týsdagur 17. juni 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. juni 2014 · Nr. 68
16
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Høvuðsdysturin á eystanstevnu í ár
verður leygardagin, tá Effo-liðið hjá
NSÍ tekur ímóti ÍF við Løkin.
Hesi bæði liðini spæla altíð
áhugaverdar og álopssinnaðar dyst
ir sínámillum.
Fyrsti dysturin seinasta kapp
ingarár endaði við einum 3-3 javn
leiki, eftir at NSÍ hevði verið á odda
við trimum málum rímiliga langt út
í seinna hálvleik.
Næsti
dysturin
endaði
við
einum dramatiskum 3-2 sigri til
NSÍ, eftir at Haraldur Højgaard
javnaði fimm minuttir fyri tíð,
og Einar Tróndargjógv tryggjaði
NSÍ sigurin seks minuttir inn í
yvirtíðina við einum brotsparki. ÍF
vann tann seinasta dystin í fjør 3-1
í Fuglafirði.
ÍF vann fyrsta dystin millum
feløgini í ár 2-1, og nú er tíðin kom
in til enn eina spennandi og mál
ríka uppgerð millum eysturoyar
feløgini.
Ungdómsfótbóltur
Annars er skráin hjá NSÍ á trem
ur við fótbólti alt vikuskiftið á
eystanstevnu - frá teimum heilt
smáu til tey tilkomnu. Bæði gentur
og dreingir fara at renna eftir bólt
inum við Løkin á eystanstevnu.
– Vit brúka enn sum áður nógva
orku upp á ungdómsfótbóltin.
Úrslitini tala fyri seg, og er NSÍ við
í absolutta toppinum í føroyskum
ungdómsfótbólti. Hetta sæst eis
ini aftur á besta liðnum, har flestu
profilarnir hava havt sín upp
vøkstur í felagnum. Hetta er ein
leistur, sum felagið altíð hevur
havt, men sum er vorðin uppaftur
sjónligari seinastu trý árini, sigur
NSÍ.
Nógv bíligari rakstur
Eftir kappingarenda í 2011 legði
NSÍ raksturin fullkomiliga um,
soleiðis at kostnaðurin av besta
mansliðnum hjá felagnum minkaði
við meira enn einum helmingi.
– Hetta hevur givið góða javnvág
í roknskapin, soleiðis at felagið er
rímiliga væl fyri í dag. Felagið ætlar
at halda fram við sama leisti næstu
árini. Fundamentið er lagt til eina
trygga og spennandi framtíð fyri øll
talentini, ið renna runt við Løkin.
Felagið vísir á, at Effo-leikararnir
hjá felagnum taka framtíðina hjá
NSÍ í størsta álvara.
– Hetta sæst eisini uttan fyri
vøllin, har tú dagliga kanst møta
Einari, Debes, Per, Jústinus og
Magnusi við vogni spákandi gjøg
num Runavíkina. Vit kunnu sostatt
staðfesta, at framtíðin hjá NSÍ er í
tryggum hondum, sigur NSÍ, sum
bjóðar øllum vælkomnum til fótbólt
við Løkin á eystanstevnu.
Eystanstevna
Vilmund Jacobsen
– Nú eystanstevna verður um
vikuskiftið, kunnu vit gleðast um,
at bert ein mánaði er eftir, til vit
fáa høllina aftur.
Tað sigur Hondbóltsfelagið
Tjaldur, sum vísir á, at nógv er
broytt hetta seinasta árið.
– Vit standa nú á gáttini til
at fáa eina nýumvalda høll, sum
kemur at standa altjóða mát.
Karmarnir koma tískil at vera
betri enn nakrantíð. Hetta ætla
vit í hondbóltsfelagnum Tjaldur
skal koma at gagna hondbóltinum
í økinum. Samstundis er hetta ein
avbjóðing, sum vit við treystivætla
at gagnnýta.
Byggja víðari
Farna kappingarár hevði Tjaldur
tvey gentulið við. Av tí, at høllin
hevur verið stongd allan vetur, var
neyðugt at venja aðrastaðni.
– Her var Nes kommuna sera
vinarlig og læt Tjaldur fáa tímar í
fimleikahøllini á Toftum. Vit siga
Nes kommunu stóra tøkk fyri ta
vælvild, sum varð sýnd okkum.
Hondbóltsfelagið Tjaldur sigur,
at ætlanin hjá felagnum nú er at
byggja víðari á tað, sum varð sett í
gongd fyri 4-5 árum síðan.
– Ætlanin er at byrja frá grund
ini, t.v.s. við børnum 6-8 ár og
upp til og við 16 ára aldur. Vón
andi møta nógv børn og ung, tá
venjingarnar byrjar aftur.
Felagið sigur, at fyri at fáa alt at
bera til, hava tey brúk fyri nógvum
lokalum kreftum, sum vilja hjálpa
til við hondbólti.
– Ikki er neyðugt at duga at
spæla hondbólt, men at duga at
hjálpa teimum, sum koma at hava
høvuðsábyrgdina.
Nevndin í Tjaldur væntar sjálv
andi ikki, at hvørt fólk í komm
ununi skal hjálpa til í felagnum,
men um øll vísa áhuga, hjálpa til,
tá tiltøk eru, gerst alt munandi
lættari.
Fjølbroytt úrval
Lagt verður aftrat, at eitt økið,
sum Runavík/Toftir, eigur at hava
fólkagrundarlag til at hava øll sløg
av ítrótti.
– Vit hava í dag eitt fjølbroytt
úrval av ítrótti, og okkara vón
er sjálvandi, at talið av børnum
og ungum, sum velja at spæla
hondbólt, fer at vaksa.
At enda ynskir Hondbólts
felagið Tjaldur øllum eina góða
eystanstevnu.
Tjaldur á gáttini til nýumvælda høll
– Vit hava eitt fjølbroytt úrval av ítrótti, og okkara vón er, at talið av børnum og ungum,
sum velja at spæla hondbólt, fer at vaksa, sigur Hondbóltsfelagið Tjaldur
Bátar og
kamping
í Runavík
Vilmund Jacobsen
Bátar og kamping er líka sum
vorðið fastur táttur á fleiri
stevnum og festivalum. Soleiðis
verður eisini, nú eystanstevna
verður um vikuskiftið.
Hetta er tó ikki fyrstu ferð,
at báta-og kampingtreff verður
á eystanstevnu. Soleiðis hevur
eisini verið undanfarin ár.
Siglt verður av Saltnesgrynn
uni klokkan 18 fríggjakvøldið og
inn í bátahylin í Runavík, har
lagt verður til bryggju.
Hetta er ein lutfalsliga stutt
ur teinur, og væntandi er, at
bátarnir eru í Runavík í mesta
lagi hálvan tíma eftir, at siglingin
av Saltnesgrynnuni byrjar.
Tilmelding til báta- og kamp
ingpláss á eystanstevnu fer fram
á tlf. 218788.
NSÍ bjóðar øllum
á eystanstevnu
– Vit brúka enn sum áður nógva orku upp á ungdómsfótbóltin, og úrslitini tala fyri seg.
NSÍ við í absolutta toppinum í føroyskum ungdómsfótbólti. Hetta sæst eisini aftur á
besta liðnum, har flestu profilarnir hava havt sín uppvøkstur í felagnum, sigur NSÍ
ÍF vann fyrsta dystin í ár 2-1, og nú er tíðin komin til enn eina spennandi og málríka uppgerð millum feløgini
Mynd: Álvur Haraldsen