Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. juni 2014 · Nr. 68 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fjølmiðlar Marjun Dalsgaard Dimmalætting kom á gøtuna fyri seinastu ferð í september 2013. Við henni doyði tann elsti miðilin í Føroyum, og áðrenn hana fóru bæði Viku­blaðið og Vinnuvitan av knóranum. Stutt áðrenn hetta hevði Sosialurin skor­ið útgávutalið niður í tríggjar ferðir um vikuna, og harvið uppsagt blaðfólki, fleiri umbrótarum og einum foto­grafi. Á redaktiónini í Vágs­botni var ofta ringt hjá øll journalistunum at fáa eitt pláss í góðu tíðunum og ymiskir klivar í húsinum vórðu tiknir í brúk. Í dag kemur meir enn so fyri, at meira enn eitt borð er í part, og ein uppteljing av størv­ um í miðlaheiminum vísir, at nærum annaðhvørt jour­ nali­st­iskt starv er burtur, sam­anborið við 2007. Sosialurin hevur ringt runt til redaktiónir og fyrr­ verandi redaktørar, og tað vísir seg, at talið av størvum innan miðlaheimin er hálver­ að síðani 2007. í 2007 vóru 34 fólk á Dimmalætting, 40 á Vinnu­ vitan/Vikublaðnum, 37 á Sosialinum og 117 í Kring­ varpinum. Sostatt vóru fýra stórir miðlar við í alt 235 starvsfólkum í Føroyum í 2007. Í dag eru tveir stórir miðl­ ar: Miðlahúsið og Kringvarpið við í alt 98 starvsfólkum. Tó er lív komið í nýggjar elek­ troniskar miðlar – Portal.fo húsar í alt 10 starvsfólkum, og fleiri útvarpsrásir eru somuleiðis komnar undan kavi, sum spæla tónleik, men einki redaktionelt tilfar hava. Hyggja vit at, hvussu nógv tíðindafólk vóru í 2007 sam­an­borið við 2014, er hesin parturin minkaður við 43 prosentum. Á størru miðlunum eru í dag í alt 38 tíðindafólk - 11 á Sosialinum, 18 í Kringvarpi Føroya og níggju á Portal.fo. Á Norð­ lýsinum, Oyggjatíðindi og Vágaportalinum er støðan óbrýtt. Norðlýsið hevur um­ leið fýra størv, um vit telja freelancarar við, meðan Oyggjatíðindi og Vága­por­ talurin hava eitt fólk hvør, men báðir miðlar hava fólk tengd at sær, sum skriva av áhuga. Minni innihald At halda støðið á journal­ist­ isku góðskuni er ikki lætt, tá arbeiðsorkan er minkað niður i eina helvt, og í Miðla­ húsinum gjørdi leiðslan ikki mætari enn at skera út­gávuna av Sosialinum niður í trý bløð um vikuna ístaðin fyri fimm, tá inn­ tøku­grundarlagið byrjaði at vikna. Fyri journalistiska inni­haldið merkir hetta sostatt fyrst og fremst, at tað er minni í vavi. – Vit sóu hvønn veg tað bar. Tað var heilt einfalt ikki lýsingagrundarlag fyri fimm bløðum um vikuna, og vit høvdu helst fari sama veg, sum Dimma, um vit ikki tóku tað avgerðina, sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum. Frá at kappast um at vera fyrst við tíðindum í blað­num, fór redaktiónin á Sosialinum undir at gera meira bakgrundskendar grei­ n­ar, meðan tíðindini koma á Rás 2 og in.fo. – Sum blað kanst tú ikki kappast við skjótu miðl­ar­ nar og Miðlahúsið hevur inn­ rættað seg heilt annar­leiðis í mun til tíð­inda­flutn­ingin í dag samanborið við nøkrum árum síðani. Eitt nú leggja vit nógva orku í in.fo, og vit síggja tíð­indi á netinum, sum eitt vakst­rarøki, sigur Eirkur Lindenskov. Orkan hevur altíð verið brúkt mest upp á blaðið, og blaðið hevur somuleiðis verið tað búskaparliga grund­ar­ lagið, sum Miðlahúsið hevur bygt á, men hetta er við at broytast. Tað fíggjarliga grund­arlagið undir at gera bløð er stutt sagt við at hvørva og flyta seg yvir á net­ið. Lýsingamarknaðurin hálveraður Bæði Kringvarpið og Miðla­ húsið boða frá einari hál­ ver­ing av lýsinga­inn­tøk­um. Sostatt sigur Jóhann Mort­ ensen, leiðslusamskipari í Kringvarpi Føroya, at Kring­ varpið hevur mist 10 av 20 milliónum krónum í spæli- og lýsingarintøkum seinastu árini. Hetta er millum ann­ að av tí at V4 tykist vera dottið niður í millum, men Gekkurin gevur framvegis væl. Lýsingarinntøkurnar eru minkaðar nógv, sigur Jó­ hann Mortensen. Miðlahúsið sigur somu­ leiðis, at milliónir eru mistar í lýsingakrónum, og eru inn­tøkurnar somuleiðis hál­veraðar her, sigur Jon­ hard Hammer, stjóri í Miðla­ húsinum. Eitt nú hevur Rás 2 mist tvær milliónir krónur í lýsingarinntøkum seinastu tvey árini. Lýsingamarknaðurin tyk­ist at vera minkaður sum heild, men kappingin millum miðlarnar er herd. Millum annað hava fleiri loftmiðlar stungið seg upp, har einasta innihaldið er lýsingar og tónleikur. Kapp­ ingin við Kringvarpið er tó tað, sum blaðstjórin í Miðla­ hús­inum hevur ringast við at góð­taka. Hann heldur ikki, at Kringvarpi átti at selt lýs­ ingar. – Kapping er góð, men vit kunnu ikki kappast við ein skattafíggjaðan miðil – tað ber snøgt sagt ikki til, sigur Eirikur Lindenskov. Hann heldur, at tær 10 milliónirnar, sum KvF fær inn í lýsingum, heldur áttu at farið til lýsing­ ar í privatu miðlunum. Triði hvør burtur í KvF Tað eru ikki bara teir pri­ vatu miðlarnir sum bløða. Kringvarpið hevur mist 44 av 117 starvsfólkum síð­an 2007. Tað er 36,8 % av starvs­ fólkunum og svarar til meira enn triðja hvørt starv. Hetta er millum ann­að vegna mistar inn­tøku­møgu­ leikar í lýs­ing­um og spølum, sigur Jó­hann Morten­sen, leiðslu­sam­skip­ari í Kring­ varpi Føroya. Haraftrat hev­ ur kringvarpsgjaldið stað­ið í stað í fleiri ár. Hann hev­ur starvast í almenna miðlinum í 18 ár, og merkir stórar broyt­ ingar. Serliga góðskan á jour­ nalistikkinum er merkt, færri sendingar verða framleiddar og nógv fleiri beinleiðis send­ ingar verða gjørdar. – Tá væl stóð til, høvdu vit upp til 10 redigeraðar send­ ing­ar um vikuna, í dag hava vit fimm, sigur Jóhann Mort­ ensen. Hann heldur somu­ leiðis, at tann kritiski jour­ nali­stikkurin dettur burtur millum. Tá sjónvarpið og útvarpið vórðu løgd saman, vóru starvs­fólkini 117 í tali. Tað vóru millum 10 og 13 á tíðindadeildini hjá sjón­ varp­inum og umleið 10 í út­ varp­inum. Tað er ringt at samanbera tølini, tí í dag eitur tað 18 tíðindafólk, men fleiri av hesum gera morg­ unsendigar og tískil skulu øll størvini ikki roknast við, um tú spyrt til tíðindafólk, sigur Jóhann Mortensen. Hann metur, at 14 størv eru í dag, til fólk, sum taka sær av tíðindum burturav. Tá eru freelancarar ikki taldir við. marjun@sosialurin.fo Miðlaheimurin bløðir Ein stórur partur av grundarlagnum undir miðlunum í Føroyum er vekk. Lýsingarinntøkurnar eru hálveraðar, og hetta sæst aftur í tølunum av størvum í føroyska miðlaheiminum. Nærum annaðhvørt journaliststarv er burtur, og talið av øllum størvum í miðlum, er hálverað. Stuðul til miðlar í Danmark Í Danmark eru 370 milliónir krónur lætnar redaktiónum í stuðli í ár. Hetta er umframt vanliga hyggjara- og lurtaragjaldið, sum verður latið fyrst og fremst Danmarks Radio. Grungevingin fyri at lata stuðulin er at stimbra ein fjøltáttaðan fjølmiðlaheim til frama fyri fólkaræðið. Tær 370 milliónirnar eru býttar millum 61 redaktiónir. Nøkur dømi um redaktiónir, sum fáa stuðul eru: Landsdekkandi tíðindabløð Kristeligt Dagblad 28.032.295 krónur BT 19.247.780 krónur Berlingske 19.247.780 krónur Børsen 19.247.780 krónur Jyllands Posten 19.247.780 krónur Ekstra Bladet 17.500.000 krónur Amtsbløð Jydske Vestkysten 17.500.000 krónur NordJyske Stiftstidende 17.500.000 krónur Fyns Stiftstidende 15.706.776 krónur Lokalavísir Lolland-Falsters 4.283.139 krónur Skive Folkeblad 3.264.797 krónur Herning Folkeblad 6.182.284 krónur Netredaktiónir: Altinget.dk 2.574.930 krónur Avisen.dk 1.764.301 krónur Dagens.dk 571.801 krónur Dknyt.dk 422.489 krónur Fakbløð Forbrugerrådet Tænk 2.125.940 krónur Dagens Medicin 1.948.011 krónur Licitationen 1.139.048 krónur Kelda www.dr.dk og www.kum.dk Miðlahúsið 22 37 11 25 -11 -12 Dimmalætting 12 34 0 0 -12 -34 Oyggjatíðindi 1 1 1 1 0 0 Norðlýsið 4 5 4 5 0 0 Kvf 20 117 14 73 -6 -44 Vinnuvitan & vikublaðið 12 40 0 0 -12 -40 ting.fo 0 0 1 1 1 1 Portal.fo 0 0 9 10 9 10 Vágaportal 1 1 1 1 0 0 Í alt 72 235 41 116 31 119 2007 2007 2014 2014 Munur Munur Tíðindafólk Starvsfólk í alt Tíðindafólk Starvsfólk í alt Tíðindafólk Starvsfólk í alt 43 % færri journalistar arbeiða í miðlaheiminum samanborið við 2007 50,6 % av øllum størvum í miðlaheiminum eru burtur síðan 2007 Tíðindafólk 2007-2014