Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juni 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 16. juni 2014 · Nr. 67 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fiskavirking á húsagangi Ingolf S. Olsen Tað vóru Eik og íslendska Kaup­thing, ið fíggjaðu rakst­urin hjá Fiskavirking – Faroe Seafood – og ein sentralur lutur í handlinum, sum undan húsaganginum var í umbúna við áhug­ aðar keyparar var, at hesir báðir panthavararnir vildu avskriva ein part av skuld­ ini. Handilin datt niður fyri, tá Kaupthing ikki vildi ganga við til at gera stórar avskrivingar, og Eik tí í stundini steðgaði kredittinum. Úrslitið var, at Fiskavirking fór á húsagang 3. desember 2010. Men teir seinastu dagar­ nar undan húsaganginum vóru tó nakrar desperatar royndir gjørdar at fáa landið at bjarga fyritøkuni. Hetta sæst av ein­um fyri­ spurningi, sum Bill Justinus­ sen, løg­tings­maður fyri Mið­flokk­in, setti Jóannesi Eides­gaard, táverandi fíggj­ar­mála­ráð­harri og for­ maður Javnaðar­floksins, 10. desember 2010, og sum varð svaraður 21. desember. Nei og nei Í fyrstu atløgu var Jóannes Eidesgaard biðin at koma á fund við nevndina í Fiskavirking 25. november 2010. Tá var keypsavtalan júst dottin niðurfyri, og Eik hevði boðað frá, at kre­ ditturin bleiv steðgaður 3. desember. Jóannes Eidesgaard gjørdi tó beinanvegin á hesum fundinum greitt, at hann á ongan hátt rokn­aði við, at politiski myndug­ leikin fór at seta pening í Fiskavirking. Tá nevndar­ limirnir síðani spurdu um møguleikan fyri, at Framtaksgrunnurin keypti krøvini frá Kaup­thing, svar­ aði fíggjarmála­ráð­harrin, at hesin spurn­ingurin mátti stílast til Fram­taksgrunnin og ikki til lands­stýrið. Jóannes Eidesgaard segði nevndini í Fiskavirking, at tað einasta, hann kundi gera, var at ringja til ís­ lendska starvsbróðir sín, Stein­grim Sigfusson, og biðja hann heita á Kaup­ thing um at gera eina sam­ ráðingarroynd afturat. Hetta var eisini gjørt, ein nýggj samráðingarroynd varð gjørd, men hon bar held­ur ikki á mál. Og aftur nei Í staðin royndi Kaup­thing á fundi við fíggjar­mála­ ráðharran 30. no­vemb­er at sleppa sær av við sítt millum­verandi við Fiska­ virking. Hetta skuldi gerast við, at landsstýrið tók yvir krøvini, sum Kaupthing hevði í Fiskavirking, og at Kaup­thing afturfyri tók yvir ein part av 300 millióna láninum, sum landsstýrið hevði latið íslendsku stjórn­ ini, tá alt Ísland fór á húsa­ gang. Hesum ivasama gerða­ býtinum vildi Jóannes Eidesgaard ikki taka av, men gjørdi umboðunum hjá Kaupthing greitt, at einasta loysnin á fíggjarkreppuni hjá Fiskavirking var ein loysn millum kreditorar og áhugaðar keyparar. Ein slík loysn var sum kunnugt ongantíð funnin. Landið noktaði at bjarga Fiskavirking Í døgunum undan húsaganginum vóru royndir gjørdar at fáa landið annaðhvørt at seta pening í Fiskavirking ella gera eitt lánsbýti við íslendska Kaupthing. Royndirnar vóru til fánýtis. Í evstu løtu varð roynt at fáa Jóannes Eidesgaard, táverandi fíggjarmálaráðharra, at taka um endan og lata landið bjarga Fiskavirking. Men landsstýrið vildi ikki vera við í nakrari bjargingarætlan. Ingolf S. Olsen Fiskavirking við altjóða navninum Faroe Seafood var ein konstruksjón, ið spratt úr leivdunum eftir teimum mongu kollsigldu og fáu sunnu flakavirkjunum, ið eftir vóru, tá alt samfelagið fór at kalla á húsagang fyri 20 árum síðani. Tey fyrstu árini gav hes­ in nýggi flakavirkisrisin hall hvørt ár. Í 1997 settist Mein­ hard Jacobsen í stjórasessin, fiskiskapurin var aftur farin at menna seg, og nú fór at ganga rætta vegin. Eisini í 1997 var tó hall – seks milli­ ónir – men næstu seks árini hevði Faroe Seafood til sam­ ans 74 krónur í avlopi. Í 2003 vendi gongdin aftur, og tað gekk við ferð beint niðureftir. Avlopið í 2003 var tvær milliónir krónur móti 17 og 19 milliónum krónum í ávikavist 2002 og 2001 – hesi bæði árini lat fyritøkan seks milliónir krónur um árið í vinningbýti til eigararnar. í 2004 var stórt hall, og tað var tað hvørt ár, til samtakið fór á húsagang 3. desember 2010. Tá hevði felagið til samans havt eitt hall á 192 milliónir krónur síðani 2004. Íroknað í stóra samanlagda hallið eru óvanligar niður­ skriv­ingar av ognum í 2007 á 79 milliónir krónur í sam­ bandi við endurfígging av samtakinum. Faroe Origin – høvuðs­ virk­semið hjá Faroe Sea­ food, sum var keypt úr trotabúnum – hevur ikki megn­að at vent gongdini enn, tí botn­fiskiskapurin fram­haldandi hevur verið svikaligur síðani 2010. Í 2011 og 2012 hevur hetta samtakið havt eitt hall á til samans slakar 74 milliónir krónur. Roknskapurin fyri 2013 er ikki tøkur enn. 2009 2008 2007 2006 2005 2004 Bruttovinningur 178.974 161.837 174.615 165.703 161.262 138.861 Úrslit áðrenn rentur 20.968 11.878 15.256 5.697 589 -8.203 Fíggjarligar útreiðslur 36.864 57.005 106.433 17.774 11.131 7.605 Úrslit áðrenn skatt -15.886 -44.911 -96.298 -10.838 -6.878 -15.786 Ársúrslit -15.991 -44.983 -96.430 -10.855 -7.978 -15.786 Talvan vísir gongdina tey seinastu árini hjá Faroe Seafood. Tølini eru í milliónum krónum. Upp á toppin og niðuraftur Bruttovinningur Avskrivingar Úrslit áðrenn rentur Fíggjarligar útreiðslur Úrslit áðrenn skatt Ársúrslit 2012 55.521 38.655 -47.032 6.663 -53.579 -53.579 2011 37.656 15.743 -17.558 6.018 -23.535 -20.092 Gongdin hjá Faroe Origin tey fyrstu tvey árini – 2013-roknskapurin er ikki tøkur enn. Tølini eru í milliónum krónum