týsdagur 17. juni 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juni 2014 · Nr. 68
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Menn skulu
sleppa
at spæla
– Eg havi altíð verið ein stórur smádrongur, og tað fari eg altíð at vera.
Ein maður, sum ikki sleppir at spæla og hava tað stuttligt, er keðiligur,
og er tað nakað, eg ikki vil verða, so er tað gamal og keðiligur. Soleiðis
sigur Sofus Hansen, best kendur sum Halleluja Sofus, ið verður 60
ár í næsta mánaði. Ongantíð hevur hann kent seg so væl fyri sum
nú, og tí er hann av álvara farin undir eina karrieru sum sangari
meldurin
Rannvá G. Fossaberg
Hann er kendur fyri ser
merktu
bilarnir,
stóru
motorsúkklurnar, eyðkenda
klædnastílin og fyri at tora
at siga júst tað, hann hevur
hug til.
Halleluja Sofus, sum hann
hevur verið kallaður í nógv
ár, er alt annað enn ein van
ligur, beskeðin maður.
– Eg havi altíð havt tað
soleiðis, at eg geri tað, eg
havi hug til, og eg tími ikki
at rætta meg eftir nøkrum,
sum onnur fólk halda er tað
rætta. Soleiðis havi eg altíð
verið, sigur Halleluja Sofus.
Tann 18. juli í ár fyllir
Halleluja Sofus 60 ár, og
sjálvandi skal tann dagurin
ikki bara fara framvið uttan
víðari.
– Eg ætli mær at halda
eina stóra veitslu fyri eini
300 fólkum og fari at skjóta
rakettir fyri eini 150.000
krónur. Tað verður stórt og
festiligt og júst soleiðis, sum
eg haldi ,ein 60 ára føðingar
dagur
skal
vera,
greiðir
Halleluja Sofus frá.
Hóast hann ikki er ein
unglingi
longur,
kennir
Hallaluja Sofus seg sum alt
annað enn ein gamal, keði
ligur maður.
– Eg havi ongantíð havt
tað so gott sum júst nú, og
eg havi eisini funnið útav, at
røddin er í hæddini í hesum
døgum, sjálvt um eg ikki eri
20 ár, sigur Halleluja Sofus,
sum av somu orsøk hevur
tikið avgerð um, at nú er tíðin
búgvin til, at hann fer at gera
ein av sínum dreymum til
veruleika.
– Í nógv harrans ár havi eg
droymt um at standa á palli
sum solistur og framføra
fyri fólki og ikki minst geva
út eina fløgu. Mær dámar jú
væl at syngja, men í roynd
og veru havi eg ikki staðið á
palli, síðani eg var á Vaglinum
seinast í 80 árunum í sam
bandi við okkurt møti hjá
Hvítusunnusamkomuni.
Men nú er tíðin komin, at
eg eri klárur at framføra
fyri fólki og gera mína egnu
fløgu, sigur Halleluja Sofus.
Fólk síggja fasaduna
Tað eru fleiri orsøkir til, at
Halleluja Sofus ikki fyrr enn
nú velur av álvara at gera
nakað við tónleikin. Sjálvur
sigur hann at høvuðsorsøkin
er manglandi sjálvsálit.
– Eg havi torført við at
trúgva upp á meg sjálvan. Eg
veit ikki hví. Fólk halda ofta,
at eg eri ein sjálvsikkur per
sónur, men tað eri eg í roynd
og veru als ikki. Tey síggja
eina fasadu, sigur Halleluja
Sofus, sum tó ongantíð hev
ur hildið seg aftur við at gera
ymiskt, sum fær nógv upp
merksemi.
– Eg eri ótrúliga sjálvkrit
iskur og haldi ongantíð, at
nakað av tí, sum eg eri, er
nóg gott. Hugsi altíð, at hetta
hevði onkur annar kunnað
gjørt betri. Eg veit ikki, um
tað er gott ella ringt at hava
tað so, men hinvegin hevur
vánaliga sjálvsálitið onkurs
vegna gjørt, at eg altíð vil
gera mítt besta og leggi alla
orku í tey tingini, eg fari í
gongd við. Nú eg hugsi um
tað, so hevur manglandi
sjálvsálitið kanska verið mín
styrki, sigur Halleluja Sofus.
Hann hevur tó ongantíð
verið ein grá mús, ið eingin
leggur merki til. Og tað er
hann eisini greiður yvir.
– Mær dámar væl at skilja
meg burtur úr mongdini,
men eg vóni veruliga ikki,
at fólk halda, at eg eri ein,
sum gangi við nøsini hægst.
Um eg síggi út sum ein stolt
ur persónur, sum førir seg
fram, so er tað bara undir
lutakenslur, og ikki tí eg eri
sjálvglaður ella erpin, sigur
Halleluja Sofus.
Altíð verið sjónligur
Hóast Halleluja Sofus sjálvur
sigur seg altíð hevur drigist
við vánaligt sjálvsálit, hevur
tað ikki forða honum í at
gera ymiskt, ið vekir ans mill
um fólk.
– Eg havi ikki brúk fyri
uppmerksemi. Onkursvegna
dámar mær heldur ikki, at
fólk síggja meg, men tað er
meira tað, sum eg geri og
skapi, ið er umráðandi fyri
meg, at fólk síggja. Tey ting
ini, eg skapi, vísa best, hvør eg
eri, haldi eg sjálvur, fortelur
Halleluja Sofus, sum um
framt at gera heilt serligar
bilar bæði her heima og í út
landinum, eisini javnan verð
ur biðin um at dekorera høli
til serstøk høvi.
– Mær hevur altíð dámað
væl at skapa og at gera ting,
sum eru eitt sindur óvanlig. Í
80 árunum fór eg sum tann
einasti í Føroyum at koyra
stórar, flottar motorsúkklur.
Minnist væl, hvussu stóran
ans tað vakti millum fólk,
og nógv hildu meg ikki vera
í ordan, men aftan á nøkur
fá ár skuldi øll brádliga koyra
motorsúkklu,
og
soleiðis
er tað framvegis. Tí tími eg
ikki so væl longur at koyra á
motorsúkklu, sigur Halleluja
Sofus, sum viðgongur, at
hansara heldur øðrvísi lívs
stílur hevur havt stóra ávirk
an á hansara nærmastu.
Myndir: Álvur Haraldsen