mánadagur 16. juni 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. juni 2014 · Nr. 67
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Kyssa koyrilin hjá donsku
stjórnini í sildamálinum
Høgni Hoydal
Alt bendir á, at Landsstýrið
nú ætlar at leggja seg fram
eftir rommum í málinum
um
Norðhavssildina
og
boykottið hjá ES. Helst fer
landsstýrið bæði at seta før
oysku kvotuna av Norðhavs
sild niður í helvt og at sleppa
rættarmálunum mótvegis ES
í eini roynd at fáa boykottið
burtur.
Sostatt fáa Danmark og
ES sín vilja í øllum lutum.
Ólógligt trýst við handils
forðingum,
flutningsforð
ingum
og
peningaligum
hóttanum, verða staðfest
sum amboð í samráðingum
frameftir. Enntá fyri Norð
havssildina, sum Danmark
og ES hvørki eiga lut ella
part í.
Og onkusvegna tykist tað
eisini eydnast at fáa Jacob
Vestergaard at bakka frá
teimum minstukrøvum og
rættindum, sum annars eitt
samt løgting hevur staðið
aftanfyri um Norðhavssild
ina.
Hví hendir hetta?
Donsk áhugamál
skulu tænast
Jú, danska stjórnin hevur
støðugt ligið oman á løgmanni
og Løgmansskrivstovuni til
tess at fáa Føroyar at sleppa
sínum krøvum um Norð
havssildina og at sleppa al
tjóða rættarmálinum ímóti
ES í ólógliga handils- og
flutningsboykottinum.
Hevði Danmark ístaðin
ligið oman á ES, so var boy
kottið ongantíð komið – og
hevði í minsta lagi langt
síðani verið strikað.
Tað ger Danmark sjálv
andi ikki. Tey brúka saman
við ES boykottið til at trýsta
føroyingar til at slaka í
sildamálinum. Hóast Dan
mark og ES ongan rætt hava
til Norðhavssildina. Hóast
boykottið sjálvsagt er ólóg
ligt. Og hóast vit hava sera
sterk søgulig og vísindalig
prógv fyri okkara parti av
Norðhavssildini.
Hetta vita ES og Danmark.
Men
panikkurin
breiðir
seg.. Dannmark og ES vilja
sleppa av við rættarmálini.
Og Danmark vil gera alt til
tess at sleppa av við hesi
feskastu prógvini um, at
tey ganga beint ímóti før
oyskum áhugamálum, og at
Føroyar standa nógv sterkari
sjálvstøðugt
enn
undir
donskum valdi.
Ríkisfundur í Føroyum
skal bjargast
Og nú er panikkurin uppaftur
størri hjá donsku stjórnini
og sambandsstjórnini í Før
oyum. Um eina viku – tann
17. juni (enntá á íslendska
frælsisdegnum) – skal aft
ur ein av teimum árligu
sjónleikunum spælast fyri
føroysku tjóðini.
Danski forsætisráðharrin
kemur á vitjan í Føroyum til
tann sonevnda “ríkisfundin”,
sum bert hevur eittans enda
mál: At varðveita danska
valdið í Føroyum og at senda
smílandi myndir og inni
haldsleyst tos út til føroy
ingar. Hetta til tess støðugt
at billa okkum inn, at vit
noyðast at vera heimalomb,
sum bert kunnu jarma og
tolin bíða eftir mjólkar
fløskuni frá onkrum øðrum,
til tess at liva.
Og skal hesin sjónleikurin
spælast við teimum vanligu
gekkaskortunum
og
tí
tjúkka smyrslinum út yvir
veruleikan, so vilja Kaj Leo
Johannesen og Helle Thorn
ing Schmidt gera alt fyri
at fáa sildarok og boykott
og rættarmál av vegnum,
áðrenn leiktjaldið verður
drigið á “ríkisfundinum” um
eina viku í Føroyum.
Alternativið er greitt
Tað er sjálvandi týdningar
mikið at fáa boykottið burt
ur. Men heldur enn at spæla
sínar leiklutir sum statistar
í hesum sjónleiki hjá Dan
mark, eigur landsstýrið at
halda fast um, at kvotan
av Norðhavssild er eitt mál
millum strandalondini, har
ES og Danmark ikki eiga lut
ella kunnu seta treytirnar.
Og vit eiga at halda fast
um, at boykottið er ólógligt
og tí eigur at takast úr gildi
beinanvegin.
Verður tað trýstið lagt á
Danmark og ES, heldur enn
at lata tey so ómakaleyst
trýsta okkum, so verður
boykottið strikað, uttan at
kyssa koyrilin hjá teimum,
ið ólógliga taka sær vald
á øðrum. Tí hetta er fyrst
og fremst eitt sera pínligt
og oyðileggjandi mál hjá
Danmark og ES.
Fiskivinnan má røkja føroysk áhugamál
Jógvan Poulsen
formaður í Havnar
Framburðsfelag
Tíðin er komin, at avgerðir
verða tiknar um framtíðar
fiskivinnuna í Føroyum.
Óvissan økist fyri hvønn
dag, sum vit nærkast 1. jan
uar 2018, tá verandi loyvi
ganga út.
Vit eiga at innrætta fiski
vinnuna, so hon røkir før
oysk áhugamál og fremur
búskaparvøkstur og fólka
vøkstur her á landi.
Rakstarróp
um
upp
boðssølu av fiskirættindum
hava leingi verið frammi í
miðlunum, har vinstravong
urin við Sosialinum, Kring
varpinum, Tjóðveldi og Javn
aðarflokkinum draga somu
línu.
Vanlig
hugsandi
fólk
síggja klárari fyri hvønn dag,
at hesi rakstrarróp um upp
boðssølu eru tóm og skilaleys
í praksis.
Ein uppboðssøla hevði
avhent okkara fiskatilfeingi
til útlendskar kapitalsterkar
fyritøkur, sum høvdu fiskað
við útlendskum skipum og
avreitt í útlendskum havn
um. Hetta fremur ikki virðis
øking í Føroyum, men hevði
heldur tikið støðið undan
føroysku vinnuni.
Uppboðssøla hevur verið
roynd í Kili, Ruslandi og
Estlandi, har hon sambært
granskarum er miseydnað
og slept.
Á
Falklandsoyggjunum
og í Namibia hava tey roynt
at selt útlendingum fiski
rættindini, og er úrslitið at
útlendingarnir hava ongan
áhuga í stovnsrøkt og heldur
ikki í at gera íløgur á landi og
enn minni í nýggjar avleiddar
vinnur.
Vit eiga at menna føroysku
fiskivinnuna og leggja nýggj
ar tryggar karmar fyri hana,
soleiðis at hon heldur á at
styrkja vinnuna á landi, bú
skapin og samfelagið.
Um ynski er at krevja
inn pening fyri tilfeingið, so
er hetta møguligt við eini
einfaldari skipan, har kilo
gjald verður ásett eftir parti
av ársúrslitinum í ymsu
veiðibólkunum.
Treytin fyri einum gjaldi
skuldi verið, at vinnan fekk
tryggar karmar við umsetilig
heit,
stabiliteti,
tryggum
brúksrætti og frælsi at laga
veiðitólini til tørvin.
Ein einfaldur leistur fyri
kilogjald hevði givið vinnuni
kendar karmar, sum vóru
lættir at rokna inn í framtíðar
planlegging og íløguætlanir.
Í
verandi
støðu
eru
ótryggleikarnir so stórir, at
fleiri halda sær aftur við at
seta gongd á nýtt virksemi
og gera íløgur í vinnuna.
Hendan
naggatødn
er
skaðilig
fyri
framburðin.
Hóttanir um uppboðssølu,
sum tekur alt avlop úr vinn
uni, eru eisini skaðiligar.
Vónandi
kann
sitandi
samgonga skipað fiskivinnu
nuna av nýggjum, so hetta
álvarsmál ikki verður givið
upp til skutil.
Landsstýrið ætlar nú at bakka fyri trýstinum frá donsku stjórnini í sildamálinum og viðvíkjandi
boykottinum. Føroyar skulu sleppa altjóða rættarmálunum og seta sildakvotuna niður í
helvt – eftir boðum úr Danmark og ES, sum yvirhøvur ongan rætt eiga til Norðhavssildina.
Og hetta skal avgreiðast, áðrenn tann sonevnda “ríkisfundin” í Føroyum um ein viku...
www.gevidblod.fo
Felagið Blóðgevi
Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum
J.C. Svabos gøta 43
100 Tórshavn
Telefon: 30 45 22
Teldupostur: bbank@lsh.fo
Blóðgevarar í Suðuroy
Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekka 19
800 Tvøroyri
Telefon: 34 32 70
Teldupostadressa: lab@ssh.fo
Klaksvíkar Blóðdonorlið
Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sniðgøta 1
700 Klaksvík
Telefon: 45 45 45
Teldupostadressa: labblod@ks.fo