mánadagur 16. juni 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 16. juni 2014 · Nr. 67
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Grein 19 nevndin er sett
og hevur nú skipað seg við
Joen Magnus Rasmussen úr
Fólkaflokkinum, sum for
manni, Kristinu Háfoss, frá
Tjóðveldi, sum næstformanni
og Helga Abrahamsen úr
Sambandsflokkinum.
Arbeiðið at kanna Eik
Grunnin og grunnaeftirlitið
er sostatt byrjað, men vandi
er fyri, at vit fáa enn eina
skerda
kanning
av
Eik
Grunninum.
Tað er nevniliga ikki
vist, at ein grein 19 nevnd,
har
løgtingsfólk
standa
fyri
kanningini
fær
at
gongd til tey neyðugu skjøl
ini í Eik Grunninum, tí tað
er ein privatur grunnur.
Spurningurin er reistur í
løgtinginum, og tískil hevur
nevndin kallað landsstýris
mannin í vinnumáli, Johan
Dahl til fundar hósdagin 19.
juni. Undir øllum umstøðum
væntar Joen Magnus Ras
mussen ikki, at arbeiðið við
kanningini kemur í gongd
fyrr enn eftir summarsteðgin.
Málið er, at kanningin er
liðug í næstu tingsetu, tað
vil siga í seinasta lagi, áðrenn
tingið fer heim á Ólavsøku í
næsta ár.
Halda fram har Eyð
finnur Jacobsen slepti
Eyðfinnur Jacobsen, advo
katur gjørdi eina skerda
kanning av Eik Grunninum,
sum var handað Skráseting
Føroya í desember í 2013. Í
hesu kanningin kom gransk
ingarfólkið fram til ymisk
viðurskifti, sum hann helt
áttu at verið kannað nærri.
Grein 19 nevndin fer at
taka aftur í hesi evni og
kanna tey víðari í tann mun,
at hon hevur heimild til tess,
sigur Joen Magnus Rasmus
sen.
Millum annað staðfesti
Eyðfinnur
Jacobsen,
at
nevndin í Eik Grunninum
ólógliga
hevði
heimiðlað
sær sjálvum at veita lán fyri
upp til eina milliard krónur.
Har ímillum 700 milliónir
krónir til tveir íslendarar,
sum skulu keypa partabrøv
í Kaupthing Banka, fyri
lánið, eins og aðrir handlar
vóru við partabrøvum, sum
áttu at verið góðkendir av
Skrásetingini. Granskingar
fólkið leggur í kanningini
áherðslu á, at nevndin í Eik
grunninum, sum var tann
sama sum í Eik Banka, sum
heild tóktist at hava ilt við at
skilja í millum, nær hon tók
avgerðir vegna Eik Bankan
og nær hon tók avgerðir
vegna Eik Grunnin.
Skal betra um eftirlitið
Í mun til grunnaeftirlitð, hev
ur grein 19 nevndin atgongd
til øll skjøl, sum hon skal
brúka.
Arbeiðssetningurin
er at kanna eftirlitið við
Eik Grunninum frá 2002 til
2014. Endamálið við grein 19
kanningini er ikki at leggja
ábyrgd á einkultpersónar vit
tí fyri eyga at rættarsøkja,
men einans at læra av
hendingunum.
Sostatt
verður
eingin
persónur ábyrgdaður fyri
gongdina, og hetta er millum
annað av tí málið er fyrnað
og fær tískil undir ongum
umstøðum avleiðingar, sigur
Joen Magnus Rasmussen.
– Tað er møguligt, at vit
finna út av, at eftirlitið ikki
hevur røkt sína skyldu.
So er avleiðingin, at tingið
krevur, at eftirlitið verður
gjørt á rættan hátt framyvir.
Vísir kanningin hinvegin, at
trupulleikin er, at eftirlits
kravið ikki er gott nokk, so
kunnu vit brúka kanningina
til at broyta reglarnar fyri
eftirlitinum,
sigur
Joen
Magnus Rasmussen.
Enn eru eingir pengar
settir av til kanningina. Tað
verður gjørt, tá nevndin er
komin ásamt um, hvørjir
serfrøðingar skulu brúkast
til at gera kanningina, sigur
formaðurin.
Kanna eftirlitið
frá 2008
Skráseting Føroya gjørdist
grunnaeftirlit tann 1. januar
í 2008. Tað er sostatt heldur
ikki vist, at grein 19 nevndin
kann kanna grunnaeftirltið
í tíðini áðrenn 2008. For
maðurin væntar ikki, at
føroysku
myndugleikarnir
sleppa at kanna Erhvervs-
og Selskabsstyrelsen, har
grunnaeftirlitið var fram
til 2008, men skrásetingin,
sum øll árini hevur verið
millumlið millum føroyska
grunnin og Erhvervs- og
Selskabsstyrelsen,
skal
kannast aftur til 2002. Upp
runaliga var ætlanin, at
eftirlitið skuldi kannast í
tíðarskeið-inum 2002 – 2010,
men vinnunevndin hevur
skotið
upp,
at
grunna
eftirlitið skal kannast til
mai í 2014. Sostatt verður
kanningin af Skrásetingini í
tíðarskeiðinum 2002 – 2014.
Viðvíkjandi úrslitinum av
kanningini, stendur grein 19
nevndin sostatt við tveim
um trupulleikum, nevniliga
atkomiligheit til skjøl í Eik
Grunninum, og til grunna
eftirlitið áðrenn 2008.
– Vit kanna tað, sum vit
hava heimild til, og so má
løgtingið taka støðu til, hvat
skal henda aftaná, sigur Joen
Magnus Rasmussen.
Kanningin skal viðgerðast
í løgtinginum, tá hon er liðug,
so støða kann takast til,
hvørjar avleiðingar hon skal
hava.
Vandi fyri enn einari
skerdari kanning
tíðindi
Tað er ikki vist, at grein 19 nevndin fær atgongd til neyðugu skjølini í Eik Grunninum, ið
er ein privatur grunnur, og vandi er sostatt fyri, at vit fáa enn eina skerda kanning
Grein 19 kanningin
Grein 19 nevndin er mannað av Joen Magnus Rasmussen, Fólkaflokkurin, Kristina Háfoss, Tjóðveldi og Helgi
Abrahamsen, Sambandsflokkurin.
Sambært uppskotinum skal grein 19 nevndin kanna virksemið í Eik grunninum frá 2002 til 2010, men vinnunevndin
hevur skotið upp, at tíðarskeiðið, sum grunnaeftirlitið skal kannast, verður frá 2002 til mai í 2014.
Arbeiðssetningurin hjá grein 19 nevndini fevnir ikki um sakarmáls- ella revsirættarviðurskifti hjá einstaklingum, men
hevur sum endamál at byrgja fyri, at somu feilir henda aftur.
Andstøðuflokkarnir hava ført fram, at tað er óheppið, at samgongan fær formannin og meirilutan í grein 19
nevndini, og at andstøðan átti at fingið formannin, men hetta hevur ikki fingið undirtøku.
Nevndin skipaði seg í síðstu viku og Joen Magnus Rasmussen, Fólkflokkurin er formaður og fær tí eisini avgerandi
orðið, tá skrivari og løgfrøðilig ráðgeving skal setast at hjálpa nevndini.
Næstformaður er Kristina Háfoss, Tjóðveldi.
Grein 19 nevndin fer at taka aftur í niðurstøðurnar hjá Eyðfinni Jacobsen, men tað er ikki vist, at hon
fær atgongd til øll neyðug skjøl, sigur formaðurin í nevndini, Joen Magnus Rasmussen