Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juni 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. juni 2014 · Nr. 67 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Leygarkvøldið var Eiðis kirkja karmur um eina heilt ser­staka konsert við tónleika­bólkinum Marius. Eini 300 fólk vóru til staðar og lýddu á, meðan Marius fram­førdi bæði eldri, kend løg og eisini okkurt av tí, ið verður at hoyra á næstu fløguni hjá bólkinum. Hesa­ ferð vóru sjey manns partur av bólkinum. Tiltakið byrjaði klokkan 20.00, tá Emil Olsen, prestur, bjóðaði vælkomin, og har­ næst hevði Bergtórur Bjark­hamar eina andakt. Síðani fram­førdi Marius 13 løg, har­ímillum vóru tvey eykaløg. Tiltakið vardi í góðan hálvan­annan tíma, og endaði við eini bøn og síðani sálma­sangi. Aftaná fingu áhoyrararnir høvi at fara til kaffi í atelierinum hjá Sigrun Gunnars­dóttir, listakvinnu. Áki L. Hansen, trivnaðar- og ferðavinnumennari í Eiðis kommunu var ein av fyri­ skip­ar­unum av konsertini, og hann letur væl at til­tak­ inum. – Hetta er fyrstu ferð, at ein konsert av hesum slag hevur verið í kirkjuni á Eiði, og somuleiðis hevur mann ikki áður tikið gjald fyri tiltøk í kirkjuni. Men sum heild haldi eg, at til­tak­ið eydnaðist væl. Sjálvt kirkju­ hølið riggaði væl, og eisini var ljóðið gott undir kon­ sert­ini, sigur Áki L. Hansen og heldur fram: – Tónleikurin hóskaði væl til umstøðurnar, hóast tað í onkrum førum kanska var nakað hart. Men sum heild vóru fólk stak væl nøgd. Nú fara vit at hava ein eftir­ metingar­fund, og so taka vit støðu til, um vit aftur fara at skipa fyri eini slíkari kon­sert í kirkjuni, sigur Áki L. Hansen, og nevnir í sama við­fangi, at tað ikki er óhugs­ andi, at ein bólkur sum Orka, fer at spæla í Eiðis kirkju. – Teirra tónleikur hevði hóskað væl til eina slíka kon­ sert, men nú fáa vit at síggja, hvat tað verður til, sigur Áki L. Hansen. rannva@sosialurin.fo – Konsertin leygarkvøldið vísti, at kirkjan er væl egnað til slík til tiltøk, og harafturat sær út til, at fólk eru fegin um at brúka kirkjuna á henda hátt. Soleiðis sigur Áki L. Hansen, trivnaðar- og ferðavinnumennari í Eiðis kommunu, um konsertina við Marius í Eiðis kirkju um vikuskiftið væl í kirkjuni Marius riggaði Myndir: Sigmar Mørkøre Sí myndatema á www.in.fo