mánadagur 16. juni 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. juni 2014 · Nr. 67
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Jóannes Hansen
Tað gongur sum eftir ánni
hjá Víkingi,og mótstreym
urin er stríður hjá Skála.
Síðsta staðfestingin av hes
um veruleikunum var í góð
veðrinum
seinnapartin
í
gjár, tá ið skálamenn fóru úr
Sarpugerði við 5-0 lúsingi.
Hetta var nógv tann triva
ligasti sigurin hjá Víkingi
higartil í ár. Góða gongdin
tríggjar tær seinastu ferðir
nar ber við sær, at Víkingur
nú er á bronsuplássinum.
Tað eru tvey stig aftur til
NSÍ, og tað eru seks stig fram
til HB. Í síðsta umfarinum
undan summarsteðginum –
tann 27. juni – fær Víkingur
vitjan av HB!
Hjá Skála var í gjár talan
um enn eitt stórt tap. Í
teimum trettan umførunum,
sum higartil eru avgreidd í
hesum
kappingarárinum,
hava uppflytararnir ongan
tíð vunnið. Hetta var sjeynda
ferðin, at teir noyddust
av vøllinum uttan at hava
skorað mál, og hetta var
triðja ferðin, at teir fóru av
vøllinum, eftir at tað vórðu
skorað fimm mál ella fleiri
ímóti teimum.
Málmunurin hjá Skála
er 7-32, og í posanum eru
fimm stig. Tað eru bara fýra
stig fram til B68 og plássið
omanfyri strikuna. Men um
tað skal eydnast Skála at
lyfta seg upp um strikuna,
so er tað neyðugt at vinna
fulla úrtøku. Um eina viku
fær Skála vitjan av AB. Um
tað ikki tá eydnast at vinna,
so fer tað at síggja alt annað
enn gott út.
Eftir 6-1 lúsingin í Runavík
og 3-0 tap á heimavølli ímóti
B36 var dagsskráin hjá skála
monnum í gjár fyrst og
fremst at binda fyri í verju
partinum og so at liva í vón
ini um, at tað skuldi eydnast
at skora mál.
Fyritreytirnar broyttust
longu í 11. minutti, tá ið
Víkingur setti hol á, og tær
versnaðu uppaftur meiri, tá
ið tað eftir lítlan hálvan tíma
varð 2-0. So var spurningurin
bara, hvussu stórur heima
sigurin fór at verða.
Fleiri broytingar
Sigfríður Clementsen hevði
hesa ferð gjørt fleiri broyt
ingar. Erling Jacobsen, sum
burtursæð frá fyrstu um
førunum hevur verið í mið
verjuni saman við Atla
Gregersen, var hesa ferð
vongverji í vinstru. 17 ára
gamli
Hjalti
Størmsten
var fyri fyrstu ferð á besta
liðnum í landskappingar
dysti. Hann var miðverji.
Heðin Hansen og Gunnar
Vatnhamar vóru í fremstu
ódnunum saman við Finni
Justinussen. Hans Jørgen
Djurhuus var á beinkinum
alla tíðina, meðan einki var
at síggja til Philip Djordjevic.
Nú verður ikki so leingi,
inntil Sølvi Vatnhamar og
Andreas Lava Olsen koma
heim av flatlondum at vera
við í kappingini um fram
rættaðu plássini.
Fimm tey undanfarnu
umførini
hevur
Finnur
Justinussen
hvørja
ferð
verið millum málskjúttarnar.
Samlaða máltalið hjá honum
hesar ferðirnar er sjey. Í
gjár skoraði Víkingur fimm
ferðir. Merkisvert var tað,
at Finnur Justinussen einki
mál skoraði.
Súni Olsen hevur verið
høvuðs arkitektur aftanfyri
góðu gongdina hjá Víkingi
nógvu tær seinastu ferðirnar.
Tað var hann aftur í gjár, og
liðformaðurin og fyrrverandi
landsliðsspælarin
skoraði
tvær ferðir, og hann var við
í uppspælinum til fleiri av
hinum málunum.
Tá ið Heðin Hansen, sum
hesa ferð aftur var fram
rættaður í høgru, setti hol á,
var tað eftir flatt frísparks
innlegg frá Súna Olsen.
Tá ið Hanus Jacobsen,
sum hesa ferð var sentralur
miðvallari, økti til 2-0, var tað
eftir fínt uppspæl kring allan
vøllin. 19 ára gamli Gunnar
Vatnhamar, sum hesa ferð
var framrættaður í vinstru,
legði diagonala sending yvir
í høgru, og so legði Bárður
Hansen innfyri aftur til
Hanus Jacobsen.
Stutt undan steðginum
økti Súni Olsen til 3-0, tá ið
hann umsetti fríspark av
brotsteigarmarkinum og eitt
vet til høgru til mál.
Eftir steðgin var leik
ferðin einki at reypa av, og tá
høvdu skálamenninir bóltin
meiri, enn teir høvdu havt
hann. Teir komu í einstakar
vandamiklar støður, men
talan var ongantíð um nakra
rættiliga hóttan.
Finnur Justinussen átti
næstsíðsta fótin á, tá ið
hann
ósjálvsøkið
spældi
Súna Olsen leysan, so hann
kundi seta bóltin í málið til
4-0, og innskiifti 18 ára gamli
Magnus Jarnskor, sum varð
skiftur
inn
miðskeiðis
í
2. hálvleiki, staðfesti tólv
minuttir undan dystarloki
sigurin við rimmar máli.
Bólturin tók stólpan, áðrenn
hann fór í meskarnar aftan
fyri Mark Ryutin, sum er ein
av stinnastu Skála spælar
unum, hóast tað fara nógv
mál ígjøgnum hjá honum.
joannes@sosialurin.fo
Víkinga maskinan
melur við fullari ferð
(3-0) 5-0
1-0: Heðin Hansen 11.
2-0: Hanus Jacobsen 27.
3-0: Súni Olsen 42.
4-0: Súni Olsen 54.
5-0: Magnus Jarnskor 78.
Dómari: Páll Augustinussen
Vit Víkingar Skála fyri
úrslitinum í dag
Besta
SMS
Fótbóltssendingin
Triði hálvleikur á Rás2
Víkingur Geza Turi – Bárður Hansen,
Hjalti Strømsten, Atli Gregersen, Erling Jacobsen
– Súni Olsen (Martin Olsen, 71.), Hanus Jacobsen,
Hallur Hansson – Heðin Hansen (Magnus Jarnskor,
66.), Finnur Justinussen, Gunnar Vatnhamar
(Sámal Jákup Joensen, 76.)
Skála Mark Ryutin - Jákup Jacobsen, Petur Pauli
Mikkelsen, Uni Jacobsen, Teitur R. Joensen
– Edvin Jacobsen ■ (Karstin Justesen, 74.),
Andras Frederiksberg – Holgar Durhuus, Ólavur
Mikkelsen, Jákup Johansen (Rói av Fløtum, 78.)
– Brian Jacobsen (Hendrik á Fríðriksmørk, 70.)
Tríggjar tær seinastu ferðirnar hava víkingarnir vunnið fulla úrtøku við málmuninum 12-
2, meðan tað stendur verri til hjá Skála, sum framvegis ikki hevur vunnið, og sum tríggjar tær
seinastu ferðirnar einki stig hevur vunnið, og sum hevur lagt rygg til 1-14 í málmuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Steingrím Jacobsen: Skála fjeppari
Ikki nógv at siga um handan dystin!..ein off-dagur!!
Nú er bara at arbeiða fram ímóti AB dystinum, sum
vónandi gevur 3 stig!!!
skála
Rúni Klein Joensen: Víkinga fjeppari
Klassamunur á liđum, eg tók næstan synd í Skála í dag. Alt koyrir hjá
okkum í dag, fleiri rokeringar á liđnum sum riggađu væl. 10-0 hevđi
ikki veriđ ov nógv, men Skála kundi fingi eitt mál skal sigast. Komandi
er Margáir og síđani B68. Tađ sær gott út hjá okkum,nú helmingin av
kappingini eru farin afturum, vit eru viđ enn í FM stríđnum. WLYV
víkingur
Súni Olsen (7) og víkingarnir eru vælkoyrandi