mánadagur 16. juni 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 16. juni 2014 · Nr. 67
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fundinum í september 2010
tók seg úr nevndini.
–
Konspirasjónsteoriir
trívast væl, tá slíkt hendir,
men oftast er als ongin
mystikkur aftanfyri. Soleiðis
var eisini her. Fiskavirking
fór á húsagang, tí kassin var
tómur. Vit royndu at vita,
um vit kundu keypa, men
handilin datt niður fyri, tí
vit ikki kundu fáa semju við
panthavararnar – fíggjarveit
ararnar – hjá Faroe Seafood,
tá til stykkis kom. So einfalt
er tað – kassin var tómur.
–
Ósemjan
við
pant
havararnar snúði seg mest
um, hvørjar skyldur skuldu
fylgja við keypinum, sigur
Anfinnur Olsen og leggur
afturat:
– Um eg skuldi havt onkra
framíhjávitan, so má eg hava
dugað ógvuliga illa at brúkt
hana til okkara fyrimuns, tí
tað eydnaðist okkum jú ikki
at gera nakran handil.
Hetta eydnaðist tó eftir
húsagangin, tí tá keyptu
somu aktørar, sum nú høvdu
fingið vinnulívsmannin Poul
Hansen afturat sær, kjarnu
virksemið burtur úr trota
búnum eftir Faroe Seafood.
Nýggja fyritøkan fekk navnið
Faroe Origin.
Fríari støða
Men hví gjørdu teir ikki bara
sama handil við Faroe Sea
food, sum tískil var sloppið
undan húsaganginum?
– Eitt rekonstruerað Faroe
Seafood hevði kanska sæð út
á leið sum Faroe Origin, tað
er rætt, men tað er ein heilt
onnur og grundleggjandi
fríari støða bara at bjóða upp
á tey aktivir og tað virksemi,
ið er áhugavert at keypa
burtur úr einum trotabúgvi,
enn at skula samráða seg til
virðisásetingar av hesum
somu aktivum og virksemi,
og hvat skal hanga uppi í
einum handli í einari van
ligari
keypstilgongd.
Vit
strandaðu í júst hesum sam
ráðingunum í november 2010,
tí vit kundu ikki semjast við
panthavararnar, tá til stykkis
kom, staðfestir Anfinnur
Olsen.
fiskavirking á húsagangi
Ingolf S. Olsen
Tá Dagur og Vika eftir aðal
fundin hjá Faroe Seafood
2. september 2010 spurdi
Anfinn Olsen, hví hann
hevði sagt seg frá sum
nevndarformann í størsta
føroyska fiskivinnusamtak
inum Faroe Seafood – Fiska
virking – sum tá var í svár
ari kreppu, svaraði hann
millum annað soleiðis:
”Míni egnu feløg eru
fíggjað í somu bankum,
sum Fiskavirking, og tað
kann skjótt blíva til (…)
eina
keðiliga
situasjón,
har man kann viðgera
støðuna hjá Fiskavirking,
samstundis sum at man
sjálvur eisini hevur eitt
forhold til bankan í øðrum
sambandi.”
Men hann hevði tá verið
formaður í nevndini fyri
Faroe Seafood í eitt gott ár,
so henda støðan var ikki
nýíkomin. At talan nú var
blivin um eina ”keðiliga
situasjón” var helst tí, at fe
løgini, sum Anfinnur Olsen
sjálvur stóð á odda fyri, nú
sjálv vóru vorðin áhugað í
at keypa Faroe Seafood.
Í øllum førum gingu
bert tveir mánaðir frá aðal
fundinum, til Framherji,
har Anfinnur Olsen er stjóri
og
medeigari,
íslendska
samstarvsfelagið Samherji
og Varðin í Gøtu boðaðu
frá, at teir í einum nýggjum
samtaki vóru í ferð við at
keypa Faroe Seafood.
Slapp ikki frá
Hvussu leingi hetta sam
takið hevði havt ætlanir
um at keypa Faroe Seafood
er óvist, men Anfinnur
Olsen vissar um, at hóast
hann úttalaði seg soleiðis,
sum hann gjørdi eftir aðal
fundin, so var ongantíð tal
an um, at hann sat og ting
aðist við seg sjálvan um
nakran handil.
– Eg hevði langt síðani
gjørt av at siga meg úr
nevndini, men trupulleikin
í 2010 var, at aðalfundurin,
ið annars skuldi vera um
vári, ferð eftir ferð mátti
útsetast
av
ymiskum
orsøkum, ið høvdu sam
band við vánaligu støðuna
hjá
Faroe
Seafood-sam
takinum. Eg slapp ikki
frá, fyrr enn aðalfundurin
endiliga varð hildin fyrst
í september. Men tað var
heldur ikki fyrr enn eftir
hetta, at vit av álvara fóru
at kanna møguleikarnar
fyri at keypa samtakið ella
partar av tí, sigur hann.
Hann dugir ikki at síggja
nakað skeivt í, at hann
sjálvur stillaði seg í fremstu
røð at keypa Faroe Seafood
so stutt eftir, at hann hevði
sitið sum nevndarformaður
í somu fyritøku og roynt at
bjargað henni.
– Kassin var jú tómur,
tí var støðan, sum hon var.
Eg kendi fyritøkuna rætti
liga væl, so tað var púra
náttúrligt, at eg hevði
áhuga í at vita, um
tað bar til at gera ein
fornuftigan
handil,
so fyritøkan kundi
bjargast. Tað kundi
bara vera ein fyri
munur
fyri
allar
partar, at eg var við,
sigur Anfinnur Olsen.
Meðan hann
sjálvur var
nevndarformaður royndi
hann eisini av øllum alvi at
útvega kapital, vissar hann
um.
– Men tá ein fyritøka
kemur so illa fyri, sum talan
var um við Faroe Seafood, so
missir fyrst leiðslan takið,
og valdið flytir seg meira
yvir til eigararnar gjøgnum
nevndina. Her royndu vit,
tað vit kundu, men onki bar
til. At enda missa eigararnir
so eisini valdið, sum endar
hjá panthavarunum, og tað
var støðan, tá eg fór frá sum
nevndarformaður,
sigur
Anfinnur Olsen.
Nevndar
formaður
bleiv keypari
Anfinnur Olsen var nevndarformaður í Faroe Seafood til tríggjar
mánaðir áðrenn húsagangin og var í hesum tíðarbilinum millum
teirra, ið ídnastir royndu at keypa kreppurakta flakavirkis- og
reiðarísamtakið. Talan var tó ongantíð um at sita báðu megin
borðið ella at tæna ósamsvarandi áhugamálum, sigur hann.
- Eg kendi fyritøkuna rættiliga væl, so tað var púra
náttúrligt, at hevði áhuga í at vita, um tað bar til at
gera ein fornuftigan handil. Tað kundi bara vera ein
fyrimunur fyri allar partar, at eg var við, sigur Anfinnur
Olsen um miseyndaðu royndirnar at keypa Faroe Seafood
eftur at hann var farin frá sum nevndarformaður.
andil
aftur
Anfinnur Olsen, sum í dag er stjóri í Faroe Origin, vísir aftur,
at teir fingu nakra framíhjávitan, tá teir royndu at keypa
Faroe Seafood í vanligum handli áðrenn húsagangin. – Um
eg skuldi havt onkra framíhjávitan, so má eg hava dugað
ógvuliga illa at brúkt hana til okkara fyrimuns, tí tað
eydnaðist okkum jú ikki at gera nakran handil, sigur hann
Framherji, Samherji, Varðin og
vinnulívsmaðurin Poul Hansen keyptu
kjarnuvirksemið burtur úr trotabúnum
eftir Faroe Seafood. Tað bleiv til Faroe
Origin, men vánaliga gongdin í føroysku
botnfiskavinnuni helt áfram, so henda
fyritøkan hevur eisini havt hall frá byrjan.