mikudagur 16. juni 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 16. juni 2004
21
6-mannafør, menn:
Teir duga ikki og kortini vinna teir
Tað var fyri at fáa
vektina niður og
konditiónina upp, at
sjómansskúlanæming
ar, sum ongantíð hava
róð áður, fóru at
venja við Jarnbardi,
sum teir nú eru bestir
við
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Menninir
á
Jarnbardi
gjørdu leygardagin sum
kvinnurnar
umborð
á
Jarnbardi. Teir vunnu sína
kapping. At Jarnbardur
vinnur á somu stevnu bæði
við monnum og kvinnum
kemur ikki fyri á hvørjum
ári.
– Tað var beinanvegin
onkur, sum segði, at hetta
var søguligt, tí hetta skuldi
vera fyrsta ferðin, at báðar
manningarnar
vunnu
á
somu stevnu. Men hetta
varð skotið niður aftur
beinanvegin. Tað varð upp-
lýst, at eina ferð áður hevur
Jarnbardur vunnið við bæði
monnum og kvinnum á
somu stevnu, og tað var á
Vestanstevnuni í fjør.
Kjartan Mohr er báts-
formaður umborð á Jarn-
bardi, og tað er hann, sum
veit hesi tíðindini. Men
hann er skjótur at leggja
afturat, at nú má eingin
heingja hann upp á nakað,
tí hann er spildurnýggjur í
róðrarumhvørvinum.
Og tú ert longu bátsfor-
maður á 6-mannafarinum,
sum er betri enn hini?
– Hetta er fyrsta árið, at
fleiri okkara leggja álvara í
kappróðurin. Onkrir okkara
hava luttikið í kappróðri
fyri einum tveimum árum
síðani, men tá vandu vit
ikki seriøst. Tað gera vit nú.
Tveir ganga á sjómans-
skúla, ein er liðugur í sjó-
mansskúlanum fyri stutt-
um, og ein gongur í mask-
inmeistaraskúla. Tíðliga í
ár gjørdu vit av, at vit
skuldu royna at manna
Jarnbard. Málið var fyrst og
fremst at missa eitt sindur
av vektini, sum kanska var
vorðin í so stór. Nógva og
miðvísa venjingin hevur
havt við sær, at vit hava
rokkið primera málinum.
Nú eru vit komnir í so
mikið góða venjing, at tað
ber til at kappast um
fremstu plássini, og nú vit
vunnu á Skálafjørðinum,
eru vit vornir heilt spentir,
greiðir Kjartan Mohr frá.
Hann og bátsfelagarnir um-
borð á Jarnbardi hava ilt við
at bíða inntil leygardagin,
tá ið teir aftur fáa høvi at
kappast.
Elsti maður umborð er
bátsformaðurin, sum er 27.
Stýrimaðurin er 16, og hinir
eru har ímillum. Manningin
er henda: Kristian Eyst-
uroy, Schønning Hentze,
Ásmund Zachariassen, Pet-
ur Kristian Nielsen, Árant
Løkjá, Rúni Mohr og Kjart-
an Mohr, sum altso er
bátsformaður.
Nær vart tú greiður yvir,
at tað kundi bera til hjá
tykkum at vinna?
– Eftir Norðoyastevnu-
róðurin vóru vit greiðir yv-
ir, at vit kundu standa okk-
um betri, enn vit gjørdu ta
ferðina. Tá høvdu vit onkr-
ar smávegis trupulleikar,
sum gjørdu tað eitt sindur
torført hjá okkum. Men
kortini vóru vit við í kapp-
ingini heilt har frammi, har
fjarstøðan frá nummar eitt
og til okkum á fjórða pláss-
inum bara var tvey sekund.
– Hesa ferð var alt, sum
tað skuldi vera. Eg haldi, at
vit vóru fremstir, eftir at tey
fyrstu fimtan tøkini vóru
tikin, og so vóru vit á odda
alt málið. Munurin var ikki
so stórur. Aftur hesa ferð
vóru tað Sundabáturin,
Gongurólvur og Strálan,
sum kappaðust við okkum,
og eg rokni við, at tað eisini
tær
næstu
ferðirnar
í
hvussu so er fara at vera
hesir, sum fara at bjóða
okkum av.
Hvat er stóra styrkin hjá
tykkum?
– Vit eru í góðari likam-
ligari venjing. Vit eru
treiskir, men eg haldi ikki,
at vit eru serliga góðir
kapprógvarar. Vit eru ikki
upplærdir at rógva taktiskt,
og vit hava heldur ikki ser-
liga gott lag, men vit orka,
og vit vilja vinna, heldur
Kjartan Mohr.
Bátsformaðurin umborð
á Jarnbardi heldur, at unga
manningin
umborð
á
Gongurólvi hevur stak gott
róðrarlag. Hann væntar
eisini, at nýggja Strálan fer
at gera nógv fyri at vinna,
og hann vísir á, at Sunda-
báturin longu á Norðoya-
stevnu gjørdi vart við seg.
Fyri tey norðuri í Sundi
kendist leygardagurin eitt
sindur snópisligur. Fitt av
áskoðarum fylgdu Sunda-
bátinum um Leirvíksfjørð
og út á Skálafjørðin. Gong-
urólvur vann kappingina
við Sundabátin um næst-
fremsta plássið, men mun-
urin var lítil og eingin.
Sundbáturin fekk synd-
arliga vánaligan start. Eftir
startspurtin vóru teir eina
løtu aftastir, men so komu
teir so spakuliga fyri seg.
Tað vóru trupulleikar um-
borð
á
Sundabátinum
fyrstu løtuna. Ein reim,
sum spenti pútuna hjá ein-
um av rógvarunum fasta,
slitnaði, og eina løtu lá ikki
fyri hjá hesum at spenna
rættuliga í. Strálan endaði
bara eitt sekund aftanfyri
Sundabátin. Eingin ivi er
um, at teir báðir saman við
Gongurólvi fara at bjóða
Jarnbardi av í Hvalvík
leygardagin.
6-mannafør, menn:
1 Jarnbardur
07.45.18
2 Gongurólvur
07.47.07
3 Sundabáturin 07.47.18
4 Strálan
07.48.18
5 Lómur
07.53.11
6 Sølmundur
07.55.11
7 Hósvíkingur
07.59.12
8 Víkingur
08.04.10
9 Hvessingur
08.07.22
10Sandingur
08.09.24
FM-kappróður
5-mannafør, dreingir
Stig
Eystanst.
1
Blikur
12
7
2
Spógvin
12
5
3
Havfrúgvin
7
4
4
Fípan Fagra
7
3
5
Tekla
3
2
6
Sílið
2
0
7
Firvaldur
1
1
6-mannafør, kvinnur
1
Jarnbardur
14
7
2
Páll Fangi
10
5
3
Lómur
8
4
4
Gongurólvur
5
3
5
Víkingur
4
1
6
Sølmundur
3
2
5-mannafør, gentur
1
Blikur
11
7
2
Sílið
11
4
3
Firvaldur
8
5
4
Havfrúgvin
8
3
5
Junkarin
2
2
6
Fípan Fagra
2
0
7
Ørning
1
1
8
Frúgvin
1
0
6-mannafør, menn
1
Sundabáturin
11
4
2
Jarnbardur
10
7
3
Gongurólvur
10
5
4
Strálan
7
3
5
Lómur
3
2
6
Víkingur
2
0
7
Sølmundur
1
1
8-mannafør
1
Argjabáturin
14
7
2
Kvívíkingur
9
5
3
Nevið Reyða
9
4
4
Ørvur
6
3
5
Knørrur
4
2
10-mannafør
1
Havnarbáturin
14
7
2
Nólsoyingurin
9
4
3
Eysturoyingur
7
5
4
Vestmenningur
7
3
5
Vágbingur
5
2
6
Hoyvíkingur
2
1
Tað var nú mest til stuttleika, at teir á Jarnbardi fóru at rógva kapp. Og tað er so sanniliga eisini stuttligt at fáa gullmerkini
handað
Mynd: Álvur Haraldsen
21
20
Nr. 112 - 16. juni 2004
5-mannafør, dreingir:
Argjadreingir settu vertirnar upp á pláss
Á Norðoyastevnu
vóru teir næstfremst-
ir, og á Skálafjørðin-
um eydnaðist tað
Bliki at troka Spógv-
an burtur av fremsta
plássinum
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Á Norðoyastevnu vóru teir
ov stuttir. Tá vann nýggi
báturin hjá Kappróðrarfel-
agnum NSÍ. Á Skálafjørð-
inum varð lagt upp til, at
Spógvin skuldi verja heið-
urin og æruna hjá vertun-
um. Tað eydnaðist ikki.
Argjadreingir vóru teimum
ov boysnir. Eftir fyrstu tøk-
ini í startspurtinum var
Blikur fremstur, og hann
helt seg á tí plássinum alla
tíðina.
– Vit vóru eitt lítið sindur
trilvandi á allar fyrstu tøk-
unum. Men vit mistu ong-
antíð nakað serligt í mun til
teir, sum vit roknaðu við, at
vit skuldu kappast við. Tá
ið vit fóru niður á lunnin,
kendu vit beinanvegin, at
vit vóru væl við. Vit hildu
okkum til tað, sum vit
frammanundan høvdu av-
rátt, og tað var nóg mikið.
Bogi Augustinussen er
annar av lærmonnunum á
Bliki. Hann er bátsformað-
ur, og hann er ein av trim-
um, sum eisini róði við
Bliki í fjør. Hinir báðir eru
stýrimaðurn og so annar av
rúmmonnunum.
Dreingjamanningin um-
borð á Bliki er henda:
Kristoffur Dam Joensen,
Bogi Augustinussen, Knút
Jarnskor, Áki Olsen, Eli
Haralsen Hultgren, Petur
Mortensen
og
Gunnar
Poulsen.
Vóru tit alla tíðina greiðir
yvir, at tit vóru fremstir?
– Vit høvdu Spógvan tætt
hjá okkum. Á Norðoya-
stevnu var lá hann ikki so
langt frá okkum. Tá segði
stýrimaðurin hjá okkum
beinanvegin, tá ið vit vóru
komnir á mál, at Spógvin
var frammanfyri okkum. Ta
ferðina taptu vit, tí enda-
spurturin var ikki nóg góð-
ur hjá okkum. Hesa ferð
vitsu vit, tá ið vit komu á
mál, at vit høvdu vunnið á
Spógvanum, og vit hildu
okkum eisini at hava vunn-
ið á Havfrúnni. Vit hildu
okkum hava kappast við
Fípuna Føgru um fremsta
plássið. So vísti tað seg, at
vit høvdu vunnið, og at tað
var Spógvin, sum var
nummar tvey, greiðir Páll
Augustinussen frá.
Á málinum var fjarstøðan
frá Bliki og aftur til Spógv-
an ein stór hálv bátslongd.
Kappingin stóð alla tíðina
millum somu bátarnar, sum
á Norðoyastevnu vóru við í
kappingini
um
fremsta
plássið. Beinanvegin eftir
startspurtin vóru tað Hav-
frúgvin, Blikur og Spógvin,
sum lógu framvið í kapp-
ingini um fremsta plássið,
og bátarnir hjá Klaksvíkar
Róðrarfelag vóru eisini væl
við. Fípan Fagra endaði á
fjórða plássinum, og Tekla
gjørdist nummar fimm.
Fjarstøðan frá Bliki og
aftur til Teklu var stívliga
tvær bátslongdir.
Tvey tey seinastu árini
hevur Sílið hjá Havnar
Róðrarfelag
verið
FM
vinnari, og tey bæði árini
frammanundan var Tjaldrið
hjá Kappróðrarfelagnum
NSÍ FM vinnari. Hesa ferð
var Sílið nummar átta, og
Tjaldrið varð nummar ell-
ivu. Drekin var nummar
sjey, og Firvaldur av Tvør-
oyri sníkti seg inn á sætta
plássið, sum gav honum eitt
stig.
Spenningurin í FM kapp-
ingini er so stórur, sum tað
ber til. Spógvin og Blikur
liggja borð um borð við
tólv stigum í part.
5-mannafør, dreingir
1
Blikur
5:26:07
2
Spógvin
5:28:18
3
Havfrúgvin
5:30:06
4
Fípan Fagra
5:32:12
5
Tekla
5:33:11
6
Firvaldur
5:36:10
7
Drekin
5:38:19
8
Sílið
5:40:01
9
Royndin Fríða 5:42:03
10 Kollur
5:43:14
11 Tjaldrið
5:44:13
12 Svanur
5:46:16
13 Báran
5:49:18
Eftir triðja plássið í
Klaksvík, har sum
Sílið vann, býttu tær á
Argjum og tær í Sílin-
um um pláss í Runa-
vík
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Fýra teir fremstu bátarnir á
Skálafjørðinum leygardag-
in vóru teir somu, sum end-
aðu á fýra teimum fremstu
plássunum í Klaksvík. Men
hesa ferð var røðin øðrvísi,
enn hon var ta ferðina. Tá
vann Sílið hjá Havnar
Róðrarfelag, og Blikur á
Argjum varð nummar trý.
Hesa ferð vann Blikur, og
Sílið var nummar trý. Tað
ber við sær, at hesir báðir
bátarnir liggja borð um
borð í FM kappingini.
Í Klaksvík varð Hav-
frúgvin nummar tvey, og
Firvaldur varð nummar
fýra. Á Skálafjørðinum
varð Firvaldur av Tvøroyri
nummar tvey, og Havfrúgv-
in úr Vestmanna varð
nummar fýra. Tískil liggja
hesir báðir bátarnir borð
um borð í kappingini um
triðja plássið.
Tað gekk rættuliga javnt
á alla tíðina á Skálafjørðin-
um. Kappingin stóð millum
Firvald og Blik, sum bara
var skutin undan tvørábát-
inum.
– Vit kendu alla tíðina á
okkum, at tað sá ikki so
galið út.Vit vistu, at vit
vóru við í kappingini, og
vit sóu, at Sílið, sum vit
roknaðu at vera ein av
vandamiklastu bátunum at
kappast við, var aftanfyri
okkum. Men vit vóru ikki
greiðar yvir, hvat nummar
vit vóru. Tá ið vit vóru
komnar á mál, hildu vit
okkum vera nummar trý.
So rópti onkur, at Firvaldur
hevði vunnið, tí tað hevði
útvarpið sagt. Aftaná varð
staðfest, at vit høvdu vunn-
ið, og tað var ein deilig
kensla. Vit hava vant við
róðrarmaskinum og við at
renna síðani eina ferð í
januar. Fyrst í apríl fóru vit
so í bátin. Fyri einum mán-
að síðani vórðu vit noyddar
at skifta eina út, tí hon
hevði fingið skaða í ryggin.
Tann, sum kom umborð,
hevði róð í fjør, og nú
kenna vit okkum at vera
sera væl fyri, sigur Anna
Andresen, sum er bátsfor-
maður umborð á Bliki á
Argjum.
ríggjar umborð á Bliki
róðu eisini í fjør, og fýra
hava ongantíð róð áður.
Manningin er henda: Joan
Mikkelsen, Anna Andre-
sen, Marna Rubeksen, Jóna
Thomsen, Maud Poulsen,
Maiken Petersen og Elsa
Magnussen.
Í fyrstu atløgu royndi
dómarin at leggja 5-manna-
førini við gentum til fasta
startin, men tað eydnaðist
ikki. So varð roynt við leys-
um starti. Blikur kom væl
frá tí, og tær vóru fyrstar á
mál. Munurin frá nummar
eitt og til nummar tvey var
eitt hálvt sekund. Firvaldur
var mest sum leysur av
Sílinum, sum var í tættari
kapping við Havfrúnna um
triðja plássið.
Longu sunnudagin var
Blikur við gentumanning
aftur at síggja á Havnarvág.
Tær vandu aftur týsdagin,
og tær skulu venja aftur í
dag og í morgin. So verður
báðurin kýndur og klapp-
aður, áðrenn tað leygardag-
in aftur verður kapping og
álvari. Ta ferðina verður
kappingin í Hvalvík, og ta
ferðina ætla tær á Argjum
sær aftur at vinna. Tað ætla
tær í Havnini, Vestmanna
og á Tvøroyri sær eisini.
Tað er lagt upp til rættuliga
spennandi kapping, og tað
er ikki í mongum kapp-
ingum, at talan er um so
opna kapping, sum tað er
millum 5-mannaførini við
gentumanningum.
5-mannafør, gentur
1
Blikur
5:51:02
2
Firvaldur
5:51:15
3
Sílið
5:54:23
4
Havfrúgvin
5:55:07
5
Junkarin
5:58:12
6
Ørnin
6:00:01
7
Frúgvin
6:01:02
8
Drekin
6:02:21
9
Fípan Fagra
6:03:09
10 Tjaldrið
6:16:14
11 Falkur
6:17:14
12 Spógvin
6:25:00
13 Hvassi
6:29:04
14 Tekla
6:36:03
5-mannafør, gentur:
Tær á Argjum settu Havnina upp á pláss
Kappingin stóð alla tíðina millum somu bátarnar, sum á Norðoyastevnu vóru við í kappingini
um fremsta plássið
Mynd: Álvur Haraldsen
Allan vegin frá starti til mál var at kalla eingin munur millum bátarnar í genturóðrinum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
20