Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. juni 2014 · Nr. 68 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tiðargrein N ú eitt ár er liðið, síðani granskara­setrið iNova lat dyrnar upp, er húsið næst­an fullsett, og virksemið í hús­ inum er fjølbroytt. iNova er eitt væl­eydnað dømi um, at samstarv millum privatar fyritøkur og al­ mennar stovnar og myndugleikar kann røkka á mál. Hugskotið Hugskotið at gera granskarasetrið er eini 5 ára gamalt. Vinnuframi hevði ein stóran, tóman og soppa­ fongdan bygning, sum kravdi víð­fevndar ábøtur. Undir hesum um­støðum tók hugskotið um Granskarasetrið skap, so líðandi og í góðum samstarvi við nógv eldhugað folk, sum ynsktu at síggja úrslit. Ynskið var at savna granskarar og at skapa teimum góðar karmar og eitt granskingarumhvørvið, har tey bæði saman við øðrum og sjálvi skuldu kunna fáa eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðspláss. Granskarasetrið er í dag eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har forvitin menniskju trívast og fáa hugskot til at mennast og gerast til veruleika. Politiska skipanin hevur eisini víst verkætlanini álit. Privata vinnan var sinnað at luttaka, og nú eitt ár er liðið, verður Gransk­ingar­ setrið rikið á privatum grundar­ lagi. Matvørugransking Leif Sørensen og aðrir av Føroya fremstu kokkum hava sína dagligu gongd á Granskarasetrinum, har til ber at granska í matvørum, og har umstøðurnar eru til staðar fyri, at Føroyar kunnu gerast ein norður­ lendskur miðdepil fyri matgerð. Ein norðurlendskur miðdepil fyri matgerð kundi drigið útlendskar kokkar at sær, sum ynskja at finna fram til nýggjar smakkir. Hetta virksemi kann byggja á okk­ara fleiri hundrað ára gomlu royndir við røstum og turkaðum matvørum, ein framferðarháttur, ið eisini er umhvørvisvinaligur. Um­hvørvisatlit fáa størri og størri týdning í dagsins samfelag, tí okk­ ara orkukeldur gerast alt meira av­ markaðar. Stuðul frá Granskingar­ ráðnum Granskingarráðið hevur í ár sett fokus á at stuðla verkætlanum, sum eru knýttar at iNova, og fýra av teimum umsóknunum, sum í ár fingu stuðul frá Gransk­ingar­ ráðnum, verða staðsettar í iNova. Tólv tær størstu fyritøkurnar í Føroyum hava sett pening í parta­felagið iNOVA. Felagið rekur virksemið í granskarasetrinum, meðan Vinnuframi eigur bygningin og hevur borið kostnaðin av inn­ rætt­ingini. Inova leigar bygningin uttan leigukostnað fyribils í fimm ár. Á seinasta aðalfundi, ið var í mai í ár, vórðu fyrstu úrslitini av gransking á Granskarasetrinum løgd fram, og vinnan, ið søguliga ikki hevur havt serliga sterkt til­ knýti til gransking í Føroyum, kann nú staðfesta, at tað longu eru granskingarúrslit at síggja, sum spretta burturúr virkseminum á iNova seinasta árið. Eisnin eru fleiri vinnuligar verkætlanir á veg inn í iNova. Útreiðslur til høli og útgerð Tað kostaði 13,4 milliónir at gera bygningin hjá Vinnuframa kláran til at hýsa Granskarasetrinum. Síð­ ani eru íløgur fyri 6,6 milliónir krón­ ur gjørdar til granskingartól. Seinasta árið hava vit í Vinnu­ frama saman við iNova arbeitt dúg­ liga við at fáa røttu tólini til vega, og nú eru vit nærum komin á mál. Tólini, sum granskarar í iNova fáa atgongd til, eru tey fremstu í heim­ inum. Nú vit hava latið dyrnar upp fyri føroyskum granskarum, kunnu vit á sama stigi sum útlendsk gransk­ ara­setur bjóða atgongd til heimsins mest framkomnu hentleikar, um­ framt at okkara granskarar hava møguleika at virka og arbeiða í einum vitanarumhvørvi. Nýggir møguleikar úti og heima Í sambandi við keyp av tólum valdu vit at gera eina kanning av, hvussu nógvar royndi verða sendar av landinum at gera, tí rætta útgerðin ikki finst í Føroyum. Kanningin vísti, at einar 19 milliónir verða brúktar árliga til royndir, sum verða sendar av landinum til kanningar. Nú er avbjóðingin at fáa hetta arbeiðið gjørt í Føroyum, og gongd er longu sett á at gera nakrar av hesum royndunum í Føroyum. Ein partur sum er fyri framm­ an, er at koma við í altjóða gransk­ ingarsamstørv. iNova hevur um­ støðurnar, fólkini, útgerðina, ein jaligan eigaraskara og eina polit­iska skipan, sum tekur undir við verk­ ætlanini. Útlendskar samstarvsfyritøkur kunnu rokna við iNova, og vónandi eru fyrstu stigini nú tikin fram ímóti, at vit í Føroyum fáa okkara Science Valley, har fleiri fyritøkur verða settar á stovn við tøttum tilknýti til iNova. Hesa gongd hava vit sæð aðrastaðni, við Silicon Valley í San Francisco sum kendasta dømi, har høvuðsvirksemið var KT. Framtíðin fyri iNova sær bjørt út. Eftir bert einum ári eru vit komin langt, og tær størstu forð­ ingarnar eru nú í okkara egnu høvd­um. Men tað er sjálvsagt av avgerandi týdningi, at sama góða undirtøka fyri iNova heldur fram. Granskarasetur í eitt ár – fjølbroytt virksemi í iNova Regin W. Dalsgaard stýrisformaður í Vinnuframa og nevndarlimur í iNova Lions Club Tórshavn skipar aftur í ár fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á Ólavsøku. Framsýningin verður í døgunum Leygardagin 26. til Týsdagin 29. juli Hevur tú hug at framsýna tíni listarligu avrik, so set teg í samband við Lions Club Tórshavn á teldupost bústaði lions.torshavn@hotmail.com ella á telefon 282213 í seinasta lagið týsdagin 8 juli. Síðani fært tú sendandi eitt tilmeldingarskjal at fylla út. Hvør luttakari kann hava í mesta lagi 3 málningar við á framsýningini. Málningar, ið skulu sýnast fram, skulu handast nevndini mikudagin 23. juli millum kl. 18 – 20 í Müllers Pakkhúsi. Óseldir málningar skulu avheintast aftur mikudagin tann 30. juli millum kl. 19.30 og 20.00 Ágóðin av framsýningini verður latin Sjóndeplinum til útvegan av lasertóli ið kann hjálpa teim sjónveiku/blindu í arbeiði teirra á Sjóndeplinum. Listaframsýning á ÓLavsøku 2014 Lions CLub TÓrshavn B umsóknir Vísandi til reglugerð fyri tillutan, umsiting og striking av økisnøvnum á landaøkinum .fo á internetinum, verður við hesum kunngjørdur listin við B-umsóknum smb. gr. 5. Økisnavn Á bíðilista til royn.fo 2014-06-19 restaurants.fo 2014-06-19 accommodations.fo 2014-06-19 listaverk.fo 2014-06-24 hjdjurhuus.fo 2014-06-25 aviso.fo 2014-06-26 Screenads.fo 2014-06-28 progressum.fo 2014-06-29 safebox.fo 2014-06-29 coffeehouse.fo 2014-07-01 ebstreymur.fo 2014-07-02 two.fo 2014-07-03 thetarv.fo 2014-07-04 perssonogdahl.fo 2014-07-04 tonlist.fo 2014-07-06 f7.fo 2014-07-06 f3.fo 2014-07-06 f5.fo 2014-07-06 f10.fo 2014-07-06 f4.fo 2014-07-06 f2.fo 2014-07-06 f9.fo 2014-07-06 f6.fo 2014-07-06 f8.fo 2014-07-06 gastro.fo 2014-07-08 binding.fo 2014-07-09 hugflog.fo 2014-07-13 ps.fo 2014-07-15 snartilbod.fo 2014-07-16 FO-umsitingin Hoydalsvegur 19 Postboks 1255 110 Tórshavn tlf. 32 24 00 fax 32 24 01 t-postur: nic@nic.fo heimasíða: www.nic.fo Sí reglugerðina á www.nic.fo.