Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 18. juni 2014 · Nr. 68 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit takka hjartaliga øllum fyri sýnda samkenslu, og teimum, sum á ymsan hátt hjálptu til, tá elskaði maður mín, pápi, abbi og langabbi okkara Peter Fridtjof Guttesen Tórshavn andaðist og fór til gravar. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til ungdómsarbeiðið hjá B36. Takk til heimarøktarnar og starvsfólk á B6 fyri teirra stóra blíðsemi og góðu røkt. Takk til Rodmund í Liða, Jens Andreasen, Símun í Túni, Jógvan á Bønum og Eivind av Reyni fyri tey vøkru orðini í kapellinum, í Ebenezer og í kirkjugarðinum. Takk til Ebenezerkórið fyri vakra sangin. Takk til øll, ið vóru til so ómetaliga stóra hjálp í sambandi við ervið. Eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum vóru í kapellinum, og til tykkum, sum vóru í Ebenezer og fylgdu Peturi til hansara síðsta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Elin Heri, Jens Christian, Birgir, Bjørg, Elisabeth, Jan og Fía Omma var fødd tann 28. au­ gust í 1911, og nú hon and­ aðist, var hon 102 ára gomul. Hon var klár næstan til tað síðsta. Omma føddist og uppvaks í Nesi í Hvalba. For­ eldur hennara vóru Jóhanna Malena av Sandi og Óli Mikal Berg. Syskini hjá ommu vóru: Jákup, sum sat í fangalegu í Týskland undir krígnum. Hann giftist við Sofíu Debes, og búsettust tey eisini í Nesi Hvalba. Petur giftur við Emely og búði eisini i Nesi. Ingrid giftist við Adolf og búsettust eisini í Nesi. Karla giftist til Danmarkar við Valter. Katrina var lam­in, og búði í Danmark. Sofus giftist við Dianu og bú­sett­ ust tey í Nesi. Omma og abbi, Martin Berg, giftust í 1933 og búðsettust í Nesi í Hvalba. Tey fingu 6 børn - Milson, Jóhanna, Olaf, Ovi, Eilif og Lis. Petrina vaks upp undir sera ólíkari tíð, samanborið við okkara tíð í dag. Tá hon var 3 ára gomul brast fyrri Heimsbardagi á. Og, tá fíggjarkreppan rakti heimin fyrst í 30´inum, var hon 20 ára gomul. Tá seinni heimsbardagi herjaði, var hon um 30 ára gomul. Handan tíðin er nakað, íð vit bert kunnu lesa okkum til í søgubókunum. Omma var eitt sermerkt menniskja. Hon var av tí gamla slagnum. Omma kom á ungum árðum til sína trúgv og vitnaði fyrstu ferð í gamla salinum í Hvalba, sum 15 ára gomul, saman við mammu síni Johannu og beiggja sínum Jákupi. Hetta var í 1926. Góða elskaða omma. Sakn­ urin er ómetaliga stór­ur, nú tú ert farin. Vit elsk­aðu at koma suður til tín hvørja summar­ feriu og aðrar høgtíðir. Har var so væl­signað hjá okkum býarbørnum at koma. Tú hevði telefonstøðina í kjall­ aranum og tá tað bleiv ringt eftir fólki í bygdini, slapp eg at renna við boðum til rætta viðkomandi, tað var nakað heilt serligt fyri meg. Nes var eitt paradís fyri okkum børnini. At spæla á sandinum og eisini at vera við til at hoyggja tað dámdi okkum so væl. Eg minnist at Jákup, ommubeiggin, plagdi at rista hoyggj á okkum og blaka okkum á kilingarnar - stuttligt er at minnast aft­ ur á. Um kvøldarnar savn­ aðust nógv børn í Nesi, við táverandi handilin hjá "Manna" fyri at spæla ymisk spøl. Eitt sum eg minnist sera væl, var at eg skuldi altíð á møti við tær omma. Typiskt var, at eg sovnaði á møtinum. Eg kempaði altið fyri ikki at sovna, men tá eyguni blivu tung, setti eg meg at telja hattar sum konurnar høvdu á høvdinum, nógvir flottir hattar, við ymiskum litum, nálum og sjálvandi fjaðrum eisini. Ju, løturnar vóru ordliga góðar í Hvalba, kundi nevnt nógv ymiskt hvat vit hava uppliva, men eg havi tað í huganum og hugsi oftani um tíðina vit fingu saman. Tey siðstu árini búði tú í Sambýlinum í Hvalba. Eg minnist, hvussu keðiligt tú helt tað vera í fyrstani, tí tú hugsaði altið, um tá vit komu suður og skuldi húsast sjálvi úti í Nesi, uttan teg. Altíð hugsaði tú um okkum. Tú gloymdi ongan. Eisini mintist tú til hvønn einstakan av okkum, tá vit høvdu føðingardag. Tú vart ein av teimum fyrstu búðfólkunum í sambýlinum. Tað var so heimligt at koma inn til tín, og starvsfólkini vóru altið so fitt, blíð og fyrikomandi. Tungt var at síggja, hvussu nógv tú broyttist seinastu tíðina, aðrenn tú fór heim til tín frelsara. Saknurin eftir tær er ómetaliga stórur, tú vart ein fantastisk omma, ein megnar kvinna. Mong eru minnini um teg mín elskaða omma. Tú vart ein góð omma og eitt fantastiskt menniskja. Líka frá vit vórðu fødd, vísti tú altíð tín kærleika til okkum og tókst okkum øll við í tínum bønum til Harran. Signað veri minnið um teg mín elskaða omma. Annvør K. Niclassen Minningarorð um elskaðu ommu mína, Petrinu Berg Jarðarferðin hjá Schwartz Jacobsen verður úr Filadelfia í Gøtu leygardagin 21. juni kl. 13. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum fríggjadagin 20. juni kl. 17. Vegna familjuna Richard, Amaliel og Súni Tøkk Foreldur míni og eg takka hjarta­ liga øllum tykkum, sum gleddu meg á konfirmantiónsdegnum tann 4. mai 2014. Vinarliga Malena Stenholdt Müller Nuuk 90 ára føðingardagur Leygardagin 21. juni fyllir Søren E. Johannes­ sen Toftir 90 ár. Dagurin verður hildin í missiónshús kjallaranum sama dag, frá kl 16 - 20. Øll eru hjartaliga vælkomin. 90 ára føðingardagur Mikudagin 18. juni verður Dania Alberg Taylor, Tórs­havn, ættað av Toftum. 90 ár. Føðingar­dagurin verð­ur hildin á Tjarnagarði í Tórs­havn mikudagin 18. juni frá kl. 17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Hósdagin 19. juni verður Lillj­an Sørensen, Húsavík 80 ár. Føðingardagurin verður hildin í Sólarris. Tey ið ynskja at heilsa uppá, eru vælkomin frá kl. 17.00. 70 ára føðingardagur Leygardagin 21. juni verður Napoleon Vang, Tórshavn, 70 ár. Føðingardagurin verður hildin í Baraldsgøtu 17, frá kl. 11 til 16. Øll eru hjartaliga vælkomin. Føðingardagar