týsdagur 17. juni 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juni 2014 · Nr. 68
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
H E S A V I K U N A
Niðrandi orð ella tekin Tað er ikki møguligt
at fáa innlit í dómarafrágreiðingina, men tað tykist
rættiliga greitt, at bæði Heðin á Lakjuni og Henry
Heinesen eru útvístir sambært §12, stk. 6, sum ljóðar:
»Nýtur niðrandi, háðandi ella óhóskandi orð ella tekin.«
3
Heðin Stenberg
Hevði nakrar góðar bjargingar og
ruddaði væl burt í deyðbóltsstøðum.
Var prísgivin í trunkaspælinum, ið
førdi til málið.
3
Jónas Stenberg
Var sum vant álopskendur –
serliga í trýstinum ímóti dystarenda.
Í verjupartinum hevði hann gott
tamarhald á Rodrigo Silva, men minni
á Hjalgrími Elttør.
3
Leivur Holm Joensen
Verjuketan var sum heild
frægasta ketan hjá AB, og her átti
Leivur sín lut.
2
Dimitrije Jankovic
Mælskur verjuskansi og var
stinnur í nærdystunum. Var heppin
og slapp undan rennibóltum, har
hann ikki er eins stinnur.
2
Beinir Ellefsen
Fekk vegna ov illa
samanhangandi spæl ikki møguleikan
at koma heilt fram, har hann eitt
nú ger góð innlegg, men gjørdi tað
hampiligt, har hann var.
2
Hørður Mohr
Stríðandi miðvallarin, sum AB
hevur havt tørv á. Sýndi renniorku
sína, men var ein partur av rótuta
spælinum.
2
Bárður Olsen
Var helst tann leikarin, sum
hevði flest bólttap í dystinum. Er
vanliga millum teir mest kreativu,
men hesaferð forðaðu nógvar skeivar
avgerðir hesum.
3
Kári Nielsen
Er ikki kvikur og fyllir ikki nógv í
verjupartinum, men við bólti er hann
tó snúningsdepil á miðvøllinum. Gott
spælskil og býtti spælið skilagott.
2
Dion B. Splidt
Ein av AB-arunum við best
tekniskum førleika. Vísti hetta í
løtum, men kundi tikið ábyrgd og
framt meiri einsamallur.
2
Magnus Egilsson
Skilagóður fótbóltsleikari, sum
ikki reiðiliga fær tað besta fram í
sær á vonginum. Fall í støði og varð
útskiftur.
2
Jóan Símun
Edmundsson
Tók púra beint nógv á sínar egnu
herðar og hevði nógvar atsóknir, men
manglaði tað eina góða sparkið, sum
kundi givið honum miðal.
spælarameting
Pætur Albinus
Tað vóru lið við sama arbeiðs
setningi
undir
ymiskum
umstøðum, sum hittust í
tjúkkum mjørka á Argjum
mánakvøldið.
KÍ
skuldi
royna at halda samband við
tey fremru liðið, ið royna
at halda samband við tey
stóru havnafeløgini, meðan
AB skuldi royna at ogna sær
nøkur umráðandi stig til
botnstríðið.
Liðini manglaðu til dystin
hvønn sín útlending. Hjá KÍ
sat Jonas Flindt Rasmussen
uttanfyri við skaða, meðan
Sorin Anghel hjá AB hevði
leikbann.
Tveir møguleikar
Byrjanin av dystinum var
tam og liðini høvdu hug at
síggja eitt sindur til hvørt
annað. Fyrsti málmøguleikin
uppstóð eftir níggju min
uttum, tá ið Dion Splidt sendi
gott hornaspark innfyri mál
ið, har Hørður Mohr fekk
stútað ímóti málinum. Heðin
á Lakjuni fekk tó ruddað
burt av málstrikuni.
Fimm
minuttir
seinni
var tað KÍ, sum fekk ein
risa
møguleika.
Bárður
Olsen tveitti bóltin burtur í
vandamiklari støðu, og Ivan
Joensen gjørdi skjótt av og
sendi Páll A. Klettskarð at
kalla púra leysan. Hann bíð
aði tó ov leingi og royndin
við vinstra beini varð bjargað
av Heðini Stenberg.
Óneyvt
Fyrri hálvleikur var ser
merktur av óvanliga nógvum
skeivum sendingum. Liðini
skiftust um at finna nýggjar
møguleikar at tveita bóltin
burt upp á, og hetta helt
leingi á.
Ein hevði kenslu av, at
tað liðið, sum var fyrst at
spæla miðal, fór at seta seg á
dystin. Hetta hendi í ein mun
tá ið hálvur tími var leiktur.
Tá fekk AB spælið at hanga
betur saman og legði eitt
lítið trýst á KÍ. Jóan Símun
Edmundsson royndi seg við
langskotum og í einum føri
sendi hann eitt gott innlegg
við handaru stong, har Dion
B. Splidt var júst ov seinur at
fáa sett fótin á.
Hálvleiksstøðan var hósk
andi 0-0.
KÍ omaná
Í hálvleikssteðginum hevur
verið hópin at tosa um hjá
venjarunum, og tað var líkt
til, at KÍ hevði fingið best
greiðu á ein vánaligan fyrra
hálvleik. Serliga innskifti
Ein leitaði og leitaði eftir fótbóltsspæli í tøttum mjørka
á Argjum mánakvøldið, men tað tóktist eins og AB og KÍ
kappaðust um hvør megnaði at gera flestar skeivar sendingar.
KÍ stríddi seg á odda 1-0, men í evstu løtu tryggjaði AB sær
1-1-javnleik við umtalaðum máli, sum KÍ-leikararnir vóru
somikið misnøgdir við, at tað kostaði teimum tvey reyð kort
1 til 6
(0-0) 1-1
0-1: Ndende Adama Guéye, 74.
1-1: Leivur H. Joensen, 93.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
Bárður Olsen: AB fjeppari
1 stig í dag er okey men eftir dystargongdini skuldu vit havt vunni í dag.
So óðansað hvat hendi í endanum skullu KÍ'arnir bara verða hepnir
um hattar stigi teir fingu.
Koyr á AB
Ruðuleiki í
syndarligum
javnleiki
Royndi vinstri bakkurin
hjá KÍ, 36 ára gamli Heðin á
Lakjuni, var eins og hinir á
KÍ-liðnum vónbrotin eftir
dystin. Fyri Heðin fekk
dysturin eisini eitt eftir
spæl, tí hann fekk bein
leiðis reytt kort í rokinum
eftir 1-1-málið.
– Eg østi meg og spurdi
hvat
hjálpardómarin
gjørdi, men eg brúkti ikki
niðrandi orð ella spilti
hann út. Tí skilji eg ikki,
at eg skuldi fáa beinleiðis
reytt kort, sigur Heðin á
Lakjuni, sum er sjónliga
argur og vónbrotin eftir
dystin.
Heðin á Lakjuni stóð
sjálvur á málstrikuni, tá
dømt varð mál til AB.
– Eg dekkaði fremsta
økið og bakki so inn á mál
strikuna. Eg síggi bóltin
og hann er ikki innanfyri.
Bólturin er faktist langt
frá at vera innanfyri, metir
Heðin.
Aftaná
at
dómarin
hevði bríkslað fyri seinastu
ferð, fekk eisini Henry
Heinesen beinleiðis reytt
kort.
albinus@sosialurin.fo
Hvørki mál ella útvísing
Heðin á Lakjuni: