Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. juni 2014 · Nr. 68 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur strongman FSM 2014 verður hesa ferð í Badmintonhøllini Klaksvík. Fyrr í ár hava bæði altjóða »Strongman« kapping og FM í Fitness verið í høvðus­ staðnum. Tí var mett, at tríggjar muskel-kappingar upp sjey í saman stað er ov nógv. Tí var leitað eftir nýggjum stað og í Klaksvík hava tey tikið væl móti kappingini, sum verður leygardagin klokkan 18. Jákup Súni Berg 33 ár 135 kilo Føroya sterkasti maður í 2011 og 2012 Bogi Hammer 37 ár / 193 cm 125 kilo Føroya sterkasti maður í 2013 annar risin Bogi Hammer er føroya sterkasti maður, men hann hevur ongantíð vunnið á Jákup Súna Berg, sum er við aftur eftir drúgvan skaða. – Ongantíð hevur tað verið so tætt og spennandi sum í ár, sigur Bogi Hammer, sum er við fyri seinastu ferð Tróndur Arge – Undir Bryggibakka Veðrið er gott. Sólin kemur undan og nógv fólk hevur leitað sær út á gøturnar kring Voksbotn. Uttanfyri Kaffehúsið hava tveir av føroya sterkastu monnum sett seg. Tað er ikki nakað teir bara sjálvir halda. Teir hava papír upp á, at teir hava vunnið kappingina um at verða sterkastur í Føroyum. Tað er ikki meir enn ermar­nar á t-shirtini hjá Boga og Jákup Súna klára at strekkja seg um risa stóru yvir­armarnar. Annar er verandi vinnari av kapp­ing­ ini, meðan hin er favoritturin, sum vegna skaða ikki kundi verja heitið í fjør. Jákup Súni Berg vann FSM (Føroya Sterkasti Maður) í 2011 og í 2012, men breyt seinni á árinum fótin í lands­dysti móti Danmark. Í 2013 tók Bogi Hammer yvir og vann kappingina. Nú er spurning­urin so, um tað verður Jákup Súni Berg, ið enn eina ferð vinnur á Boga Hammer, ella um tað verður Bogi Hammer, sum endiliga vinnur á Jákup Súna Berg og endar sína tíð sum sterkur maður við gulli. Handklæðið í ringin Fyri 37 ára gamla Boga Hammer, so er talan um sein­ astu kappingina nakrantíð. – Hetta er endin. Hetta er seinasta sprellið frá mínari síðu, so verður handklæðið tveitt í ringin. Eg havi ikki fyri­reikað meg øðrvísi enn van­ligt, men tá eg fór til við­ gerð í vikuni, so hugsaði eg við mær sjálvum, at hetta er seinastu ferð eg skal gera hetta. So nú má eg finna upp á okkurt nýtt. Kanska skjóta leirdúgvur, sigur Bogi við einum brosi. Bogi Hammer hevur sjálv­ ur staðið á odda fyri FSM og øðrum »Strongman« kapp­ inum í Føroyum seinnu árini, men í framtíðini verður tað Jákup Súni, ið kemur at taka yvir. Fyri Boga Hammar verður sjeynda greinin í kappingini tann seinasta nakrantíð. Tá skal hann standa yvirfyri ein­um øðrum luttakar og stríð­ast móti honum. Her er ikki óhugsandi, at tað verður júst Jákup Súni. – Eg vóni bara, at eg eri á odda tá, so verið eg í góðum lag. Eg vóni bara at eg vinni, men satt at siga, so havi eg ongantíð vunnið Jákup Suna í slíkari kapping. Sjálvt um eg eri verandi vinnari, so haldi eg faktist at Jákup Súni er favorittur, sigur Bogi Hammer, sum ikki avskrivar hinar báðar luttakarnar, Bjarna Nielsen og Helga Lamhauge. – Hetta er tættasta kapp­ ingin nakrantíð. Tað eru tríggj­ar ella fýra greinar, har allir kunnu vinna. Tað eru tríggjar greinar, har vit nøkun­lunda vita hvør er sterk­astur, men tá tað eru fýra stig at heinta, so kann blíva ótrúliga spennandi. Tí Favorittarnir, Bogi Hammer og Jákup Suni Berg Mynd: Álvur Haraldsen