mánadagur 16. juni 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 16. juni 2014 · Nr. 67
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
????????????????
ánsmonnum
óvanliga eym í andlitinum og at
eg hevði fingið okkurt á annan
albogan, tá eg datt av slagnum,
sigur Olga Arnfinnsdóttir.
Næstu dagarnar var hon eisini
til arbeiðis og royndi at hava ein
vanligan gerandisdag, men tað
var ikki heilt lætt.
– Fjølmiðlarnir gjørdu nokk
so nógv burtur úr hendingini,
og tað tóktist mær, sum at øll
snakkaðu um tað. Eg minnist
serliga vælt a einu ferðina, eg
fór oman í kioskina í Miklagarði.
Á torginum í SMS prátaðu fólk
um hesa stakkals gentu, sum
var álopin, og tað sama prátið
hoyrdi eg, meðan eg stóð í røðini
til kioskina. Tað var undarligt, tí
brádliga var hetta ikki bara onkur
tilvildarligur persónur, sum var
álopin, og fólk snakkaðu um. Nú
var tað knappliga eg sjálv. Tað
var als ikki ein góð kensla, sigur
Olga Arnfinnsdóttir.
Tá Olga Arnfinnsdóttir eina
viku aftan á hendingina skal til
arbeiðis ein mánamorgun, kemur
ótti brádliga á hana, og hon klárar
ikki at fara til arbeiðis.
– Eg veit ikki, um tann veruliga
reaktiónin kom tá, ella hvat tað
var, men eg kendi meg ótrygga og
var eitt sindur bangin. Eg sá meg
ikki føra fyri at gera mítt arbeiðið,
og ringdi tí til leiðaran og segði,
at eg ikki kom til arbeiðis, greiðir
Olga Arnfinnsdóttir frá.
Avtala varð gjørd um, at Olga
Arnfinnsdóttir skuldi vera heima
í ein mánað og koma fyri seg. Teir
fyrstu dagarnir vóru strævnir.
– Eg hevði tað undarligt. Eg
kundi standa undir brúsuni og
brádliga fara at gráta, uttan at
eg visti hví. Fór at hugsa um,
at eg hevði sparkað tann eina
mannin undir álopinum, og hvat
nú um hann hevði havt knív
uppi á sær, hvat annað høvdu
teir kunna gjørt og so framvegis.
Teir tankarnir fyltu nógv, sigur
Olga
Arnfinnsdóttir
og
vís
ir samstundis á, at tveir dagar
eftir álopið hevði hon fingið
kreppuhjálp, sum annars
hjálpti rættiliga væl tá.
– Men tað, sum
ørkymlaði
meg
rættiliga nógv
hesa tíðina,
var,
sum
at
øll
onnur rundan um meg vistu
alt møguligt um hetta málið.
Upplýsingar sum eg sjálv einki
kendi til. Tað, sum eg visti, var
tað, sum tíðindaportalarnir skriv
aðu, sigur Olga Arnfinnsdóttir.
Errin av sær sjálvari
Tað eru skjótt tveir mánaðir
gingnir, síðani Olga Arnfinns
dóttir hevði óhugnaligu upp
livingina, meðan hon var til
arbeiðis. Hon er farin til arbeiðis
aftur og sigur seg fáa tað betri
dag fyri dag.
– Eg royni at hugsa, at hetta
er ein heilt óvanlig hending, og
tað er eisini tað, sum politiið alla
tíðina hevur sagt við meg. Eg var
bara óheppin, og tað kundi tað
sama verið onkur annar enn eg
sjálv, sum bleiv álopin á henda
hátt, sigur Olga Arnfinnsdóttir.
Tá hon hugsar aftur á hend
ingina, sigur hon seg vera erna
av sær sjálvari.
– Onkursvegna eri eg errin
av, at eg kláraði rættiliga væl at
verja meg sjálva ímóti tveimum
monnum. Eisini eri eg eg errin av,
at eg nú nakað aftan á hendingina
eri komin hampiliga væl fyri meg
og havi fingið ein gerandisdag
aftur. Onkursvegna hevur upp
livingin gjørt meg sterkari,
sigur Olga Arnfinnsdóttir,
sum fyri tað mesta kennir
seg trygga, tá hon gongur
úti nú.
– Eg hugsi ikki so nógv
um alt hatta. Og hvørja ferð eg
fari við pengum yvir í bankan,
havi eg ein av vaktunum í SMS
við mær, so nú eri eg ikki bangin
fyri
hasum
túrinum,
sigur
Olga Arnfinnsdóttir og leggur
afturat:
– Gangi eg úti einsamøll, og
tað er myrkt, kunnu tankarnir
hendingaferð leita aftur til hatta
kvøldið, men als ikki í sama mun
sum beint eftir hendingina. Eg
havi tað gott, men eg stongi fram
vegis hurðina har heima, og tað
fari eg nokk at gera leingi afturat,
sigur Olga Arnfinnsdóttir.
rannva@sosialurin.fo