mikudagur 16. juni 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 112 - 16. juni 2004
Norðurlendsku um-
boðini fingu eina
mest sum flúgvandi
byrjan, tó at danir
hildu seg eiga sigurin
uppibornan móti
Italia
BÓLKUR C
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Mánadagurin var so dag-
urin,
tá
norðurlendsku
grannar okkara úr Danmark
og Svøríki skuldu í EM-
eldin.
Danir høvdu møtumikla
uppgávu, tá teir skuldu
takast við Italia, sum av
mongum verður mett sum
favorittur til sjálvt EM-
heitið, men tað skuldi tó
vísa seg, at azur-littu menn-
inir so avgjørt vóru til at
tosa við.
Um nakað, so vóru tað
danir, sum áttu sigurin
uppibornan í málleysu upp-
gerðini. Tað var heilt greitt,
at Morten Olsen og hansara
menn høvdu gjørt heima-
arbeiðið til lítar. Fyri tað
mesta, so varð imponerandi
offensis-ketan hjá Italia
hildin í stuttum tjóðuri, og
var tað serliga Martin Laur-
sen, sum skaraði framúr í
donsku verjuni. Kanska
vildi hann eisini prógva, at
tað er eitt mistak av Milan,
at teir nú hava selt hann til
Aston Villa, har David
O’Leary hinvegin mundi
frøast um, at hann hevur
fingið undirskriftina hjá
verjuleikarunum
upp
á
pláss undan EM-kapping-
ini.
Og eisini frameftir vøll-
inum riggaði væl hjá reyða
dynamittinum. Serliga bar
væl til at spæla italsku
verjuna tunna í borðunum,
har kviku Rommerdahl og
Jørgensen skaptu alskyns
trupulleikar, og fleiri ferðir
mátti Buffon prógva, at tað
ikki er av tilvild, at hann
verður mettur sum heim-
sins besti málverji.
Í hesum fekk hann tó
harða kapping frá Thomas
Sørensen í danska málinum
mánadagin. Sørensen hevði
kanska ikki alla verðina at
gera, men tvær ferðir vóru
tó veruliga boð eftir hon-
um, og báðu ferðina fann
málverjin
bjargingar
í
heimsflokki fram.
Og so áttu danir helst at
tryggað sær sigurin móti
dystarenda, tá Rommerdahl
var fyrstu á einum retur-
bólti, men heldur enn at
spæla púra blanka Perez,
valdi hann at skjóta, og so
fekk italskur verjuleikari
ruddað burtur.
Stjørnurnar skoraðu
Í Svøríki var stóra søgan
undan EM sjálvandi, at
Henrik Larsson nú aftur var
tøkur
hjá
landsliðnum.
Sjálvt forsetisráðharrin og
UEFA-forsetin vóru mill-
um teirra, sum heittu á
álopsessið at koma aftur á
landsliðið, so tað er einki at
siga til, at fagnaðurin var
stórur, tá hetta gjørdist
veruleiki.
Tað vóru tó eisini tey,
sum ikki vóru so fegin um
hetta. Serliga stúrdu tey
fyri, um Henke kundi finna
seg til rættis millum hinar
stóru stjørnurnar á svenska
liðnum, men mánadagurin
vísti so, at hetta ikki tykist
gerast nakar trupulleiki.
Tá sagt verður »hinar
stjørnurnar«, so verður
fyrst og fremst hugsað um
Ljungberg og Ibrahimovic,
og saman við Larsson
sýndu teir stórspæl í dyst-
inum móti Bulgaria.
Fyrstu løtuna var Bul-
garia annars væl við, men
sum dysturin leið, so gjørd-
ist talan um veruligan
klassamun.
Serliga var tað Ljung-
berg, sum við síni arbeiðs-
øði og kvikleika skapti
rumbul í bulgarsku verjuna,
og hóskandi var tað eisini
hann, sum á hálva tímanum
kundi leggja sviar á odda,
tá Ibrahimovic sýndi óvan-
ligt medvit fyri viðleikara,
og spældi Ljungberg heldur
enn at skjóta sjálvur.
Og eitt korter inn í seinna
hálvleik punkteraði Henke
so av álvara Bulgaria. Fryst
drønstútaði hann eitt inn-
legg frá Edman í kassan, og
bara 30 sekund seinni var
hann aftur á rætta staðnum,
tá Svensson sendi innfyri.
Talan kundi enntá verið
um Henke-Hattrick, men tá
Ljungberg vann brotsspark,
varð Ibrahimovic settur at
skjóta, og so kundi eisini
hann taka lut í málvetsluni.
Seinasti
limurin
í
svenska álopstríbólkinum
var Marcus Allbäck, sum
kom á vøllin í 82. minutti,
og í yvirtíðini kundi hann
staðfesta rimmarsigurin, tá
Henrik Larsson leikti hann
púra blankan.
Størsti sigurin higartil í
EM var veruleiki, og so
tykist spurningurin bara
vera, hvørt tað skal eydnast
báðum norðurlendsku um-
boðunum at koma víðari úr
bólkaspælinum. Her kemur
nógv at snúgva seg um,
hvussu leikur fer millum
Svøríki og Italia í næsta
dystinum, og so kann tað
væl vera, at tað verður ein
fyrimunur, at tær báðar
grannatjóðirnar
skulu
spæla sínamillum í seinasta
dystinum í bólkaspælinum.
Panucci var
nøgdur við stigið
Danmark
og
Svøríki
stóðu seg væl í sínum
fyrstu dystum í EM-kapp-
ingini í Portugal. Dan-
mark spældi væl og fekk
javnleik ímóti favorittun-
um úr Italia, og Svøríki
vant burturúr Bulgaria og
vann 5-0.
Italski landsliðsspælar-
in Christian Panucci fjaldi
eftir dystin ímóti Dan-
mark ikki út yvir, hvør
hann helt hevði staðið seg
best í dystinum.
– Vit mugu siga, at tað
var í lagi við einum stigi.
Danir vóru betri enn vit,
og teir vístu, at teir hava
eitt gott lið. Vit vóru als
ikki við í fyrra hálvleiki,
men vit høvdu tveir góðar
kjansir í seinna hálvleiki,
segði Panucci, sum vænt-
aði, at italska liðið fór at
spæla munandi betri í
næsta
dystinum,
sum
verður í móti Svøríki.
-ek
Thomasson var
errin
Jon Dahl Thomasson,
sum var ein av teimum
bestu á danska liðnum,
var væl nøgdur við dystin
ímóti Italia.
– Vit høvdu teir størru
møguleikarnar, og skuldi
nakar vunnið dystin, so
skuldi tað púra vist verið
vit. Men vit kundu eisini
havt tapt dystin, men sam-
anlagt skulu vit verða
nøgdir við ein góðan inn-
sats, segði Jon Dahl
Thomasson.
Hann helt, at dysturin
vísti, at italiumenn hava
trupulleikar við liðum,
sum spæla breitt álops-
spæl.
– Vit runnu kanska eitt
sindur meira enn teir
italsku spælararnir, men
tað er flott, at vit kunnu
stýra einum dysti ímóti
einum landi sum Italia,
helt Jon Dahl Thomasson.
-ek
Norðmenn hug-
tiknir av dønum
Norski landsliðsvenjarin,
Åge Hareide, var hugtikin
av
danska
spælinum
mánadagin.
– Eg verði glaður, tá ið
eitt
norðurlendsk
lið
klárar seg so væl ímóti
Italia og vísir, at vit kunnu
taka stig frá teimum,
segði Hareide við blaðið
VG.
– Danir spældu skila-
gott, og teir gjørdu italiu-
menn vánaligar. Totti, Del
Piero og Vieri blivu púra
burtur í dystinum, helt
Åge Hareide, sum verður
noyddur at fylgja EM-
kappingini sum áskoðari,
tí Noreg kom ikki við til
endaspælið.
-ek
Henke ávaraði
Sviar vóru ovurfegnir
eftir 5-0 sigurin á Bul-
garia í gjárkvøldið, men
stóra stjørnan á liðnum,
Henke
Larsson,
bæði
sviar sláa kalt vatn í
blóðið.
– Hetta var eitt sera gott
úrslit, men hetta er bara
fyrsti dysturin, og vit
mugu ikki verða tiknir á
fótum. Tað er langur veg-
ur eftir enn. Í kvøld kunnu
vit njóta sigurin, men í
morgin mugu vit hugsa
um næsta dystin, segði
Henke Larsson eftir dyst-
in, har hann gekk undan
við tveimum málum inn-
an fyri tveir minuttir.
– Alt liðið spældi sera
væl, og eg kann ikki
minnast, at eg havi spælt
við í einum so undirhald-
andi dysti hjá Svøríki,
segði Henke Larsson.
-ek
Bólkur A
v
t
d
v- j- t mál mál +/- stig
1 Grikkaland
1
1-0-0
2
1
1
3
2 Spania
1
1-0-0
1
0
1
3
3 Portugal
1
0-0-1
1
2
-1
0
4 Russland
1
0-0-1
0
1
-1
0
Bólkur B
v
t
d
v- j- t mál mál +/- stig
1 Frakland
1
1-0-0
2
1
1
3
2 Sveis
1
0-1-0
0
0
0
1
3 Kroatia
1
0-1-0
0
0
0
1
4 Ongland
1
0-0-1
1
2
-1
0
Bólkur C
v
t
d
v- j- t mál mál +/- stig
1 Svøríki
1
1-0-0
5
0
5
3
2 Danmark
1
0-1-0
0
0
0
1
3 Italia
1
0-1-0
0
0
0
1
4 Bulgaria
1
0-0-1
0
5
-5
0
Bólkur D
v
t
d
v- j- t mál mál +/- stig
1 Týskland
0
0-0-0
0
0
0
0
2 Holland
0
0-0-0
0
0
0
0
3 Kekkia
0
0-0-0
0
0
0
0
4 Letland
0
0-0-0
0
0
0
0
EM-endaspælið í fótbólti
Heja Henke
Henrik Larsson og hinar svensku stjørnurnar vóru flúgvandi,
tá Bulgaria varð spælt niður og norð
C
M
Y
K
22
Nr. 112 - 16. juni 2004
23
Bróðurringurin á
Havinum
Ársfundirnir 2004 verða í ár hetta vikuskifti í
Leguhúsinumí Nesvík.
Fríggjadagin 18. juni
kl. 20.00
Møti v/ Sylverius Jacobsen, Skála og Gulak Hansen,
Tjørnuvík, Jónhilda og Gulak Hansen syngja.
Leygardagin 19. juni
kl. 20.00
Møti v/ Ole Nielsen, Danmark og Símin Joensen,
Saltangará, Streingjakórið á Glyvrum syngur.
Sunnudagin 20. juni
kl. 11.00
Gudstænasta og altargongd í Haldórsvíkar kirkju v/
Sverra Steinhólm, presti.
kl. 18.00
Møti v/ Niels Jacob Nielsen, trúboðara, Strendur og
Regin Olsen,Tórshavn, sangbólkurin Gittit syngur.
Møtini eru almenn.
Limafundurin verður leygardagin 19. juni 2004 kl.
15.00 v/ Regin Olsen,Tórshavn.
Stýrið fyri Bróðurringin á Havinum
Mentamálaráðið
Fólkaskúladeildin
Starvið
Í Landsmiðstøðini eru nakrir ráðgevatímar leysir at
søkja til setanar frá 1. august 2004.
Ráðgevingin fevnir í fyrsta lagi um støddfrøði, alis-
og evnafrøði og náttúra/tøkni.
Samanlagt eru 8 lønartímar um vikuna at søkja.
Umroknað er hetta 533 fyrisitingartímar fyri árið.
Førleikakrøv
Umsøkjarar eiga at hava hollan ástøðiligan kunnleika
og starvsligar royndir í viðkomandi lærugrein og
starvsøki, starvið fatar um. Væntað verður, at læru-
greinaráðgevin hevur førleika í og er hugaður at nýta
kt í ráðgevastarvinum.
Setanar- og lønartreytir
Lærugreinaráðgevar verða settir eftir avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag og løntir í
lønarflokki 30.3. Tann, ið settur verður, skal undirvísa
írestandi tímarnar í skúlanum, har viðkomandi
starvast dagliga.
Starvslýsing
Ein starvslýsing er galdandi fyri ráðgevastarvið. Eitt
nú verður sagt:
•
Ráðgevin skal í øllum lutum virka fyri einari náms-
ligari menning í skúlanum
•
Ráðgevin skal støðugt halda seg kunnugan við ta
menning, sum er á námsliga, fakliga og tøkniliga
økinum
•
Ráðgeva viðvíkjandi undirvísingarmiðlum og
arbeiðshættum í einstøku lærugreinunum.
Lagt verður upp til eitt skipað samstarv millum
ráðgevarnar, møguliga í tvørgreinaligum bólkum og í
toymum.
Umsókn
Umsóknir við prógvum o.ø.skulu vera Landsmiðstøð-
ini, Hoyvíksvegi 72, Postrúm 3084, 110 Tórshavn í
hendi í seinasta lagi mikudagin 30. juni 2004.
Gjøllari upplýsingar fáast frá Petur Simonsen, stjóra á
Landsmiðstøðini, tlf. 318825.
Endurlýsing
Lærugreinaráðgevi
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál,mentamál og gransking.Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju,
loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Landsmiðstøðin er tænastustovnur í undirvísingarverkinum. Landsmiðstøðin sýnir fram og lænir út undirvísingarmiðlar, hevur verkstaðar-
møguleikar,hevur saman við Mentamálaráðnum eina lærugreinaráðgevaskipan og skipar fyri skeiðum við fakligum og námsligum innihaldi.
Mentamálaráðið og Landsmiðstøðin
Fuglafjarðar skúli
Hesi størv eru leys at søkja fyri skúlaárið 2004/05.
• 4 lærarastørv fyrilærarar í farloyvi
• 1 lærarastarv 19 t/v fyri lærarar við niðursettum
tímatali
• 1 starv sum sergreinalærari 6 t/v at undirvísa í
motorlæru
Størvini, ið eru tíðaravmarkað skúlaárið 2004/05,
verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Lær-
arafelag og Fíggjarmálaráðið.
• 1 starv sum stuðul 19 t/v.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Før-
oya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um størvini frá skúlastjóranum á
tlf. 444087 ella 214087.
Umsóknir skulu verða skúlastýrinum í hendi í sein-
asta lagi mánadagin 21. juni kl. 10.00.
Leggið við ljósrit av prógvi og møguligum við-
mælum!
Fuglafjarðar skúlastýri
v/ Una Næs
FO-530 Fuglafjørður
23