Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 16. juni 2004 19 Kvívíkingur tók annað plássið frá Nevinum Reyða, men fjarstøðan millum Argjabátin og Kvívíkingin var tann sama á Skála- fjørðinum, sum hon var í Klaksvík KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Eingin tykist at skula skala Argjabátin. Á Skálafjørðinum síðsta leygardag var hann meiri sannførandi vinnari, enn hann var í Klaksvík næstsíðsta leygardag. Á Norðoyastevnu var Nevið Reyða næstfremst, og Kvívíkingur var nummar trý. Á Skála- fjørðinum var Kvívík- ingur nummar tvey, og Nevið Reyða var nummar trý. Men munurin frá Argjabátinum og til Kví- víking var tann sami í Runavík, sum hann var í Klaksvík. Ta ferðina vóru fimm sekund frá nummar eitt og til nummar trý. Hesa ferð vóru fimm sek- und frá nummar eitt og til nummar tvey. Í Klaksvík vóru trý sek- und frá Argjabátinum og aftur til Nevið Reyða. Leygardagin vóru seks sekund frá Argjabátinum og aftur til Nevið Reyða, sum altso endaði á triðja plássinum. Tað hevur verið tosað um, at Kvívíkingur fór væl seinni undir venjing- arnar, enn teir umborð á Argjabátinum fóru, og at hetta kanska fór at hava við sær, at munurin mill- um Argjabátin og Kvívík- ingin fór at minka, sum kappingin fór at eldast, og kvívíkingar fóru at koma í alt betri venjingarstøðu. Tað er sjálvandi fram- vegis møguleiki fyri, at hetta skal fara at laga seg soleiðis. Men leygardagin var tað einki, sum boðaði frá, at Argjabáturin hesa ferð var minni sannfør- andi vinnari, enn hann var í fyrstu kappingini. Argjabáturin stakk seg skjótt framum hinar. Munurin gjørdist størri, og á málinum var Argja- báturin meiri enn leysur av Kvívíkinginum. Ørvur er mannaður av nýggjum, eftir at fleiri teirra, sum vóru við í fjør, nú eru farnir umborð á Hoyvíkingin. Ørvur hekk væl við í kappingini um triðja plássið. Men undan endaspurtinum gav hann seg, og Nevið Reyða var gott og væl leysur av Ørvi, tá ið bátarnir komu á mál. Knørrur endaði aftastur. 8-mannafør 1 Argjabáturin 7:42:18 2 Kvívíkingur 7:47:15 3 Nevið Reyða 7:48:09 4 Ørvur 7:54:13 5 Knørrur 8:01:10 Hóast kappingin tyk- ist tættari, enn hon ofta hevur verið, so benda úrslitini í tveimum teimum fyrstu kappingunum á, at tað fer at verða torført hjá hinum bátunum at gera nak- að við Havnarbátin í FM kappingini KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Spell var tað, at eitt sindur av glansinum leygardagin skuldi fara av kappróðrin- um, sum er meiri spennandi enn allir hinir. Áskoðara- fjøldin á róðrarøkinum var farin at tynnast, og útvarps- lurtararnir kring landið fingu ikki tað sama burtur- úr, sum teir plaga at fáa, tá ið 10-mannaførini rigga til, og tað verður bíðað eftir startskotinum. Men millum bátsmann- ingarnar bilti einki. Allar seks manningarnar vóru klárar, og tað var lagt akku- rát so mikið nógv fyri, sum tað plagar at vera, og sum tað eigur at vera. Á fyrra partinum av 2000 metra teininum gekk rættuliga javnt á. Tað var ongantíð leyst millum bátarnar, og munurin var millum lítil og eingin. Eina løtu hevði ein hug at stinga reingina fram- um hinar, og eina aðra løtu var tað ein annar. Kappingin stóð við út eftir fjørðinum. Men á seinna partinum av róðrar- teininum var kappingin ikki so stór um fremsta plássið. Havnarbáturin, sum vann á Norðoyastevnu, var aftur hesa ferðina drúgvastur. Tá ið bátarnir vóru farnir inn um túsund metra málið, hevði Havnarbáturin hug at fara eitt vet framum hinar. Reingin gjørdist til skutin, og skuturin gjørdist til eina hálva bátslongd. Eina løtu var Havnarbáturin leysur av hinum bátunum, men á málinum var munurin aftur minni. Eysturoyingur, Nólsoy- ingur, Vestmenningur, Vág- bingur og Hoyvíkingur vóru í stórari innanhýsis kapping. Hoyvíkingur end- aði aftastur í Klaksvik. Á Skálafjørðinum tóktist tað sum um, at tað skuldi eydnast hjá hoyvíkingum at byrgja fyri, at tann søgan skuldi ikki endurtaka seg. Eina løtu á fyrsta teininum var Hoyvíkingur kanska fremstur, og hann var eina løtu millum teir fremstu. Men tá ið síðsta skotið varð latið av leygarkvøldið, var tað fyri Hoyvíkinginum, sum aftur hesa ferð var aftastur. Munurin fram til hinar var kortini ikki størri enn so, enn at tað eigur at varð- veita vónina í hoyvíkingum um, at teir nýtast ikki so at siga at halda pláss í teimum fimm kappingunum, sum eru fyri framman í hesum kappingarárinum. Hoyvík- ingur var minni enn eina hálva bátslongd aftanfyri Vágbingin. Í fjør vunnu fleiri, sum nú eru við til at manna Hoyvíkingin, nógv við Ørvi. Nú hava teir tvær ferðir roynt, hvussu tað kennist at enda aftastir. Í fjør vunnu teir, sum nú eru við til at manna Vágbingin, nógv við Smyrli. Nú hava teir tvær ferðir í hesum árinum roynt, hvussu tað kennist at kappast fyri at sleppa undan aftasta pláss- inum heldur enn at kappast um at vinna. Sammett við á Norðoya- stevnu var talan um stóra framgongd hjá Eysturoy- ingi. Eftir at Havnarbáturin eina løtu í miðróðrinum hevði verið leysur av hin- um, eydnaðist tað Eystur- oyinginum so at siga at fáa um endan. Eysturoyingur hevði gott og væl um stýri- mannin á Havnarbátinum, tá ið bátarnir fóru um mál- ið, og eina hálva bátslongd aftanfyri Eysturoyingin vóru Nólsoyingurin og Vestmenningurin mest sum stavn um stavn. Leygardagin verður kappast á Sundalagsstevn- uni í Hvalvík. Um tað aftur ta ferðina fer at eydnast hjá Havnarbátinum at vinna, og um tað aftur tað ferðina fer at verða soleiðis, at teir í næstu røð fara at býta um pláss soleiðis, sum teir hig- artil hava gjørt tað, so kann tað væl vera, at spenning- urin um FM heitið ikki fer at verða serliga drúgvur. Havnarbáturin var meist- ari í 2001. Tvey tey sein- astu árini hevur Eysturoy- ingurin verið FM vinnari. 10-mannafør 1 Havnarbáturin 9:43:20 2 Eysturoyingur 9:46:19 3 Nólsoyingurin 9:48:06 4 Vestmenningur 9:48:19 5 Vágbingur 9:50:17 6 Hoyvíkingur 9:51:01 8-mannafør: Argjabáturin økir um munin 10-mannafør: Havnarmenn sita við langa endanum Argjabáturin vann greiðan sigur í áttamannafarsróðrinum, og so var stóri dagurin á Argjum veruleiki Mynd: Álvur Haraldsen Aftur var talan um javnan róður, men aftur vórðu tað teir á Havnarbátinum, sum drógu longsta stráðið Mynd: Álvur Haraldsen 19 18 Nr. 112 - 16. juni 2004 Meiri enn veðrið og umstøðurnar kring róðurin vóru tað menniskjaligar orsøkir til, at róðrar- tíðin hesa ferð var tví- fald so long, sum hon var á Eystanstevnuni fyri tveimum árum síðani FM-KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Eingin setur spurnartekin við sjálvan kappróðurin og vinnararnar á Eystanstevn- uni leygardagin. Men róðr- artíðin var so mikið long, at tað í hesum próvtøkutíðum ikki kann gevast annað próvtal enn tað, sum er undir dumpimarkinum. Sambært skránni var kappróðurin ásettur at vera klokkan trý, soleiðis sum tað plagar at vera á øllum stevnum. Tá ið 10-manna- førini komu skúmandi framvið havnarlagnum í Runavík og út ímóti langa pirinum, har málstengurnar stóðu, var klokkan tíggju minuttir í sjey. Tað vil við øðrum orðum siga, at tey, sum vóru á havnarlagnum alla tíðina, hugdu og serliga bíðaðu í knappar fýra tímar. Sammett við fyri tveimum árum síðani, tá ið kappróð- ur seinast var á Eystan- stevnuni, var talan um meiri enn tvífalda tíð til kappróðurin. Veðrið var gott leygar- dagin, men lotið spældi fyrireikarunum eitt puss. Tá ið tað var arbeitt við at leggja bátarnar, vísti tað seg torført at halda teimum við tí fjarstøðu til hvønn annan, sum skal til. Tí var neyðugt í fleiri førum at leggja bátarnar umaftur, og tað fór við nógvari tíð. 5-mannaførini við dreingjum vóru á fjørðin- um og hitaðu upp klokkan hálgum trý. Klokkan var farin av hálvgum fýra, áðr- enn startskotið dundi fyri teimum. Tá høvdu teir sitið heitir og síðani kaldir og næstan stirdir og bíða og bíða í meiri enn ein hálvan tíma. Í øllum øðrum ítrótt- arkappingum verður hetta roknað sum alt annað enn optimal fyrireikingartíð. Menniskjaligir veikleikar Umframt lotið, sum var mótspælari hjá fyrireikar- unum, so vóru tað menn- iskjalig mistøk og óvandni, sum vóru orsøk til, at tað tók so langa tíð at avgreiða kappróðurin, at 1. hálvleik- ur í hinum stóra ítróttartil- takinum var liðugur, áðrenn tey mest kappróðrarhugaðu fóru av havnvarlagnum. NSÍ og EBStreymur vóru á veg at hvíla seg eftir fyrra umfarið, tá ið 10-manna- førini komu á mál, og tey, sum høvdu áhuga fyri steypahandanini, høvdu ongan møguleika eisini at síggja fótbóltsdystin. Ein orsøk til stóru seink- ingina var fasti starturin. Orsaka av at hann ikki varð spentur soleiðis, sum ætl- anin var, at hann skuldi verða spentur, brast hann, og tað bar seinkingar við sær. Ein onnur og kanska tann størsta orsøkin til seinking- ina var tann ørgrynna av óviðkomandi bátum, sum vóru á Skálafjørðinum. Iva- leyst vóru nógvir har, tí teir hildu og halda seg hava stóran áhuga fyri kappróðr- inum. Men teir tæntu avgjørt ikki kappróðrinum og stevnufyrireikarunum. Kanska tað besta róðrar- økið í landinum varð broytt til alt annað enn besta økið, tá ið óviðkomandi bátar otaðu seg alt nærri og nærri sjálvum róðrarøkinum. Eina løtu var heilt galið, og høvuðsdómarin kendi seg noyddan at hótta við, at hann fór at gevast, um bát- arnir ikki tóku seg aftur. Tað eydnaðist at avgreiða allar kappingarnar. Men óviðkomandi bátarnir seinkaðu projektinum, og kappróðrarbátarnir komu í aldur, sum als ikki áttu at síggjast á Skálafjørðinum leygardagin. Á umboðum fyri Róðrar- sambandið skilja vit, at teir seinni í hesi vikuni fara at eftirviðgera tað, sum gekk fyri seg á Skálafjørðinum. Í tí sambandinum fara teir at fáa frágreiðingar frá stevnufyrireikarunum, sum royndu at skipa fyri vaktar- haldi, og frá høvuðsdómar- unum. Eingin ivi tykist vera um, at tær fara at verða meistarar. Spurningurin er bara, um tað verður við fullum stigatali, og tað bendir alt í løtuni á, at tað fer at verða KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Mest sannførandi kapp- róðrarmanningin av øll- um teimum 55, sum hig- artil í ár hava luttikið í FM kappingini, er kvinnumanningin um- borð á Jarnbardi. Á Norðoyastevnu vunnu tær, eftir at tær eina góða løtu høvdu kappast við Páll Fanga. Á Skálafjørðinum leyg- ardagin var Páll Fangi aftur næstfremstur. Sam- mett við í Klaksvík, so var munurin leygardagin tann, at hesa ferð kapp- aðist Jarnbardur ikki við nakran um fremsta pláss- ið, meðan Páll Fangi var í ikki so lítlari kapping um næstfremsta plássið. Startspurturin var ikki meiri enn reiðiliga av, tá ið Jarnbardur stakk seg framum hinar bátarnar. Tá ið hálvt málið var rógvið, var Jarnbardur meiri enn eina hálva bátslongd frammanfyri hinar, og tá ið Jarnbardur fór um málið, var hann væl meiri enn leysur av teimum næstu. Páll Fangi kappaðist við Lóm um annað pláss- ið. Á málinum var Páll Fangi eina stóra hálva bátslongd frammanfyri Lóm. Nýggi Gongurólv- ur tóktist eina løtu hava hug at bjóða seg fram í kappingini um heiðurs- merkini, men hann megnaði ikki at halda tørn. Á málinum var Gongurólvur dottin eitt sindur meiri enn eina bátslongd aftur um Lóm. Soleiðis sum tað hevur tørnað út hesar báðu fyrstu ferðirnar, so tykist spurningurin nú vera, um nakar bátur í onkrari kapping fer at verða før- ur fyri at vinna á Jarn- bardi. Um manningin verður tann sama alt summarið, sum hon hev- ur verið í tveimum teim- um fyrstu kappingunum, so tykist eingin ivi at verða um, at tað verður Jarnbardur, sum aftur fer at fáa fatur á meistara- heitinum, sum tær sein- ast vunnu í 2002, og sum Gongurólvur í fjør slapp at læna. Og í løtuni bend- ir alt á, at tað verður við fullum stigatali. 6-mannafør, kvinnur 1 Jarnbardur 5:43:03 2 Páll Fangi 5:49:00 3 Lómur 5:51:16 4 Gongurólvur 5:55:14 5 Sølmundur 6:02:08 6 Víkingur 6:03:06 7 Sundabáturin 6:12:05 Næstan fýra tímar fóru til kappróðurin Tað tók nærum fýra tímar at avgreiða eystanstevnuróðurin. Ikki minst komst hetta av, at ein ørgrynna av óviðkomandi bátum støðugt var í nánd av róðrarøkinum Mynd: Álvur Haraldsen 6-mannafør, kvinnur: Jarnbardur er sær sjálvum líkur Heldur ikki hesaferð megnaði nakar at taka Jarnbard, sum tykist hava beina kós móti FM-heitinum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 18