mánadagur 16. juni 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. juni 2014 · Nr. 67
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fiskavirking á húsagangi
Ingolf S. Olsen
Tíðliga í november 2010 bór
ust tíðindini um, at reiðaríini
Varðin í Gøtu, Framherji í
Fuglafirði og tess íslendska
samstarvsfelag,
Samherji,
høvdu tikið seg saman í
eitt samtak, sum var í sam
ráðingum
um
at
keypa
kreppurakta Faroe Seafood
– Fiskavirking.
Hesum
boðaðu
reiða
ríini sjálv frá í einum tíð
indaskrivi og bæði Jákup
Jacobsen, stjóri í Varðanum,
og Anfinnur Olsen, stjóri
hjá Framherja, stillaðu upp
til samrøður í miðlunum
um handilin, sum sambært
teimum sjálvum var at kalla
komin undir land. Eisini Jørn
Astrup Hansen, ið tá hevði
yvirtikið stjórasessin í júst
kollsiglda Eik Banka, váttaði,
at næstan var komið á mál,
og at ein fyribils avtala var
undirskrivað millum kredi
torarnar hjá Faroe Seafood
og nýggja samtakið.
Kjarnan í fyribils avtaluni
var, at teir, ið fíggjaðu
raksturin hjá Faroe Seafood
– Eik Banki og íslendski
Kaupthing Banki – skuldu
avskriva
skuld
móti
at
nýggju
eigararnir
komu
við 50 milliónum krónum í
nýggjum kapitali.
Boðað var frá, at nú
skuldi farast undir realitets
samráðingar, og sum ein
undirstriking av, at álvari
var í samráðingunum, segði
Anfinnur Olsen millum ann
að soleiðis í samrøðu við
Sosialin 10. november 2010:
»Vit høvdu ikki sent út
tíðindaskriv um samráðing
arnar, um ein avtala ikki var
nær.«
Men í evstu løtu datt
handilin kortini niður fyri,
og stutt eftir – fríggjadagin 3.
desember 2010 – fór føroyski
flakavirkisrisin á húsagang.
Ov skjótir
Anfinnur Olsen ásannar í dag,
at tað sæð í bakspeglinum var
skeivt at almannakunngera
handilin, áðrenn hann var í
pottinum, og alt var leyst og
liðugt.
– Vit vóru bjartskygdir
og væntaðu fyri vist, at
handilin fór at bera á mál,
men vit máttu bara sanna
ofta søgdu orðini, at onki er
liðugt, fyrr enn alt er liðugt,
sigur Anfinnur Olsen.
Í Vinnublaðnum í Sosial
inum 2. juni segði Meinhard
Jacobsen, ið var stjóri á
Faroe Seafood, at teir blivu
so ruddiliga lumpaðir, tí
áhugaðu keypararnir bara
lupu frá aftur handlinum,
eftir at teir høvdu havt
atgongd til allar skipanir og
ordrabøkur við søluavtalum,
kundayvirlitum o.s.fr.
Í dagsins blaði verða hesar
atfinningarnar endurtiknar
av Meinhardi Jacobsen og
eisini undirbygdar av táver
andi sølustjóranum á Faroe
Seafood.
Men Anfinnur Olsen vísir
aftur, at teir fingu innlit í
meira hjá Faroe Seafood enn
tað, sum vanligt er, tá sam
ráðst verður um slík keyp.
– Vit kunnaðu okkum
sjálvsagt sum frægast í data
rúminum, ið var gjørt til
endamálið, sum tað eisini
skal, tá stórar fyritøkur verða
settar til sølu, og vit fingu tær
útskriftir, vit bóðu um. Um
vit skuldu keypa, so máttu
vit fáa tær upplýsingarnar,
men vit vóru ongantíð inni
í internu skipanunum hjá
Faroe Seafood.
– Vit máttu til fulnar
kenna
fortreytirnar
fyri
virkseminum, sum vit ætl
aðu at keypa við høvdi og
gørnum, tað sigur seg sjálvt,
sigur hann.
Ongin mystikkur
Anfinnur Olsen vissar eisini
um, at tað ikki var orsakað
av framíhjá innliti ella inn
herjavitan (insidervitan) frá
hansara tíð sum nevndar
formanni í Faroe Seafood, at
teir gingu frá aftur keypinum
av fyritøkuni. Hann hevði
verið
nevndarformaður
í
eitt gott ár, tá hann á aðal
Anfinnur Olsen vísur aftur, at teir, ið ætlaðu at
keypa Faroe Seafood í november 2010, fingu
innlit í meira, enn vanligt er, tá fyritøkur eru til
sølu. Semja fekst ikki um handilin, tá til stykkis
kom, og tí datt hann niðurfyri, sigur hann. Somu
keyparar endaðu tó við at keypa kjarnuvirksemið
burtur úr trotabúnum eftir Faroe Seafood.
Fráboðaður ha
datt niður fyri a
Øll trolarapørini uttan eitt fylgdu við yvir í Faroe Origin.
Her er tað Bakur, ið vanlig partrolar við Stelki.