hósdagur 19. juni 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. juni 2014 · Nr. 69
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Øssur Winthereig er ein av
teimum royndu journalist
unum, sum hava valt ikki at
vera í einum løntum miðla
starvi. Hann vil heldur ar
beiða fyri seg sjálvan. Ein
orsøk er, at tað eru so vána
ligar umstøður í miðlunum,
at hann snøgt sagt ikki hev
ur áhuga fyri at gera tær
journalistisku uppgávurnar,
sum møguleiki er fyri her.
– Eg kann gott liva við, at
tað er frá hondini í munnin
eina tíð, um eg bara sleppi
at gera okkurt, sum eg haldi
hevur týdning av og á, men
soleiðis eru umstøðurnar
ikki í dag, sigur Øssur
Winthereig.
Hann hevur millum annað
starvast sum tíðindaleiðari í
Kringvarpinum í fleiri ár,
men valdi at gerast sjálv
støðugur fyri nøkrum árum
síðani, eins og fleiri onnur
fólk í fakinum.
– Eg kann telja tey fyrstu
12, sum heldur vilja vera
fyri seg sjálvan, enn at ar
beiða í miðlunum, sum teir
eru fyri í dag. Tað er ikki
attraktivt at arbeiða á einum
journalistiskum
arbeiðs
plássi, um fakliga støðið ikki
er høgt, og tað er tað ikki í
dag, sigur Øssur Winthereig.
Hann heldur, at Kringvarp
Føroya er fyri ógvusligum
ágangi fyri tíðina, men at
ábyrgdin partvíst er teirra egna.
– Ágangurin er øgiligur
beint nú. Eg minnist ikki, at
tað hevur verið so ógvusligt
fyrr. Av tí sama kann eg ilsk
ast inn á, at tey ikki gera
sær betri ómak. Eitt nú, at
endurgeva
eina
kanning,
sum Fólkaflokkurin hevur
keypt og goldið fyri, tá tey
hava fingið at vita, at tey
ikki skulu brúka hana. Tað
er illa gjøgnumhugsað, tí
tað gevur Fólkaflokkinum
høvi at enn einaferð at
finnast at Kringvarpinum.
Faktisk hugsi eg, at hatta var
so óheppi, at spurningurin
er, um ikki tað var dupult
spinn. At man simpulthen
hevur likið kannignina, fyri
at fara eftir teimum aftaná,
og enn einaferð kunna ákæra
Kringvarpið fyri ikki at bera
seg rætt at, sigur Øssur
Winthereig.
Styrk lortið
Hann var sjálvur úti við
rívuni, og ákærdi kringvarpið
fyri at misbrúka hesu somu
kanningina fyri einari viku
síðani, men hetta var av kær
leiga til stovnin, sigur Øssur
Winthereig.
– Eg geri tað, tí eg vil hava
at, tey hugsa seg um, men eg
eri útmerkað greiður yvir,
at jú verri tað stendir til, jú
størri eru sanlíkindini fyri, at
lættar loysnir verða gjørdar,
sum møguliga ikki eru so
væl gjøgnumhugsaðar, sigur
Øssur Winthereig og leggur
aftrat:
– Eg eri møguliga við í tí
kórinum, sum skeldar inn á
Kringvarpið av og á, men eg
eri als ikki í tí kórinum, sum
heldur, at tað skal lukkast. Eg
sigi ikki: lukkað lortið, eg sigi
styrk lortið, for hundan! Men
tað góða við hesum og tann
uppbyggjandi
veruleikin
er, at um vit ynskja at hava
ein sterkan miðlaheim, so
kunnu vit hava tað. Tað snýr
seg um, at ein politisk avgerð
verður tikin um, at vit skulu
hava sterkar miðlar, men
tað er eftir øllum at døma
ikki politisk undirtøka fyri
tí, sigur Øssur Winthereig.
Hann samanber fjølmiðlar
við ítrótt og Søvn Landsins.
– Vit hava tikið eina av
gerð um, at vilja hava Søvn
Landsins, og so gjalda vit
fyri tað. Á sama hátt, hava
politikarar tikið eina avgerð
um, at brúka milliónir upp á
eitt ítróttarstadion. Um okk
ara politikarar ynskja ein
sterkan miðlaheim fyri at
styrka fólkaræði, so kunnu
teir fáa tað, men tað krevst, at
vit eru sinnað gjalda fyri tað
og harvið viðurkenna, at tað
er ikki nøkur góð forrætning
at hava ein miðil í dag. Tí má
tað gerast á annan hátt.
Kringvarpið
alt ov stórt
Tað er ein trupulleiki, at
Kringvarpið er blivið so
stórt í mun til, hvat annars
er av miðlum, heldur Øssur
Winthereig.
– Tað er sera óheppið, at
Kringvarpið er blivið ein
mastodontur
í
føroyska
miðlaheiminum.
Tað
er
ikki, tí tað gongur so gott í
Kringvarpinum, men heldur
av tí, at aðrar redaktiónir
eru horvnar. Tískil myndar
Kringvarpið í alt ov stóran
mun almenna rúmið, sigur
Øsssur Winthereig. Hann
er ikki so órógvaður av, at
størvini eru minkaði so nógv
í tali.
– Miðlaheimurin er við at
broytast, og tað er ikki vist, at
tað er ein hóttan ímóti fólka
ræðinum, men tað er ein
hóttan, at tað journalistiska
umhvørvið er so veikt, sigur
Øssur Winthereig.
Eitt nú manglandi álitið á
fjølmiðlarnar er álvarsamt, og
internetmiðlarnir eiga ein part
av ábyrgdini, heldur hann.
– Tey tíðindini, sum liggja
á netinum, eru so líkagyldig,
at tey stimbra ikki nakað
fólkræði.
Tey
oyðileggja
álitið á miðlarnar, tí tað
smittar yvir á hinar miðl
arnar, at tú alla tíðina sær
tíðindi á netinum, sum ikki
hava nakran týdning. Har
aftrat haldi eg, at tað sum
Sosialurin ger nú, nevniliga,
at koma út tríggjar ferðir um
vikuna, er øgiliga keðiligt, tí
tað viðførir, at eg als ikki
havi nakran tørv á, at lesa
blaðið. Tá eg síggi somu for
síðuna í handlunum triðja
dagin á rað, eru eg so móður
av henni, og tað gevur mær
als ikki kensluna av, at hetta
blaðið kann fortelja mær
nakað nýtt, sigur Øssur
Winthereig.
Trúvirðið burtur
Haraftrat
er
trúðvirðið
hjá
Kringvarpinum,
sum
stovnur,
burtur,
heldur
Øssur Winthereig.
Tað verður skotið við
skørpum
frá
politkarum
og ofta eru tað einstakir
journalistar, sum verða tog
aðir fram í ljósmálan. Sostatt
verður trúðvirðið av einum
innslagið ofta tengt at einum
føroyskir fjølmiðlar
Sterkir
miðlar
eru ein
politisk
avgerð
Um vit ynskja eitt gott og sterkt miðlalandslag, ber tað væl til. Tað er
ein politisk avgerð, sigur Øssur Winthereig, sjálvstøðugur journalistur