Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 18. juni 2014 · Nr. 68 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Móttøka Bókaútgávur í 100 ár Mentunargrunnur Studentafelagsins er Føroya elsta for lag og er sprottið úr Hinum føroyska Studenta felagnum í Keyp­ manna havn, sum bleiv stovnað í 1910. Fyr sta útgávan hjá for lagnum var J.H.O. Djurhuus Yrk ingar 1914, sum eisini er fyrsta veru liga yrk ingasavn á før oy skum. Í fyrstani gekk tað spakuliga við bóka út gávu, men í 1923 kom 2. út gáva av Yrkingum, sum var víðkað nakað, og í 1924 gav for lagið út Føroysk staða nøvn, greitt úr hondum av Louis Zachariassen, Chr. Matras og Jørgen-Frantz Jacobsen. Tey fylgjandi árini gav Hitt føroyska Studentafelagið í Keyp manna havn við millumbilum út bøkur, og í 1957 verður Mentun ar grunnur Studentafelagsins settur á stovn undir felagnum við tí høvuðs atliti at taka sær av bóka útgávu. Eina helst í 1960-árunum fara út gáv urnar at fjølgast, eitt nú Veitslu gávan, Flekka og Ilions kvæði koma út hesi ár, og for lagið gerst ein av teim um dygg astu útgev arunum av føroyskum upp runa tilfari. Soleiðis er eisini í dag, har ein stór ur part ur av før oy skum føgrum bókmentum kemur út á Mentunar grunni Studentafelagsins. Fremsta prentsmiðja í 10 ár At leggja tveir kappingarneytar saman í 2004, var ikki tað, vit kalla „typiskt føroyskt“, heldur beint tvørturímóti. Tað var júst hetta, ið Dimmalætting og Hestprent gjørdu tann 23. juni í 2004, tá ark prent smiðjan hjá Dimmalætting og Hestprent vórðu løgd saman í Føroyaprent og nýggja virkið flutti inn á Hoyvíksvegi 59. Endamálið var greitt: Vit skuldu hava eina kappingarføra prentsmiðju í Føroyum og innflutningurin av prent lut um skuldi minkast. Hetta skuldi fremjast við effektivi ser ing um og íløgum, ið hóskaðu til føroyska marknaðin. Nú 10 ár seinni er tað hugaligt at hyggja aftur á farnu tíð ina. Hesi árini hevur virkið ment seg á øllum økjum. Á Føroyaprent eru umleið 30 starvsfólk, og er tað kunnleikin og evnini hjá teimum, ið bera virkið framá. Ein stórur part ur av fýralitaðum prenti, ið varð gjørt uttanlands fyrr, verð ur nú prentað á Føroyaprent. Í dag fevnir virkið um eina grafiska deild, nútímans prentsmiðju og bókbindarí eins og stórt skelti- og stórprentsverkstað. Tað hevði glett okkum, um tit vildu hátíðar hildið 10 og 100 ára dagin saman við okkum: 20. juni frá kl. 15.00 Móttøkan verður á Føroyaprent, Hoyvíksvegur 59. Í sambandi við móttøkuna hava vit endur prentað Yrkingar frá 1914, eftir J.H.O. Djurhuus, og eina plakat við einum málningi hjá Arnoldi Vegghamar, ið gest ir okk ara fáa sum gávu. Eisini verð ur høvi at hoyra Kára Sverrisson syngja yrk ing ar eftir J.H.O. Djurhuus. Sjálv andi bjóða vit eisini okkurt etandi og drekk andi. Høvi verður at heilsa uppá starvs- fólkini og at síggja virkið. MENTUNARGRUNNUR STUDENTAFELAGSINS Arnold Vegghamar Við strondina, olja