mánadagur 16. juni 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. juni 2014 · Nr. 67
ítróttur
Jóannes Hansen
Tað er lagt upp til stórdyst í
Gundadali komandi sunnu
dag. Tá eigur HB heimavøll
ímóti grannunum í B36. Úrs
litið í grannauppgerðini fer
at hava stóran týdning fyri,
hvussu tvíkappingin millum
grannarnar báðar um FM
heitið fer at taka seg upp.
Undan 13. umfari varð
B36 roknað at vera greiður
favorittur á heimavølli ímóti
B68. Heimaliðið vann 3-0.
Tølini lúgva ikki. Men tað
var ikki fyrrenn síðsta stóra
korterið, at B36 megnaði at
boyggja og benda B68 og
harvið at tryggja sær fulla
úrtøku.
Toftamenn
vóru
sera
tilvitaðir um sín setning, og
hóast teir skjótt fingu eitt
mál ímóti sær, so vóru teir
støðugt skilagóðir, og inntil
munurin varð øktur til 2-0,
var møguleikin ikki burtur
fyri, at tað skuldi eydnast
teimum at vinna seg upp á
javnt.
Í útgangsstøðu vóru verju
ketan og miðvallararnir eitt
sindur aftarlaga. Skipanin
í verjupartinum var góð.
Ovi Brim og Jóhan Dávur
Højgaard
arbeiddu
nógv
og skilagott í miðverjuni,
og á vongverjunum dugdu
Kristian Anton Andreassen
og Bjarki Johannesen væl
at plasera seg og byrgja
uppfyri Jákupi á Borg og
Høgna Eysturoy í høgru og
Hanusi Thorleifsson og Alex
Mellemgaard í vinstru.
Í framrættaða partinum
snúði tað seg um at serva
neyvt
fram
til
Jonleif
Højgaard og Óla H. Olsen.
Teir
báðir
eru
ógvuliga
skjótir. Jann Ingi Petersen
og Hákun Edmundsson vóru
sentralir miðvallarar, og teir
fingu liðið at hanga saman.
Hørður Askam og Andrias
Eriksen í B36 miðverjuni eiga
ikki so nógvar royndir, men
teir hava higartil í ár víst seg
at vera tryggir í miðverjuni.
Hesa
ferð
vóru
teir
báðir í løtum um ein háls.
Tað komst av, at Jonleif
Højgaard og Óli H. Olsen
onkrar ferðirnar megnaðu
at renna frá teimum. Skjótu
og knappu B68 álopini vóru
um reppið at bera mál við
sær. Í tveimum førum vóru
Hákun
Edmundsson
og
síðani Andrias á Líknargøtu
púra blankir og mitt fyri
málinum, men tað eydnaðist
ikki at fáa hol á. Tá var tað
framvegis málleyst.
Heiðurin fyri tað átti B36
málverjin Tórður Thomsen.
Tað er bara ein stór vika síð
ani, at hann var so mikið illa
skaddur, at tað varð roknað
við, at hann ikki fór at verða
førur fyri at spæla næstu
vikurnar. Longu næstsíðsta
sunnudag helt hann málið
reint, tá ið B36 vann 3-0 á
Skála. Og í gjár var hann
aftur meistari í málinum, tá
ið hann enn eina ferð helt
tætt og var ein av orsøk
unum til, at B36 vann enn
ein 3-0 sigur.
B36 breiddin
og broddurin
Hjá B68 kom tað ógvuliga
dátt við, tá ið tað vísti seg,
at sera skjóti og ágangandi
Jonleif Højgaard í saman
bresti seint í 1. hálvleiki var
so mikið løstaður, at hann
ikki var førur fyri at koma
á vøllin eftir steðgin. So var
neyðugt at umskipa liðið, og
tað kostaði.
Adeshina Lawal, Lukasz
Cieslewicz og Jákup á Borg
eru broddurin í framrættaða
B36 partinum. Hesa ferð kom
eingin teirra á málskjúttara
listan. Tá ið støðan framvegis
var 1-0, fór Jákup á Borg av
vøllinum. Tað vísti seg ikki
at bila. Ungu avloysararnir
stóðu enn eina ferð roynd
ina, og snildu veteranarnir
stuðlaðu teimum væl.
Ein
av
veteranunum
er
Hanus
Thorleifsson.
Hann telist ikki so ofta
millum
málskjúttarnar,
men tað gjørdi hann í gjár.
Stórt korter var farið, tá ið
vongverjin í høgru, Høgni
Eysturoy, sneiddi seg leysan í
brotsteiginum, áðrenn hann
flatt legði innfyri. Úr stuttari
fjarstøðu
stýrdi
Hanus
Thorleifsson bóltin í málið.
Hann skoraði fyrra málið í
2-0 sigrinum á heimavølli
ímóti Skála í fyrsta umfari,
og nú skoraði hann aftur –
eitt sera týdningarmikið mál.
B36 breiddin og broddurin
vóru størri, sum 2. hálvleikur
leið, men tað var ikki fyrrenn
fimm minuttir vóru eftir,
at tað eydnaðist at økja
um leiðsluna og harvið at
sleppa av við ampan, sum
kendist í B36 leguni, meðan
munurin
bara
var
eitt
mál.
Miðvallargeneralurin
Róaldur Jakobsen skoraði,
og Adeshina Lawal átti upp
leggið.
So var sigarføringin høg,
og hon varð uppaftur hægri,
tá ið tað við framúr málið
varð sett punktum við 3-0
málinum. Lukasz Cieslewicz
átti, eftir samanspæl við
altíð væl upplagda Alex
Mellemgaard, meistarligu og
longu sendingina. Innskifti
Benjamin Heinesen tamdi
hegnisliga, og í tveimum
royndum fekk hann bóltin
framvið stinna B68 málverja
num Kristiani Joensen.
3-0 sigurin ber til FM
bálið. Hvussu stórt tað verð
ur um eina viku og á jóan
søku valdast um gongdina
í grannauppgerðini sunnu
dagin!
joannes@sosialurin.fo
B36 breiddin og
broddurin bastu B68
(1-0) 3-0
1-0: Hanus Thorleifsson 18.
2-0: Róaldur Jakobsen 83.
3-0: Benjamin Heinesen 89.
Dómari: Lars Müller
fótbóltur
Hóast tað er summar runt
Føroyar, so eru tað hvítir tindar
í høvuðsstaðarøkinum.
Besta
SMS
Fótbóltssendingin
Triði hálvleikur á Rás2
B36 Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy (Karl
Martin Danielsen, 90.), Hørður Askham, Andrias
Eriksen, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen,
Klæmint Matras ■ – Jákup á Borg (Rasmus Dan
Sørensen, 68.), Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifs
son ■ (Benjamin Heinesen, 78.) - Adeshina Lawal
B68 Kristian Joensen – Kristian A. Andreassen ■,
Jóhan Dávur Højgaard, Ovi Brim, Bjarki Johannesen
■ (Emil Ronaldsson, 77.) – Andrias á Líknargøtu
■ (Janus W. Mortensen, 82.), Hákun Edmundsson,
Jann Ingi Petersen, Mads Rosenberg – Jonleif
Højgaard (Remi Langgaard, 46.), Óli H. Olsen
Øssur Jacobsen: B68 fjeppari
Í fótbolti má mann fáa boltin í málið fyri at vinna dystir,
vit voru ikki skarpir í dag, men voru raskir um allan vøllin,
nu taka vit HB mikudagin og fara at spæla finalu um
løgmanssteypi i august, Forza B68
Koyr á B68
Inntil tað restaði eitt stórt korter
var spenningurin stórur, tá ið
B36 styrkti um sína støðu sum
topplið, og B68 stríddist fyri at
sleppa úr tronganum í botninum
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Jóannes Niclasen: B36 fjeppari
Enn er Tikarin á odda og enn eina ferð trakka teir
yngru í karakter. Tillukku Benji, cruse control.
Ein fyri allar, HVITIR.
Koyr á B36
Komandi suunudag verður
sannur oddadystur, tá Slagið
um Havnina stendur millum
oddaliðini bæði B36 og HB