týsdagur 17. juni 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 18. juni 2014 · Nr. 68
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fjølmiðlar
Tað er ikki óhugsandi,
at bløðini eru heilt vekk
um 10 ár. Tað sigur blað
stjórin
á
Sosialinum,
Eirikur Lindenskov. Frá
at eiga millum seks og
átta tíðindabløð í tíðar
skeiðinum 2002 - 2007,
hava Føroyar nú trý bløð.
Tvey av teimum gevur
Miðlahúsið út, nevniliga
Sosialin og Vikublaðið.
Tað triðja er Norðlýsið.
Men støðan kann lættliga
broytast. Tað er ikki
óhugsandi,
at
bløðini
doyggja heilt út, sigur
Eirikur Lindenskov.
Lýsingargrundarlagið
er við at flyta seg yvir á
hinar miðlarnar, og fíggj
arliga grundarlagið fyri
at gera bløð kann lættliga
vera burtur um nøkur ár.
Søguliga hava Føroyar
havt
óvanliga
nógvar
blaðútgávur samanborið
við okkara grannalond.
Hetta er helst av tí,
at flokspressan var í
hásæti líka fram til 90’ini.
Sostatt vóru sjey tíðinda
bløð í 2006.
Tey vóru Dimmalætt
ing, Sosialurnin, Oyggj
atíðindi, Norðlýsið, FF/
FA blaðið, Vikublaðið og
Vinnuvitan. Fara vit long
ur aftur í tíðina komu
Dagblaðið
og
Fregnir
somuleiðis út í 2002, og tá
vóru samlaðu útgávurnar
átta í tali.
Í dag eru trý bløð, sum
øll verða borin ókeypis í
hvørt hús minst einaferð
um mánaðin.
Norðlýsið verður bor
ið út í hvørt hús einaferð
um mánaðin, Sosialurin
hvønn mikudag og Viku
blaði hvønn mánadag. Tá
bløðini verða borin út í
hvørt hús er upplagið á
leið 18.200. Aðrar dagar er
upplagið hjá Norðlýsinum
1.200 og 8.000 hjá Sosial
inum. Sostatt verður høv
uðsparturin av teimum
bløðum, sum verða prent
að í Føroyum í dag, borin
ókeypis í hvørt hús.
Eingi
bløð
um 10 ár
Lýsingargrundarlagið er við at
flyta seg yvir á hinar miðlarnar,
og fíggjarliga grundarlagið
fyri at gera bløð kann lættliga
vera burtur um nøkur ár.
Marjun Dalsgaard
Fyri at eitt fólkaræði skal
rigga, má eitt samfelag hava
ein fjølbroyttan miðlaheim.
Tískil fáa bæði fakbløð,
netredaktiónir
og
lands
dekkandi tíðindabløð stuðul
frá tí danska statinum. Hetta
er umframt tær næstan fýra
milliardirnar,
sum
koma
inn í miðlagjaldi árliga, og
sum verða deildar millum
Danmarks Radio, sum fær
umleid 3,7 milliardir og lokalu
tv2 støðirnar, sum fáa umleið
500 milliónir. Harumframt
fáa
lokalar
útvarpsrásir,
bókasøvn og Filmsinsituttið
ein part av miðlagjaldinum.
Í Føroyum fær Kringvarp
Føroya 45 milliónir krónur,
umframt
loyvi
at
selja
lýsingar fyri 10 milliónir
krónur. Tær 10 milliónirnar,
sum
Kringvarpið
selur
lýsingar fyri, áttu heldur at
fari til privatu miðlarnar,
spyrt tú blaðstjóran á Sosial
inum,
Eirik
Lindenskov.
Hann heldur, at ein gongd
leið í fyrstu syftu er, at fíggja
Kringvarpi á annan hátt
enn gjøgnum lýsingar, og í
aðru syftu, at stuðla øðrum
miðlum, sum man ger í
Danmark.
– Í okkara grannalondum
stuðlar tú privatum miðlum
fyri at fáa ein fjølbroytt
an miðlaheim og eitt væl
virkandi fólkaræði. Í Før
oyum fáa privatu miðlarnir
ikki inn í eyga, men skulu
tvørtur ímóti kappast við
almenna miðilin, um lýsarar,
sigur hann.
Danir spræna milliardir í miðlarnar
Marjun Dalsgaard
Radarin, Føroyar í dag, Fimm
arin,
Bismarin,
fiskitáttir
og ungdómssendingar. Vit
minnast nógvar góðar løtur
í útvarpinum og fyri fáum
árum síðani vóru umleið 10
redigeraðar
sendingar
at
hoyra um vikuna.
Í dag eru tær avloystar av
beinleiðis sendingum, sum
ikki krevja eins nógva plan
legging,
avtalur,
klipping
og redigering. Tað verður
framleitt nógv minni í dag,
og hetta er ein trupulleiki,
heldur Jóhann Mortensen,
sum hevur 18 ár á baki í fyrst
útvarpinum millum annað
sum tíðindaleiðari og síðani
sum
leiðslusamskipari
í
Kringvarpinum.
– Tað er eingin ivi um,
at journalistikkurin hevur
fingið bakkast. Nógv stórmál
fara framvið alla tíðina. Eitt
nú flatskatturin, vit gjørdu
onga sending um tað. For
skatting av pensiónum, vit
gjørdu onga sending um
tað. Makrelmálið hava vit
onga sending gjørt um. Vit
fáa trupuleikar við at doku
mentera samtíðina, tí vit
fylla flatuna við beinleiðis
sendingum, sigur Jóhann
Mortensen.
Í 2007 var avgjørt, at lýs
ingarnar í Kringvarpinum
skuldu
niðurlagast,
og
Kringvarpið skuldi fíggjast
á annan hátt, men einki er
hent í so máta, og gjaldið til
Kringvarpið hevur staðið í
stað í fleiri ár.
Eigur ikki vera
lýsingafíggjað
Jóhann Mortensen heldur
ikki, at tað er rætt, at kring
varpið skal verða lýsinga
fíggjað.
– Reint principielt er tað
ikki rætt, at Kringvarpið er
fíggjað av lýsingum. Tað er
fyri tað fyrsta eitt sera sving
andi grundarlag at byggja al
menna public service miðilin
á. Er hákonjunkturur hava
vit nógv at arbeiða við,
og so er bráddliga øgiliga
lítið – hetta er als ikki nøkt
andi, sigur Jóhann Mort
ensen.
Avleiðingarnar
av
svingandi
konjunkturum
eru somuleiðis harðar fyri
privatu miðlarnar og kostaðu
Dimmalætting dýrt.
Tað er heldur ikki rætt
at Kringvarpið skal kappast
við privatar miðlar á lýsinga
økinum,
heldur
Jóhann
Mortensen, men hann dugir
ikki at síggja nakra aðra
loysn, tá pengarnir ikki koma
aðrastaðni frá.
– Kringvarpsgjaldið er
ikki hækkað í fleiri ár, og
tað rætta hevði sjálvandi
verið, at Kringvarpið ikki
kappaðist
við
privatu
miðlarnar og ikki var tengt
at lýsingarinntøkum, men
tá vit ikki fáa pengarnar inn
á annan hátt, noyðast vit at
royna at fáa so nógvar lýsarar
sum gjørligt, sigur hann.
Hann heldur at ein loysn
kundi verið, at landið fíggjaði
raksturin av húsi, bilum og
øðrum, og hyggjaragjaldið
fíggjaði
sendingarnar
og
tíðindaflutningin.
Umframt lýsingar, hevur
Kringvarpið loyvi til at hava
sponsoreraðar
sendingar.
Dømi um hetta eru millum
annað Kyn og Kenslur, Rót
og Rútma, og Vikuskifti.
Journalistikkurin
fingið bakkast
Góðskan er ikki eins góð og fyri nøkrum árum síðani. Beinleiðis
sendingar fylla luftina, tí orka er ikki at gera redigeraðar sendingar,
sigur Jóhann Mortensen, leiðslusamskipari í Kringvarpi Føroya
Eitt vælvirkandi fólkaræði krevur ein fjølbroyttan miðlaheim. Tískil er ein skipan í Danmark, sum tryggjar, at bæði
lokalbløð, fakbløð, internet redaktiónir og lokalar sjónvarpsstøðir fáa peningaliga innspræning umframt tær 3,7
milliardirnar, sum Danmarks Radio fær í miðlagjaldi. Í alt umleið 4,5 milliard krónur fara í donsku miðlarnar árliga
Jóhann Mortensen, leiðslusamskipari í Kringvarpi Føroya