mánadagur 16. juni 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 16. juni 2014 · Nr. 67
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fríðrikskirkjan
Konsert verður í Fríð
rikskirkjuni á Toftum
mikukvøldið, har tvey
tey kendastu kórini
í Svøríki fara at hava
konsert. Eini 180 børn
og ung millum 8 og 25
ár fara at syngja.
Vilmund Jacobsen
Seinnapartin fríggjadagin var
móttøka í Almannaráðnum
á Smyrilsvegi 20 fyri nýggja
stjóranum, Edvardi Heen.
Væl av fólki var til móttøk
una, og her varð borðreitt
við ymiskum etandi og lesk
andi.
Tað var Eyðun Mohr
Hansen,
aðalstjóri,
sum
beyð vælkomin. Onnur, sum
komin vóru til løtuna, søgdu
eisini nøkur orð, eitt nú
landsstýriskvinnan, Annika
Olsen, eins og stjórin, Edvard
Heen, eisini segði nøkur orð
við høvið.
Tað var í fyrru helvt av
februar, at Annika Olsen,
landsstýriskvinna, gjørdi av
at seta Edvard Heen sum
stjóra fyri Almannaverkið.
Edvard Heen er føddur
og uppvaksin í Oslo í Noregi.
Hann hevur í tveimum um
førum búð í Føroyum. Ed
vard er útbúgvin búskapar
frøðingur (cand. merc.) og
hevur drúgvar leiðsluroyndir
úr tryggingar- og fíggjar
heiminum umframt innan
KT-økið.
Edvard
Heen
hevur
eitt nú verið stjóri í Trygg
ingarfelagnum Føroyar, stjóri
í Bankenes Betalings Sentral
í Noregi, og hann hevur verið
fyritaksstjóri í Bank Nordik.
Maðurin,
sum
nú
er
almannastjóri í Føroyum,
hevur eisini royndir sum
konsulentur innan strategi
og broytingarleiðslu á ymisk
um vinnuøkjum.
Tað vóru 16 umsøkjarar til
starvið sum almannastjóri,
og Edvard Heen tók við
starvinum hin 1. juni 2014.
Vilmund Jacobsen
Seinasta hósdag læt nýggj
ur og forvitnisligur handil
- Storm Boutique - upp í
Saltangará. Handilin er í
miðhæddini í bygninginum,
har Café Cibo heldur til í
kjallarahæddini á Heiðavegi
51.
Tað er eigarin av Café
Cibo, Jóhannus M. Olsen,
ið hevur skapt fysisku
karmarnar fyri handlinum,
sum tær fýra kvinnurnar,
Ragnhild Kjærbo, Helga
Dam, Marita Johannessen
og Bjørt Fláaberg reka.
Tær selja vørur, sum
eru skaptar av føroyskum
designarum, bæði lendum
og minni kendum.
– Hetta er ikki eitt
heimavirki,
men
meira
ein samling av føroyskum
designarum av ymiskum
slag - og onkur, sum vit selja
vørur og lutir hjá, er enn á
hobby-støði, sum eg vil
rópa tað. Onnur eru kend í
føroyskum designarahøpi.
Ragnhild Kjærbo sigur,
at tað var so seint sum hin
22. mai, at tær fýra settu
hol á hesa verkætlan, og
hon dylur ikki fyri, at hetta
var í samstarvi við ALS,
tí tær allar fýra tá vóru
arbeiðsleysar.
– Men, vit hava so sann
liga ikki verið arbeiðsleysar
seinastu vikurnar. Vit hava
verið í gongd næstan 24
tímar um samdøgnið, og vit
hava allar arbeitt rættiliga
intenst hesa tíðina.
Hon heldur, at tær fýra,
sum standa aftan fyri
verkætlanina, hava nógvar
ymiskar dygdir og nógvar
góðar eginleikar.
– Onkur dugir okkurt
betri enn onkur onnur, men
tilsamans duga vit nógv,
sigur hon.
Handilin er býttur upp í
tvey rúm, har klædnapløgg
eru øðrumegin - og ymiskt
annað er hinumegin.
Storm Boutique hevur
opið
frá
mánadegi
til
fríggjadag frá klokkan 10-
18 og leygardag frá klokkan
10-14.
Arbeiðsleysar
funnu saman
Móttøka fyri nýggja
Almannastjóranum
Edvard Heen, sum hevur havt fleiri álitisstørv - eisini í Føroyum
- hevur nú tikið við sum stjóri í Almannaverkinum
Vilmund Jacobsen
Partrolararnir, sum fiska upsa,
royna kring landgrunnin, og
fiskiskapurin er brúkiligur.
Skipini koma inn at landa,
sum vikan gongur.
Djúpvatnstrolararnir
royna ymsastaðni. Ein er
í Grønlandi, ein fiskar á
djúpum vatni undir Føroyum
og landar í Danmark. Tveir
fiska upsa og koma inn at
landa fyrst í hesi vikuni.
Í dag landa tríggir trol
bátar, sum hava roynt á
landleiðini, og seinni í hesi
vikuni koma aðrir trolbátar
eisini inn at landa.
Trolfiskur alla vikuna