Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. juni 2014 · Nr. 68 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið á ymiskan hátt vístu okkum samkenslu og hjálptu til, tá ið Jóannes Poulsen Skúgvi andaðist og varð jarðaður. Jóannes var ógvuliga takksamur fyri ta hjálp, ið hann fekk frá tykkum, ið høvdu heimahjálpina um hendi í Skúgvi. Hann hevði bara gott at bera tykkum. Ikki minst takksamur var hann fyri tíðina, ið hann var á Áargarði á Sandi, og teir seinastu dagarnar, ið hann var á Landssjúkrahúsinum í Havn, har tit so hjartaliga veittu honum alla ta hjálp, ið var møgulig. Takk til tykkum prestarnar, Hera Joensen fyri orðini í kapellinum, og til Jákup Reinert í kirkjuni í Skúgvi. Familjunnar vegna Sjúrður Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Maria Hansen (Mia hjá Jutt) Klaksvík andaðist og varð jarðað. Takk til tykkum á Norðoya Ellis- og Vistarheimið fyri tíðina, hon var hjá tykkum. Takk til talarar bæði í Kapellinum, Betesda og við grøvina. Somuleiðis takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Betesda. Takk tit, sum á einhvønn hátt hjálptu til í sambandi jarðarferðina og ervið. Takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Familjunnar vegna Hannemalla, Juleanna, Olina og Noomi Hjartaliga takka vit øllum ið sýndu samkenslu, tá ið mín kæri Jóannes, okkara kæri pápi, abbi, langabbi, verfaðir, svágur og bróður, so brádliga var tikin frá okkum. Tøkk til Niels Paula Danielsen fyri troystarrík orð í kapellinum á Landssjúkrahúsinum. Tøkk til Pól Johannesen fyri troystarrík orð í kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Tøkk til Hanus á Gørðum fyri vøkur og góð orð í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, og takk fyri spæl og vakran sang frá Leif og Óla. Tøkk til gravara, berarar og líkvognsførara. Tøkk til KFUM og K fyri hjálp við ervinum og til tykkum øll, ið hjálpti til á ymiskan hátt. Tøkk fyri kransar, blómur og gávur til KFUM og K. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu Jóannes til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Jórun Sólfríð, Heidi, Vivian, Eilen og Joan v/ familjum 95 ára føðingardagur Sunnudagin 22. juni verður Gunnar Andreasen, Eiði, 95 ára gamal. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum mintust meg á 85 ára degnum við blómum og uppringingum. Blíðar heilsanir Sanna Skaalum Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymsan hátt vístu okkum samkenslu, tá kæru brøður, svágrar, farbrøður, abbabeiggjar og langabbabeiggjar okkara Hillebert Jóhansen og Ingvald Jóhansen andaðust og vórðu jarðaðir. Tøkk til heimarøktina. Tøkk til Eysturoyar røktar- og ellisheim fyri ta tíð, teir vóru har. Tøkk til tykkum sum vitjaðu teir. Tøkk til tykkum, sum høvdu andaktirnar við kórsetingarnar, bispur, Dánjal Pauli og Hansa. Tøkk til kirkjutænarnar, sangarar, berarar og gravarar. Tøkk til Símun P. Jacobsen prest fyri góð orð í kirkjuni. Tøkk til tykkum, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri gávur til kirkjuhúsið. Tøkk til øll, sum fylgdu teimum til teirra seinasta hvíldarstað. Selma, Kjartan og Óli við familju