Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juni 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. juni 2014 · Nr. 67 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit eru so ótrúliga væl nøgd við festivalin, sigur Tordis Skaalum, ein av fyrireikarunum av Country- og Blues-festivalinum í Sørvági, ið var um vikuskiftið. – Hetta er besti festivalur í Føroyum, siga tey, sigur Tordis Skaalum. Fólk, hon hevur tosað við, hava peikað á, at tað er intimiteturin, ið ger festivalin so góðan. Styrkin í festivalinum er tað bygdakenda, heldur Tordis Skaalum. - Country merkir bygd, og vit leggja dent á, at hetta er ein fólkafestivalur. Festivaløkið er lítið, og alt er tætt knýtt saman. - Vit meta, at eini 3000 fólk hava verið á festivalinum. Tað vóru nógv fleiri gestir enn í fjør og nógv fleiri campinggestir. Country merkir bygd