mánadagur 16. juni 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 16. juni 2014 · Nr. 67
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Tá nepotistar skriva um populistar.
Aftursvar til oddagrein
Helgi Arntórsson
Niðaragøta 42
Hoyvík
Hevði blaðstjórin á Sosial
inum gjørt sær tann ómak
at lisið kæruna, sum eig
arafeløgini í Hoyvík herfyri
lótu inn, í sambandi við, at
Fjarhitafelagið á øðrum sinni
fekk umhvørvisgóðkenning
til eina oljufýrda hitamiðstøð
millum hús, spælipláss og
barnagarð Inni á Gøtu, so
hevði hansara oddagrein í
blaðnum mikudagin 11. juni
2014 kunnað ljóðað øðrvísi.
Harvið er ikki sagt, at
hann hevði droppað populist
ábreiðsluna móti teimum
fýra býráðspolitikarunum,
ið søgdu seg vera ímóti olju
fýrdu hitamiðstøðini. Men
so hevði fakta um ikki annað
kunnað verið í lagi.
Fyri tað fyrsta hava tað
ikki verið ætlanir um at
byggja eina slíka hitamiðstøð
í 25 ár. Hevði hann lisið
fundarfrágreiðingar
frá
tíðini síðst í áttatiárunum, tá
býlingurin Inni á Gøtu varð
bygdur, so hevði hann sæð, at
oljufýrda hitamiðstøðin ikki
var ein partur av ætlanunum
yvirhøvur.
Tá Fjarhitafelagið keypti
matrikulin frá Tórshavnar
Kommunu
í
2002,
vóru
neyvar ásetingar í skeytinum
um, hvat kundi byggjast á
hesum A3 økinum, og eitt
orkuverk av hesum slag var
ikki harímillum.
Í ársfrágreiðingum Fjar
hitafelagsins stendur at lesa
fram til 2008, at endamál
felagsins er at veita fjarhita
til sethús og virkisbygningar
í Hoyvíkshaganum og á
Sandvíkarhjalla.
Í 2008 broytist orðingin frá
at vera lokaløkið í Hoyvík og
á Hjalla til at vera Tórshavnar
kommuna. Í ársfrágreiðingini
árið fyri verður tosað um, at
fyrireikingar eru byrjaðar
til at gera eina ketilstøð á
matriklinum í Klingruni, og
í frágreiðingini 2008 verður
nevnt, at forprojekteringin
er byrjað.
Í hesum samanhangi er
rætt at nevna, at Fjarhita
felagið tá vísir á ætlanir um
at breiða seg oman í sjálva
Tórshavn, og sigur tað vera
ynskiligt,
at
Tórshavnar
Kommuna setur krøv til
húsini,
sum
liggja
fram
við rørleiðingini, at tá tey
fara undir at skifta oljufýr/
ketil – ella eftir ávíst tíðar
skeið – skulu knýta í fjar
hitskipanina.
Eg eri ikki løgfrøðingur,
men hetta ljóðar sum at
felagið ikki tekur atlit til
kappingarlóggávuna.
Hesi bæði árini, 2007
og 2008, var býráðslimur
Javnaðarfloksins og systir
oddagreinarskrivarans
á
Sosialinum, Elin Lindenskov,
forkvinna í nevnd felagsins,
og tað er undir hennara
leiðslu, at ætlanin av álvara
tekur skap, og at endamáls
orðing felagsins broytist:
Fjarhitafelagið skal veksa
seg stórt.
Tá undirritaði keypti hús
í Niðaragøtu um ársskiftið
2004/2005, vóru eingi tekin
um, at hetta var ætlanin.
Eg hevði heldur ikki keypt
hús her, um eitt oljufýr við
størri megi, enn øll oljufýr
á Argjum og Norðastahorni
til samans, stóð sum granni,
ella um eg kendi til ætlanir
um slíkt.
Tað
hevði
eingin
við
fullum viti gjørt. Tað var tó
hetta, Fjarhitafelagið tá helt
vera bestu loysnina, og sum
tað ætlaði at smoyggja niður
yvir høvdið á okkum, uttan
nakra grannahoyring ella
kunning annars.
Tá fólk her í økinum
varnaðust, hvat var um at
henda, vaknaði tann megi,
sum er eitt tekin um, at her
búgva tilvitað menniskju, og
ikki tvøgur, sum finna seg í
hvørjum sum helst.
Ætlanir felagsins vóru
uttan nakra virðing fyri
nærumhvørvinum og okk
um, sum búgva her, og tí
máttu tær steðgast. Steðg
aðar
vórðu
tær
eisini,
takkað veri fyrst og fremst
nøkrum eldsálum í økinum,
sum løgdu stórt arbeiði í
at vísa á eyðsýnd mistøk í
umhvørvisgóðkenningini, so
lítið stóð eftir.
Oddagreinin endurgevur
núverandi nevndarformann
í Fjarhitafelagnum fyri at
siga, at hesir fýra býráðs
politikarar,
sum
alment
søgdu seg vera í móti hita
miðstøðini, ikki vita, hvat teir
tosa um.
Tað drúgva vitanararbeiði,
sum arbeiðsbólkur hjá eigara
feløgunum hevur greitt úr
hondum, nú Fjarhitafelagið
fyri aðru ferð bað um og fekk
eina umhvørvisgóðkenning
frá Umhvørvisstovuni, og
sum eigarafeløgini hava kært,
vísir, at sami formaður ikki
hevur nakra hóming av, hvat
hann hevur gongd í. Virðing
fyri okkum sum her búgva
og virka hevur hann so ikki.
Tað kunnu vit staðfesta. Í
práti her í býlinginum í dag
var semja um, at vit áttu at
bjóðað honum á vitjan, so
hann kundi hitt okkum og
hoyrt fakta.
Tað er ein góður eginleiki
hjá leiðarum at duga at lurta,
faktiskt tann týdningarmesti.
Vit, borgarar í Tórshavnar
kommunu hava valt nakrar
vanligar borgarar til at leiða
okkara kommunu. Teir koma
út fyri í sínum starvi at skula
taka truplar avgerðir, og
onkuntíð kunnu avgerðirnar
vera beinleiðis skaðiligar og
skeivar fyri samfelagið.
Oljufýrda hitamiðstøðin
í Klingruni var ein av hesum
skeivu avgerðum. Ovurstóra
oljufýringin er heilsuskaðilig,
tað vísir innihaldið í okk
ara kæru greitt, - eisini
aftaná at pjøssað varð upp
á upprunaligu tungoljuætl
anina.
U m h v ø r v i s s t o v a n
ætlaði ikki at veita um-
hvørvisgóðkenningina,
men kúvendi 23. mars 2012
við tunnum og beinleiðis
ósonnum
argumenti
frá
Fjarhitafelagnum um, at vit
borgarar áttu at verið greiðir
yvir frá byrjan í 1988, hvat var
ávegis í Klingruni.
Vit borgarar í Tórshavnar
Kommunu
skulu
vera
takksamir fyri, at okkara
politikarar ikki eru longri
burtur, enn at teir evna
at lurta, tá borgarar vísa
á og kunnu dokumentera,
at okkurt er um at fara
álvarsliga av sporinum.
Mikudagin, aftan á at
oddagreinin í Sosialinum
var farin til prentingar, fingu
vit hoyvíkingar eitt lyfti frá
borgarstjóranum
Heðini
Mortensen um, at hann ætlar
at arbeiða fyri eini grønari
loysn. Ein slík loysn skal
vera so hjartaliga vælkomin
í Klingruna. Vit skulu bara
minnast til, at hon hevði
aldrin komið upp á tal, um
býráðslimir og borgarstjóri
ikki megnaðu at lurta eftir
borgarunum, men ístaðin
høvdu valt at hildið fast í
ætlanunum frá 2007.
Tøkk til tykkum politik
arar í Tórshavnar Býráð,
sum hava víst, at tit duga at
lurta, og at tit skilja tað næra
fólkaræðið. Vit vóna, at tey
av tykkum, sum vit einki
hava hoyrt frá, eisini duga
at seta tykkum í okkara stað,
og at tit vera við til at skapa
eina skilagóða, grøna loysn
á økinum, sum vit øll kunnu
vera stolt av.
Føroyar vunnu
Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur
Dagurin í dag er ein av
teim sera stóru døgunum í
føroyskari fiskivinnusøgu.
Vit fóru upp ímóti sjálvum
ES við landsstýrismanninum
Jacob Vestergaard á odda.
Tað leikaði hart á og nógv
vóru ivasom. Fleiri mettu,
at landstýrismaðurin var
á skeivari kós, og at hetta
fór at koma okkum aftur
um brekku. Hóast tað
breyt í bæði borð, so stóð
okkara landstýrismaður í
fiskivinnumálum, sum ein
drangur í brimi og gav seg
ikki, men helt beina kós.
Løgmaður Kaj Leo Holm
Johannesen bakkaði alla
tíðina
landsstýrismannin
upp, sjálvt tá harðast leikaði
á.
Hvør av okkum trúði uppá
ein stórsigur ímóti ES ?
Hvussu nógv hevur lands
stýrismaðurin ikki staðið
model til í tilgongdini ? at
hann tordi at gera slíkt og
halda fast. Og enntá fara
upp ímóti ES á tveimum
frontum samstundis. Bæði
sild og makrel. Ja, mær
kemur til hugs, tá ið David
fór í bardaga ímóti Goliat og
vann.
Tá ein er í stríði er
umráðandi eisini at duga at
gera avtalur, og enda stríðið í
røttu løtu. Og tað er júst tað,
sum okkari landstýrismaður
hevur maktað.
Nú er hendan avtalan/
semjan við ES komin í hús
og vit hava fingið eina sera
góða avtalu, men kenni eg
landstýrismannin
rætt,
so herjar hann á aftur við
nýggjari megi til næstu
samráðingarnar, og fer at
kempa fyri størri kvotum.
At hugsa sær, at henda
søguliga avtalan er gjørd,
alt ímeðan pressan saman
við øðrum hava kapprópt
um órógv í samgonguni
henda veg og handan veg.
Ja, herrópini hava verið so
mikið ógvislig ímóti sitandi
samgongu, at nú hava fólk
enntá í sosialu miðlunum
rópt varskó.
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo