týsdagur 17. juni 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 17. juni 2014 · Nr. 68
meldurin
– Tað hevur ávirkað míni
nærmastu, at eg havi livað,
sum eg havi. Tað, at eg eri,
sum eg eri, og síggi út, sum
eg nú einaferð geri, er nakað,
sum familjan, serliga konan
og døturnar, hava hoyrt fyri.
Mangan er blivið sagt við
tær, at tað er synd í teimum,
tí tær skulu hava handa play
boyin til mann og pápa, og
hvat veit eg. Men eg gavst
ikki fyri tað. Eg eri, sum eg
eri, og soleiðis er tað, sigur
Halleluja Sofus avgjørdur.
Forfeingiligur
Nú Halleluja Sofus í næsta
mánaði kann hátíðarhalda
tey 60 árini, hann hevur á
baki, hevur hann gjørt sær
nakrar tankar um tað at
eldast. Og hann vil eldast við
stíli.
– Gamlir menn gloyma
ofta at røkja seg sjálvan og
lata seg seg forfalla. Soleiðis
vil eg ikki vera, og tí gangi
eg eisini høgt uppí, hvussu
eg síggi út. Eg vil anga
av parfumu og vera pent
ílatin, tá høvi býðst, sigur
Halleluja Sofus og leggur
afturat:
– Eg eri ótrúliga for
feingiligur. Eg strípi mær
framvegis ljóst eina ferð um
mánaðin og snøggi hetta síða
hárið. Tað er ikki tí, at eg eri
bangin fyri at blíva gamal,
men eg vil bara ikki síggja
út, sum fleiri av hesum her
gomlu monnunum, sum ikki
hugsa bara eitt lítiðsindur
um, hvussu tær síggja út,
greiðir Halleluja Sofus frá.
Hvat klæðum viðvíkur,
hevur Halleluja Sofus eisini
altíð verið sín egin.
– Eg gangi nokk í løgnum
klæðnum, men eg so floyti á,
hvat fólk halda um tað, tí eg
elski at ganga í annarleiðis
klæðum. Eg haldi eisini, at
mann skal hava eina ávísa
karismu fyri at ganga í løgn
um klæðum, og tað er ikki
ein og hvør sum kann tað. Eg
billi mær sjálvum inn, at eg
kann, sigur Halleluja Sofus
og flennir.
Sermerkti klædnastílurin
og útsjóndin annars er eisini
nakað, sum Halleluja Sofus
veit, at nógv hava eina mein
ing um.
– Nú eg hugsi um tað, so
var tað kanska meira fyrr, at
øll høvdu eina meining um
meg, mína útsjónd og lívsstíl,
men nú hava tey líkasum
góðtikið meg. Kanska tí at
tey vita, at líka mikið, hvat
fólk halda og siga um meg,
so geri eg tað, sum passar
mær, sigur Halleluja Sofus
avgjørdur.
Stóri smádrongurin
Hóast ikki heilt ungur long
ur, sigur Halleluja Sofus
seg lítið og einki merkja til
tey 60 árini. Hann roynir
eisini at gera sítt til fyri at
sleppa undan teimum ymsu
skavankunum, sum ikki eru
óvanligir, tá kroppurin eldist.
– Eg royni at passa upp á
meg sjálvan. Eg havi ongan
tíð roykt, og so drakk eg ikki
fyrstu ølina, fyrr enn eg var
34 ára gamal. Og so ikki at
gloyma, haldi eg meg í gongd
við at spæla, sigur Halleluja
Sofus og heldur fram:
– Eg eri framvegis eitt
stórt spæl allur, sum eg eri.
Eg eri ein mega vaksin smá
drongur, heldur Halleluja
Sofus skemtiliga fyri.
Fyri hann er tað umráð
andi, at alt ikki er so álvar
samt, og lívið bara skal
snúgva seg um at forvinna
pening, gjalda rokningar og
arbeiða frá átta til fýra.
– Eg plagi at siga, at ert
tú ikki ein smádrongur, ert
tú eingin maður. So einfalt
er tað. Ein maður, sum gevst
at spæla, verður keðiligur,
irriteraður og bittur. Menn
skulu ikki bindast niður
á nakran hátt, teir mugu
sleppa
at
spæla,
sigur
Halleluja Sofus, sum sjálvur
als ongar ætlanir hevur um
at gevast við sínum spæli.
– Eg hugni mær við bil
unum og eri so heppin at
hava møguleika at gera tað,
eg havi hug til. Og so fari
eg eisini at spæla meira við
tónleikin og ætli mær at
geva eina fløgu út til jóla. Eg
hugsi ikki stórvegis um, at
eg um fáar vikur verði 60 ár.
Aldur er bara eitt tal, sigur
Halleluja Sofus.
rannva@sosialurin.fo
– Konan og døturnar hoyra ofta fyri, at eg
eri, sum eg eri. Mangan er blivið sagt við
tær, at tað er synd í teimum, tí tær skulu
hava handan playboyin til mann og pápa,
og hvat veit eg, sigur Halleluja Sofus