Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juni 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. juni 2014 · Nr. 67 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Havstovan vísir á, at silikat er eitt týdningarmikið tøð­ evni í havinum. – Ólíkt øðrum tøðevnum so sum nitrat og fosfat, sum verða brúkt av nærum øllum plantuæti, so verður silikat bert brúkt av einum ávísum bólki av plantuæti, ið nevnist kisilalgur. Stovnurin veit at siga, at ein slakur helmingur av øllum gróðri í havinum er kisilalgur, og í havinum kring Føroyar er várgróðurin eina­ mest kisilalgur. Avmarkaður gróður Kanningar hjá okkum vísa, at várgróðurin flestu ár er av­markaður orsakað av silikatimangli. Tað er tí sera ør­kymlandi, at vetrarnøgdin av silikati á landgrunninum hesi seinastu árini er minkað, soleiðis at kisilalgurnar í dag bert hava umleið helvtina av gróðrar-møguleikunum í mun til fyri fimm árum síðani. Tað sigur Havstovan á síni heimasíðu í dag. Neyvari kunning um hesi viðurskifti kunnu lesast á heimasíðuni ww.hav.fo vilmund@sosialurin.fo Ørkymlandi umstøður á føroyska landgrunninum Ríkisfundur verður mikudagin Eystanstevna verður um viku­skiftið, har FM-kappróður eisini verður á skránni. FM-róðurin byrjar klokkan 15 leygardagin Partrolararnir, sum fiska upsa, royna kring landgrunnin, og fiskiskapurin er brúkiligur. Skipini koma inn at landa, sum vikan gongur. D j ú p v a t n s ­ trolararnir royna ymsa­staðni. Ein er í Grønlandi, ein fiskar á djúpum vatni undir Føroyum og landar í Danmark. Tveir fiska upsa og koma inn at landa fyrst í hesi vikuni. Í dag landa tríggir trolbátar, sum hava roynt á landleiðini, og seinni í hesi vikuni koma aðrir trol­bátar eisini inn at landa. Á ríkisfundinum fara stjórnarleiðararnir í Føroyum, Grønlandi og Danmark eitt nú at um­røða ríkisfelagsskapin, fiski­ vinnu og Arktis. Árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum verð­ ur mikudagin hin 18. juni. Í ár er tað Føroya løg­ mað­ur, Kaj Leo Holm Johanne­sen, sum verður vertur fyri fundinum, og í hes­um sambandi koma Helle Thorning-Schmidt, for­sætis­ráðharri í Danmark og Aleqa Hammond, lands­ stýris­formaður í Grønlandi, til Føroya. Donsku og grønlendsku ferðaløgini koma til Føroyar í dag, og í morgin verð­ur farið á útferð til Mykinesar og út í Tind­ hólm. Í annaðkvøld verður løg­ maður vertur fyri døgurða. Sjálvur ríkisfundurin verður í Tinganesi miku­ morg­unin, og tá fara stjórnar­leiðararnir eitt nú at um­røða samstarvið í ríkis­felagsskapinum, fiski­ vinnu og Arktis. Í sambandi við ríkis­ fundin verður tíðinda­ fund­ur mikudagin 18. juni klokkan 11.30 á løgmans­ skriv­stovuni. Donsku og grønlendsku ferðaløgini fara avstað aftur seinnapartin miku­ dagin. vilmund@sosialurin.fo – Plantuæti á føroyska land­grunninum svøltar. Nøgdin av silikat í havinum kring Føroyar er minkandi. Hetta er ørkymlandi, sigur Havstovan – Kanningar hjá okkum vísa, at várgróðurin flestu ár er avmarkaður orsakað av silikatimangli. Tað er sera ørkymlandi, sigur Havstovan Sjálvur ríkisfundurin verður í Tinganesi mikumorgunin, og eftir fundin verður bjóðað til tíðindafund Trolfiskur alla vikuna Í kvøld verður eyka býráðs­ fundur í Sunda kommunu, har ætlanini fyri skúla­bygnaðin í Sunda komm­ unu verður á skránni