Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juni 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. juni 2014 · Nr. 67 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Tróndur Arge Tað var líkt til at vend var komin í gongdina hjá EB/ Streymi, sum ikki hevði tapt í trimum dystum á rað. Tískil vóru vónirnar góðar á heimavølli við Margáir sunnudagin, har ÍF kom á vitjan, men tað var tó eitt skot fyri bógvin, at lyka­leik­ arar­nir Jónas Tór Næs og Marni Djurhuus ikki vóru við vegna skaða. Eisini Arnbjørn Hansen var smáskaddur og byrjaði á beinkinum. ÍF var hinvegin í eini smærri kreppu og hevði ikki vunnið í sjey teimum sein­ astu dystunum, men henda dystin kundu teir fegn­ast um, at Jan Ó. Ellings­gaard fyri stuttum er heim­aftur­ komin av flatlondum og byrj­ aði dystin á vinstra bakki. Nýggj blanding Við nevndu skaðunum vóru teir tvungnir at broyta byrj­ unar­uppstillingina nakað. Pól Jóhannus Justinussen og Gert Hansen loystu Marna Djurhuus av í ávika­vist miðverjuni og á høgra bakki. Hetta gav rúm fyri eitt nú Hanusi Olsen, bróður­inum hjá meiri navn­frama Bárði Olsen, á mið­vøllinum. Eisini ÍF hevði blandað kortini. Frank Poulsen byrjaði á høgra bakki, Poul N. Mikkelsen í miðverjuni við síðuna av Bartali Eliasen, meðan Høgni Zachariassen slapp at royna seg í eini heldur óvandari støðu mitt á mið­vøllinum. EB/Streymur fram Tað var við dystarbyrjan ein tættur dystur um at seta seg á miðvøllin, og hóast tað var so at siga javnt býtt, so var tað EB/Streymur, sum var vandameira liðið. Hetta komst av, at teir høvdu teir kvikaru leikararnar í um­still­ ingunum og ikki hugdi seg aftur um bak, tá ið teir fingu bóltin. Tá ið 10 minuttir vóru leiktir kastaði tað úrslit av sær. Hans Pauli Samuelsen fekk bóltin skamt innanfyri brotsteigarmarkið, haðani hann við væl stýrdum skoti sendi bóltin í mál til 1-0 til heima­liðið. Aftursvar Taktiskt sást ikki nakað greitt mynstur hjá ÍF, og hóast EB/Streymur var ógvu­ liga tætt við at økja til 2-0, so var tað treiskni og stríðsvilji, sum kastaði gott av sær hjá ÍF. Vinstra síða varð mest brúkta síðan henda dystin, og ein raskur og álopskendur Jan Ó. Ellingsgaard átti sín stóra lut í hesum. Tað var eis­ini júst ígjøgnum vinstru síðu, at útjavnandi málið hjá ÍF kom 10 minuttir eftir leiðslu­málið hjá EB/Streymi. Tað var Dánjal á Lakjuni, sum leysur í málteiginum, onkurs­vegna fekk krøkt ein truplan bólt inn um mál­ strik­una. Javnleikur 1-1. ÍF hálaði í land Seinni hálvleikur var merkt­ ur av nógvum hornaspørkum og deyðbóltsstøðum annars, men í spælbýtinum var tað nú ÍF, sum hevði fingið betri greiðu á og var omaná. Tað var eftir deyð­bólts­ støðu, at ÍF kom á sigurskós gott korter fyri leiklok. Bartal Eliasen fekk atsókn sína bjarg­aða, men ikki betur enn at Dánjal á Lakjuni stóð fúsur og skeyt returbóltin í málið til 2-1. Síðsta korterið sendi EB/ Streymur Egil á Bø í álopið og kom longri fram á vøllin, men trýstið kastaði ikki meiri enn nakrar vandamiklar deyð­ bóltsstøður av sær. ÍF vardi sigurin heim og fekk ein tiltrongdan 2-1-sigur eftir at ikki hava vunnið í sjey dystum á rað, meðan EB/Streymur nú aftur fekk smakkin av at tapa eftir at hava verið ósigraðir í trimum dystum á rað. trondur@sosialurin.fo Loksins bragdaði hjá ÍF (1-1) 1-2 1-0: Hans Pauli Samuelsen 3. 1-1: Dánjal á Lakjuni 22. 1-2: Dánjal á Lakjuni 74. Dómari: Rúni Gaardbo Kanska hanga SEV og EB/Streymur saman. Streymurin er vekk í heilum Besta SMS Fótbóltssendingin Triði hálvleikur á Rás2 EB/Streymur René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø, Pól Jóhannus Justinussen, Rógvi E. Nielsen ■ – Høgni Madsen, Gunnar Zachariasen (Jóhannes Hansen, 86.), Niels Pauli Danielsen – Hanus Olsen, Leif Niclasen (Arnbjørn Hansen, 63.), Hans Pauli Samuelsen ÍF Jákup Mikkelsen ■ – Frank Poulsen, Poul N. Mikkelsen, Bartal Eliasen, Jan Ó. Ellingsgaard (Ari Ó. Ellingsgaard, 51.) – Dánjal á Lakjuni (Leivur Joensen, 86.), Karl Løkin ■, Høgni Zachariassen, Fritleif í Lambanum (Kristoffur Jakobsen, 65.), Nenad Saric – Clayton Soares ÍF fekk trý kærkomin stig og sín fyrsta sigur í landskappingini í tveir mánaðir, tá ið teir sunnudagin vunnu 2-1 ímóti EB/Streymi við Margáir Mynd: Álvur Haraldsen Rógvi Dam: EB/Streymur fjeppari Vit tóku ikki av í dag, okkara lið var nógv betri lið enn ÍF. Men hvat nitar tað í vit ikki skora. All in mikuhvøldi í móti Víkingi, vit vinna 3-0. Saman standa vit sterk. eb/Streymur Birgir Petersen: ÍF fjeppari Deiligt at Dánjal fekk tipt bindiklubban í Sundalagnum. Doyligt at síggja okkara drongir kempa seg til sigurs, haldi fram við hasum. Koyr á ÍF ÍF fekk steyp Sundalagsstevna hevur verið um vikuskiftið, og av hesum sama var dysturin ímillum EB/Streym og ÍF stevnudystur. Eftir dystin handaði Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, liðformanninum hjá ÍF steyp fyri at vera vinnandi liðið á Sundalagsstevnu. Ellingsgaard skaddur Jan Ó. Ellingsgaard, sum júst er heimafturkomin úr Danmark at spæla við ÍF tað mesta, ið er eftir av kappingarárinum, mátti tíðliga í seinna hálvleiki lata seg útskifta vegna tað, sum minti um eina fipurspreinging í baklærinum. Enn er ikki greitt hvussu umfatandi skaðin er.