Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-17, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. juni 2014 · Nr. 68 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað eru í hesum umfarinum upp til 7,5 mió. kr. tøkar til gransking og menning á fimm raðfestum økjum, har t.d. epidemiologi og ílegugransking kunnu innganga í hvørt einstakt øki, eins og t.d. menning av nýggjum tilgongdum, skipanum ella tænastum. Stuðul kann veitast til smærri verkætlanir, sam­ starvs verkætlanir, ph.d.verkætlanir og post.doc. verkætlanir innan raðfestu økini. Raðfest øki: (í bókstavraðfylgju) • Heilsa – sum sosialt fyribrigdi, at kanna tey sosialu viðurskifti sum ávirka heilsu og sjúku og hvussu sosialir trupulleikar sum fylgja av sjúku kunnu bøtast. Her kunna samfelagsviðurskifti og ávirkanin á heilsustøðu verða greinað. • Heilsa – sum medisinskt fyribrigdi, at kanna tey medisinsku viðurskifti sum ávirka heilsu og sjúku, td. autoimmunar sjúkur, neuro degenerativar sjúkur og giktasjúkur. • Hjartasjúkur, gransking / kanning av sjúkum í hjarta og blóðrensli, atvoldin til hjartasjúkur, fyribyrging og viðgerð. • Krabbamein, epidemiologiskar kanningar / gransking innan krabbameinsøkið • Sálarfrøðilig heilsa, gransking og kanningar innan sálarsjúku og fyribyrgjandi tiltøk. Miðað verður eftir, at avsetti stuðulin til hetta høvuðs økið skal býtast nøkulunda javnt millum áður­ nevndu raðfestu økir. Vit tilskila okkum rætt til ikki at lata stuðul á øllum økjum og ikki at játta alla tøku upphæddina í hesum umfarinum. Formlig krøv: Sum meginregla verður í mesta lagi latin stuðul til 2/3 av verkætlanini. Í heilt serligum føri kann verða latið upp til 100% í stuðli til granskingar verkætlanir fíggjaðar úr Sjúkrakassagrunninum. Viðfígging frá øðrum gevur fyrimun. Allur játtaður stuðul skal nýtast í Føroyum, undantikið útreiðslur til ferðing, skeið og ráðstevnur. Overhead kann í mesta lagi vera 10% av lønarútreiðslunum. Minsta stuðulsupphædd, sum kann veitast til hvørja verkætlan innan raðfestu økini, er kr. 150.000, og latast kann í mesta lagi kr. 1.500.000. Umsóknir skulu skrivast á skandinaviskum ella enskum máli á serligt oyðublað, ið fæst á gransking.fo à Sjúkrakassagrunnurin. Har liggur eisini kunning um formlig krøv og vegleiðing til umsóknir. Umsóknir skulu sendast við telduposti til gransking@gransking.fo innan 1. september 2014 kl. 12 føroyska tíð. Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar. www.gransking.fo Stuðul til gransking og menning á heilsuøkinum Granskari kann saman við stovni í Føroyum søkja um stuðul til gransking og menning innan raðfest økir, sum kunnu menna heilsu økið í Føroyum Verkætlanir kunnu fevna um, men eru ikki: • Avmarkaðar til: • Upplýsandi átøk • Upplýsandi tilfar • Serlig tiltøk • Ráðstevnur • Kanningarverkætlanir Stuðul verður ikki veittur til: • Vanligan rakstur í felagsskapunum, harundir løn til starvsfólk og tað sum felagsskapurin fæst við í sínum dagliga virksemi • Einstaklingar ella viðgerð, heilivág og hjálpiamboð • Ráðstevnuluttøku, skeið, útbúgving og eftirútbúgving • Uttanlandsferðir hjá bólkum ella einstaklingum • Útgerð so sum lyftir og annað Serligar treytir viðv. kanningarverkætlanum: Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningar verkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsu­ fremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara. Formlig krøv: Latast kann í mesta lagi kr. 150.000 til hvørja verkætlan undir hesi skipanini, kanningarverkætlanir tó millum kr. 50.000 – 400.000. Verkætlanin kann vera 100% fíggjað úr Sjúkrakassagrunni Føroya. Allur játtaður stuðul skal nýtast í Føroyum. Umsóknir skulu skrivast á serligt oyðublað, ið fæst á gransking.fo Sjúkrakassagrunnurin. Umsóknir skulu sendast við telduposti til gransking@ gransking.fo. Tað er eingin føst umsóknarfreist. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær verða móttiknar. Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar. www.gransking.fo Sosialurin 341800 Stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningar­ verkætlanir á heilsu økinum Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum Fuglafjarðar Kommuna Starvsfólk til dagstovnin Kamb Starvsfólk til dagstovnin Kamb í Fuglafjarðar kommunu, at byrja 11. August 2014 Kambur veitir heildags tilboð til tey 6 ára gomlu børnini í Fuglafjarðar kommunu og hevur eitt frítíðarskúla tilboð til 1. og 2. flokks børn úr Fuglafjarðar skúla. Vit bjóða spennandi størv, ið støðugt eru í menning, har tú kanst vera við at mynda og seta tín dám á stovnarnar. Vit sóknast eftir starvs­ fólki, ið megna at styrkja fakliga umhvørvið. Kambur liggur á Kambsdali, í einum náttúru­ ríkum umhvørvi, har ið náttúran natúrliga setur sín dám á gerandisdagin. Vit vænta, at tú: • kanst arbeiða sjálvstøðugt • ert ja­lig/ur • dugir at samstarva • tekur ábyrgd • dugir at seta tær mál • dámar væl at vera úti. • opin fyri broytingum Størvini eru fylgjandi: • Eitt 30 tíma starv ætlað námsfrøðingi at byrja 11. August. • Eitt 25 tíma starv ætlað námsfrøðingi at byrja 11. August. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Lønarstig 11­18 Arbeiðstíð, mánadag til fríggjadag 07.30­17.00. Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í tíðaravmarka starv. Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. juli. 2014 kl. 12. Fuglafjarðar kommuna Ennivegur 38 Fo­530 Fuglafjørður Teldupost: info@fuglafjordur.fo Meira fæst at vita um størvini á Kambi við at venda sær til Bjørghild Arnholdtsdóttir, leiðara, telefon 23 80 92