mánadagur 16. juni 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. juni 2014 · Nr. 67
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fiskavirking á húsagangi
Ingolf S. Olsen
Meinhard
Jacobsen,
ið
var stjóri á Faroe Seafood,
tá tað fór á húsagang 3.
desember 2010 heldur fast
um, at Framherji-Samherji-
Varðin-samtakið, ið tá var
í tingingum um at keypa
fyritøkuna, slapp fram at
nógv meira tilfari enn vanligt
er í slíkum sølutilgongdum.
Eitt datarúm við tilfari
um fyritøkuna var gjørt, sum
eisini er vanligt, tá ein fyri
tøka er til sølu, og um hetta
segði Ingi Højgaard, ið var
vorðin nevndarformaður í
Faroe Seafood á aðalfund
inum 3. september 2010 so
leiðis í Vinnublaðnum hjá
Sosialinum 2. juni í ár:
”Tað er onki forgjørt í tí,
tí tað er jú tað, eitt datarúm
er til – at áhugaðir keyparar
skulu hava ein møguleika at
síggja, hvat tað er, teir keypa,
áðrenn teir keypa. Annars
kunnu teir ikki takað støðu
til, um teir skula seta pengar
í og undir hvørjum treytum.
Frammanundan skulu teir
skriva undir upp á, at tað, teir
fáa innlit í, er í trúnaði.”
Harraboð
Men sambært Meinhardi
Jacobsen
fingu
áhugaðu
keypararnir – eftir ófrávíki-
ligum kravi frá Inga Højgaard
– atgongd til meira enn bert
datarúmið.
– Sjálvt um eg mótmælti,
so fekk eg harraboð frá Inga
Højgaard um, at áhugaðu
keypararnir fingu atgongd
til allar okkara skipanir
inklusiv kundar, ordrabøkur,
søluavtalur og annað, sum
tað bestemt ikki er vanligt
at fáa atgongd til, fyrr enn
ein bindandi keypsavtala er
gjørd.
– Eg bað nevndarfor
mannin um at sleppa at
síggja eina slíka avtalu, men
tað kundi hann sjálvsagt
ikki vísa mær, tí ein sovorðin
avtala var als ikki gjørd, og
sum øllum kunnugt, so bleiv
hon ongantíð gjørd, sigur
Meinhard Jacobsen.
Handilin datt nevniliga
niður fyri, tá til stykkis kom,
tí
áhugaðu
keypararnir
kundu ikki blíva samdir við
panthavararnar – Eik og
Kaupthing – og stutt eftir fór
Faroe Seafood á húsagang.
Sølustjóri váttar
Símun
P.
Jacobsen
var
sølustjóri hjá Faroe Seafood
og tann, sum helst gjørdi
mest brúk av og hevði
størstu vitanina um internu
skipanirnar hjá fyritøkuni,
og hann váttar, at áhugaðu
keypararnir fingu atgongd
til hesar skipanir.
– Jú tað gjørdu teir, og tað
er eisini rætt, sum Meinhard
Jacobsen sigur, at tað er púra
óvanligt at geva nøkrum
innlit í hesar skipanir, áðrenn
ein bindandi søluavtala er
gjørd. Tað hevur onki við
datarúmið at gera, tí hesar
skipanir hava allar upplýs
ingarnar um rakstur, avtalur,
goymslur, prísir og alt annað
í realtíð.
– Hevur tú hesar upplýs
ingar, so veist tú alt og hevur
ein greiðan fyrimun fram um
øll onnur í eini keypstilgongd
og ikki minni ein stóran
kappingarfyrimun, um tú
aftaná
ikki
keypir,
men
heldur fert at kappast við
hesa fyritøkuna. Tað gjørdist
tó ikki aktuelt í hesum
førinum, tí Faroe Seafood
fór á húsagang, sigur Símun
P. Jacobsen.
Opin kort
Men
Meinhard
Jacobsen
vísir tó á, at júst hetta, at
áhugaðu keypararnir lupu
frá handlinum, eftir at teir
høvdu verið inni í øllum
teimum internu skipanunum,
hevði gjørt tað fullkomiliga
ómøguligt yvirhøvur at fari
undir at gera royndir at finna
aðrar keyparar.
- Hvør fer at keypa eina
fyritøku, tá ein veit, at
kappingarneytar liggja inni
við øllum upplýsingum um
alt, sum hevur við fyritøkuna
at gera? Ongin sjálvandi,
tí tað er sum at spæla kort
við opnum kortum, meðan
mótspælararnir kunnu halda
síni kort tætt at kroppinum,
staðfestir fyrrverandi stjórin
í Faroe Seafood.
Atgongd í hvønn
loynikrók
Av misgáum var ein óliðug
og tískil óneyv útgáva av
greinini “Bústjórin vísir at
finningum aftur” sett á tema
síðurnar um Faroe Seafood í
Vinnublaðnum í Sosialinum
mánadagin 2. juni.
Í greini svarar Ingi Høj
gaard, advokatur og annar
bústjórin
í
trotabúnum
eftir Faroe Seafood, upp á
atfinningar frá Meinhardi
Jacobsen, fyrrverandi stjóra
í fyritøkuni.
Í greinini stendur millum
annað, at Ingi Højgaard var
valdur til bústjóra av kredi
torunum beinanvegin aftaná
húsagangin 3. desember 2010.
Tað er ikki heilt rætt, tí tá
var hann valdur til fyribils
bústjóra. Ikki fyrr enn á
skiftirættarfundi
seinni
í mánaðinum varð hann
formliga valdur til bústjóra.
Og hann var valdur til fyrst
fyribils bústjóra og seinni
bústjóra av Eik og ikki av
øllum kreditorunum, sum
greinin leggur upp til.
Í svarinum upp á skuld
setingarnar um passivitet
er Ingi Højgaard endurgivin
fyri at siga, at hann ikki helt
seg vera rætta mannin at
fara út at selja fyritøkuna.
Men grundgeving hansara
fyri hesum – at hann Helt
Meinhard Jacobsen sjálvan
vera tann besta til hetta,
tí hann kendi felagið og
vinnuna betri – var tíverri
ikki komin við.
Eisini kann ein av endur
gevingunum geva ta fatan,
at
áhugaðu
íleggjararnir
gingu frá aftur einum longu
gjørdum handli, men Ingi
Højgaard leggur dent á, at
ongin avtala nakrantíð var
gjørd við teir.
Í Vinnublaðnum í Sosial
inum á internetinum er rætta
greinin í.
Í
greinunum
2.
juni
skrivaðu vit, at Samherji er
móðurfelag hjá Framherja.
Hetta er skeivt. Samherji
eigur minni enn 25 prosent
í Framherja. Feløgini eru
samstarvsfeløg.
Vit biðja um umbering
fyri mistøkini.
Meinhard Jacobsen, ið til tað seinasta bardist fyri, at Faroe Seafood ikki skuldi fara á
húsagang, er enn fortørnaður inn á, at áhugaðir keyparar undan húsagangingum fingu
atgongd til allar internar skipanir hjá fyritøkuni, uttan at nøkur bindandi keypsavtala
var gjørd, og fyri síðani ikki at keypa kortini. – Hvør fer at keypa eina fyritøku, tá
ein veit, at kappingarneytar liggja inni við øllum upplýsingum um alt, sum hevur við
fyritøkuna at gera? Ongin sjálvandi, tí tað er sum at spæla kort við opnum kortum,
meðan mótspælararnir kunnu halda síni kort tætt at kroppinum, sigur hann
Fyrrverandi stjórin í Faroe Seafood heldur fast um, at samtakið, sum samráddist um at
keypa fyritøkuna, slapp fram at øllum internum upplýsingum og skipanum og ikki bert tí,
sum var í datarúminum. Fyrrverandi sølustjórin í Faroe Seafood váttar, at so var.
Rætting: Eik valdi Inga