekk starvsfelagan at ringja fyri meg, greiðir Olga Arnfinnsdóttir frá. Tríggir vaktir í SMS komu í Burger King og prátaðu við hana, og eftir eini lítlari løtu kom politiið á staðið. – Eg var øgiliga kløkk um, at eg var blivin sligin, tí tað havi eg ongantíð upplivað. So tað hugsaði eg nógv um og var rættiliga sjokker­ að av júst hesum. Men alt gekk so skjótt fyri seg, tí innan fáar minuttir vóru sporhundar uttan fyri, fleiri politistar, klæðini, eg var í, skuldu til kanningar, og eg sjálv skuldi til avhoyringar á politistøðini. Eg minnist tað sum rættiliga kaotiskt, sigur Olga Arnfinnsdóttir, sum fekk ein vinmann at koma við sær á politistøðina. – Har greiddi eg frá hend­ingini fleiri ferðir, og tá einir tríggir tímar vóru farnir, slapp eg heim. Bæði politistarnir og vinmaðurin søgdu við meg, at eg ikki skuldi vera einsamøll, men beint tá kendi eg meg nøkunlunda og helt ikki, eg hevði tørv á, at nakar skuldi vera inni hjá mær, sigur Olga Arnfinnsdóttir og heldur fram: – Eg minnist væl, at eg kom inn, og so stongdi eg hurð­ina. Tað plagi eg ongantíð at gera. Eg fór so beint yvir til telduna at googla eftir hettu­troyggjunum, sum menn­inir, ið lupu á meg, vóru í. Eg haldi ikki, at eg hugsaði heilt klárt akkurát tá. Eg legði meg seinni at sova, men sovnaði ikki fyrr enn einaferð út á fyrrapartin, sigur Olga Arnfinnsdóttir. Nógvar søgur og gitingar Dagin eftir hendingina fór Olga Arnfinnsdóttir á ar­beiðs­plássi fyri at práta við leiðararnar og stjóran, og hon kendi seg so mikið væl, at hon helt, at hon bara skuldi arbeiða sum vanligt. – Eg hugsaði ikki so nógv um hendingina henda dagin, tá eg fór til arbeiðis, men nógv fólk høvdu frætt um álopið, og øll ringdu tí fyri at vita, hvussu eg hevði tað, minnist Olga Arnfinnsdóttir. Henda dagin fór hon eisini á skaðastovuna. Onkur hevði sagt við meg, at eg átti at farið, tí eg hevði so ilt í and­ litinum, serliga høkuni, og so hevði eg okkurt skursl á alboganum. Læknin harúti konstateraði, at eg var