týsdagur 17. juni 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vilmund Jacobsen
Justinus Justinussen hevur í fleiri ár
verið stuðul hjá NSÍ Fótbólti og sum
beiggi Ludvík við Stein, ið er kendur
úr kappróðrarumhvørvinum í Runa
víkarøkinum, hevur áhugin hjá
honum eisini verið fyri kappróðri.
Men,
Justinus
hevur
eisini
áhuga fyri øðrum ítróttargreinum
í økinum, eins og hann um NSÍ
Fótbóltin er í nýggju nevndini,
sum avloysir nevndina í mentanar
húsfelagnum, nú Løkshøll er vorðin
ein virkin partur í mentanarliga
umhvørvinum í Runavík.
– Eg eri ikki í nevndini aftan fyri
NSÍ, men hjálpi til og eri við til at
hjúkla um leikararnar, tá dystir eru
í bestu deildini.
Spennandi og hátíðarligt
Justinus Justinussen fegnast um,
at tað hevur eydnast teimum, ið
standa aftan fyri eystanstevnu,
at leggja eina áhugaverda og fjøl
broytta skrá fyri stevnuna.
– Her er nógv áhugavert, og her
er avgjørt nakað til øll, bæði børn,
ung og tilkomin.
Hann vísir á, at tað altíð er
hátíðarligt og ikki minst spenn
andi, tá FM-kappróður er á eystan
stevnu.
– At NSÍ so eisini spælir dyst í
Effo-deildini, hesaferð móti ÍF, er
ikki minst ein løta, eg gleði meg til,
og eg vænti og vóni, at tað verða
okkara menn, sum hesaferð fara at
draga longra stráið.
Justinus heldur, at NSÍ í seinastu
dystunum hevur víst, at liðið hevur
stabiliserað seg, tó at liðið hevur
verið eitt sindur óheppið, eitt nú
í seinastu dystunum móti HB og
B36.
NSÍ bjørt útlit
– Vit hava nógvar ungar og góðar
leikarar. Tilfeingið er gott, og eg
haldi, at framtíðin hjá okkara besta
liði sær bjørt út. Vit hava ein væl
fyrireikaðan venjara við Trygva
Mortensen, og vit hava eisini ein
dugnaligan
hjálparvenjara
við
Helga L. Petersen. Tey, sum kanska
ivaðust í, um tað nú var rætt at
hava lokalar venjarar, munnu flestu
vera komin á aðrar tankar. Eins og
okkara leikarar, leggja venjararnir
lív og sál í hetta arbeiði.
Hann leggur aftrat, at Effo-liðið
hjá NSÍ er svangt til hvønn dyst, og
soleiðis eigur tað at vera.
– Jú, eg haldi, at hetta er eitt tað
mest spennandi kappingarárið, vit
hava havt, og eg vóni, at vit fara
at liggja á einum triðja ella fjórða
plássi, tá kappingin er lokin, sigur
Justinus Justinussen.
Spennandi fótbóltur og hátíðar-
ligur kappróður á eystanstevnu
– Tað er altíð hátíðarligt og ikki minst spennandi,
tá FM-kappróður er á eystanstevnu. At NSÍ so eisini
spælir dyst í Effo-deildini á stevnuni, er ikki minst ein
løta, eg gleði meg til, sigur Justinus Justinussen
Eystanstevna
2014
– Nógv áhugavert er á skránni fyri
eystanstevnu, og her er avgjørt
nakað til øll, bæði børn, ung og
tilkomin, sigur Justinus Justinussen