týsdagur 17. juni 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 17. juni 2014 · Nr. 68
ítróttur
fótbóltur
Áskoðarar lótu HM vera
HM eina løtu og syrgdu
fyri, at AB-skýlið var
fylt væl upp. Tjúkt var í
mjørka, men líkindini til
fótbólt vóru tó frálík.
Rokið ímóti dystarenda
kastaði ein skugga yvir
dystin. Serliga atburðurin
hjá einum royndum harra
sum Heðini á Lakjuni var
lítið fyrimyndarligur.
Jonas við at vera har Jonas Flindt Rasmussen,
sum seinastu vikurnar hevur sitið uttanfyri við fipur
skaða, er við at koma fyri seg aftur. Hann venur í
løtuni einsamallur, men verður altso møguliga við
aftur, tá ið KÍ fær vitjan av EB/Streymi sunnudagin.
Hjalgrím Elttør setti ferð á
spælið og byrjaðu teir loks
ins at leggja trýst á AB-verj
una.
Tá ið eitt korter var eftir
at leika bragdaði hjá KÍ. Eftir
eitt hornaspark var trunka
spæl í AB-brotsteiginum, har
Ndende smekkaði bóltin upp
í nettakið til 1-0 til KÍ.
Stutt eftir hetta hevði Páll
A. Klettskarð góðan møgu
leika at økja til 2-0, men skot
ið fór við síðuna av.
So átti AB tørn. Síðstu
løtuna løgdu teir stórt trýst
á KÍ-verjuna og fleiri góðir
málmøguleikar
spurdist
burturúr. M.a. eftir trunka
spæl í brotsteiginum og løtu
seinni ein púra fríur stút
ari til Jóan Símun, sum tó
stútaði mitt á Meinhardt
Joensen í KÍ-málinum.
Rokmikil endi
KÍ hevði úr at gera við at
rudda
bóltin
burtur
úr
egnum málteigi, og í allar
seinastu sekundunum helt
ikki
longur.
Hornaspark
varð sent innfyri málið, har
tað enn einaferð hópaði seg
í sonnum trunkaspæli. Bólt
urin fekk kós ímóti mál
strikuni, har hann hoppar
aftur og fram, nakrir AB-
arar fegnast og halda seg
hava skorað, dómarin veipar
við ørmum sum um tað ikki
er mál, men avgerðina átti
hjálpardómarin, sum – eftir
nærri samrøðu við dómaran,
Ransin N. Djurhuus – velur
at døma mál.
Ilt var at síggja hvørs bólt
urin var inni ella ei, men av
gerðina vóru klaksvíkingar
alt annað enn nøgdir við.
Hetta fekk hjálpardómarin
at hoyra fyri, og mótmælini
vóru somikið harðlig, at
tað kastaði eitt reytt kort
av sær til tann fremsta og
mælskasta, sum var Heðin á
Lakjuni.
Rótuti dysturin endaði við
1-1-javnleiki, men hendingin í
evstu løtu kastaði ein skugga
yvir dystin. Eftir dystarlok
fekk eisini Henry Heinesen
hjá KÍ reytt kort.
Við eina stiginum misti KÍ
møguleikan at fáa veruligt
samband við tey ovaru liðini,
meðan AB tekur betur ímóti
eina stiginum, sum kann vísa
seg at vera umráðandi í botn
stríðnum.
albinus@sosialurin.fo
3
Meinhardt Joensen
Tær atsóknir, sum vóru, komu
tær flestu mitt á hann, og slapp
harvið ikki at royna seg so nógv.
Hevði tó onkra góða bjarging.
2
Johan Jacobsen
Fekk úr at gera og tapti helst
ov nógvar nærdystir og misti ov ofta
bóltin býttisliga.
3
Sørmundur Á. Kalsø
Stýrdi verjuna væl og stúrdi ikki
fyri at taka ein túr frameftir vøllinum.
Ein av teimum frægu.
3
Atli Danielsen
Ein av frægastu leikarunum hjá
KÍ. Stinnur á flest øllum økjum og
útstrálaði ró í verjuni.
2
Heðin á Lakjuni
Var í fyrra hálvleiki alt ov
verjukendur, men batanaði í seinna.
Misti høvdið í rokmikla endanum og
fekk reytt.
2
Álvur F. Christiansen
Lá væl á høgra vongi og fekk
nógv at arbeiða við, men tað
manglaðu fleiri og betri innlegg.
2
Ndende Adama Gueye
Sterkur í luftspælinum og ein
stríðsmaður, men hevði ov nógvar
skeivar sendingar.
2
Ivan Joensen
Sum mittasti maður og
spælbýtari fekk hann ov fáar bóltar
at arbeiða við. Tað, hann gjørdi, var
tó fyri tað mesta skilagott.
1
Rodrigo Silva
At kalla ósjónligur og treivst
eyðsæð illa á høgra vongi. Varð
útskiftur í hálvleikssteðginum.
2
Heðin Klakstein
Rann og rann, men lítið
kom burturúr. Í harða dystinum
um miðvøllin var hann kropsliga
undirlegin, men í bóltspælinum var
hann millum teir frægastu.
2
Páll Klettskarð
Fekk ikki serliga nógv at arbeiða
við, men gjørdi fleiri góðar leingingar.
Misnýtti ein risa møguleika.
3
Hjalgrím Elttør
(innsk. í 46min.) Gav KÍ-liðnum
nýtt hugflog. Var avbjóðandi á
vinstra vongi og átti nøkur góð
innlegg.
spælarameting
Videobrot/myndir: Jóhan Thomsen
AB Heðin Stenberg – Jónas Stenberg,
Leivur Holm Joensen ■, Dimitrije Jankovic,
Beinir Ellefsen – Bárður Olsen (85. Sørin N.
Samuelsen) Kári Nielsen – Magnus Egilsson
(65. Martin Midjord) Hørður M. Mohr, Dion Splidt ■
– Jóan Símun Edmundsson
KÍ Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Atli
Danielsen, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni ■
– Ndende Adama Guéye (78. Gunnar Christiansen)
Ivan Joensen ■, Heðin Klakstein (74. Henry
Heinesen ■) Rodrigo Silva (46. Hjalgrím Elttør)
– Álvur F. Christiansen ■, Páll A. Klettskarð
1 til 6
Kristian Joensen: KÍ fjeppari
Hvat er galið við Regin Egholm og Ransin Djurhuus...
Nr 1 Regin hevur ongan sum helst møguleika at síggja um bólturin
er inni ella ei fyri mjørka. Og heita hasir dómarnir eru nakrar tøzir.
Kann ein leikari ikki siga sína meining longur. Pilla av! Trúði at
dómarastøði var blivi hægri í Føroyum. Men Gud for barmi seg.
Koyr á KÍ
Tað hava ikki verið nógv
fólk, sum við vissu siga
seg
hava
sæð
hvørs
bólturin var innanfyri í
1-1-málinum ella ikki, men
serliga eru tað KÍ-arar,
sum nokta fyri, at hann
var innanfyri.
Ein, sum stígur fram
og sigur, at bólturin var
innanfyri, er Dion B.
Splidt hjá AB.
– Eg standi mótsatt
har, sum bólturin kemur
frá. Faktisk standi eg í
áleið sama vinkli sum
linjuverjin. Og eg síggi tað
sum, at Meinhardt missir
bóltin innum strikuna,
áðrenn hann fer útaftur
við honum. Í fyrsta um
fari var hann ikki innan
fyri, men tá hann missir
bóltin niður, síggi eg hann
innanfyri. Og tað eri eg
ikki í iva um, segði Dion
við Norðlýsið eftir dystin.
albinus@sosialurin.fo
Bólturin var
innanfyri
Dion B. Splidt:
Sí videoupptøkurnar frá
dystinum á www.in.fo