hósdagur 19. juni 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 20. juni 2014 · Nr. 69
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ávísum journalisti. Stevn
ingin hjá Jørgeni Niclasen,
har hann dregur einstakar
journalistar í rættin, er við
til at skapa hesa myndina,
og tað eydnast, tí leiðslan í
Kringvarpinum er ov veik.
– Kringvarpið, sum stovn
ur, má hava so mikið av trúð
virði, at fólk vita, Kringvarpið
stendur inni fyri hesum,
ergo er tað í lagið. Men so
leiðis er tað ikki, og tað er
millum annað, tí leiðslan
ikki megnar at lyfta stovnin
upp á tað støði. Eitt nú kundi
stevningin hjá Jørgeni verið
eitt høvi at staðfest, at tað,
sum journalistarnir gera,
sjálvandi er í ordan. Men tað
er als ikki tað, sum hendir.
Tvørturímóti fer stjórin út og
sigur, at hann ánar ikki, um
tað, sum hansara starvsfólk
hava gjørt, er í lagið. Tað ger,
at Kringvarpið, sum stovnur,
ikki hevur nakað trúvirði,
sigur Øssur Winthereig.
Kringvarspgjald
til fleiri miðlar
Eins og mentamálaráðharrin
heldur Øssur Winthereig, at
kringvarpsgjaldið
átti
at
verði eitt miðlagjald, sum
kann býtast millum fleiri
redaktiónir.
– Um vit ynskja ein fjøl
broytt
miðlalandslag,
og
ikki eitt kringvarp, sum er
ein mastodontur, kundi eitt
hugskot verið, at onnur enn
Kringvarpið fáa lut í kring
varpsgjaldinum. Eg havi altíð
hildið, at Kringvarpið skal
hava hetta gjaldið einsamalt,
men eg havi broytt meining
hesum
viðvíkjandi,
sigur
Øssur Winthereig.
– Tað er ikki gott, at Kring
varpið hevur ment seg til ein
mastodont
í
miðlalands
lagnum – tað eigur at vera
kapping, so fleiri søgur verða
gjørdar, og fleiri evnir verða
viðgjørd. Í sambandi við
samanleggingina av ÚF of
SvF var ætlanin nettupp at
varðveita tvær sjálvstøðugar
redaktiónir, tað er í veruleik
anum ein redaktión í dag
og miðlalandslagið er alt ov
einstáttað.
marjun@sosialurin.fo
føroyskir fjølmiðlar
Okkurt má gerast skjótt
– Eg havi leingi vitað, hvønn veg tað bar, tí havi eg arbeitt við
hesum í tvey ár, sigur Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri. Hann vónar,
at hann kann bera eitt lógaruppskot í tingið á ólavsøku, men
samgongan er striltin at arbeiða við, sigur mentamálaráðharrin
Marjun Dalsgaard
Bjørn Kalsø sigur seg ikki
vera í iva um, at okkurt
má gerast skjótt, um ikki
fleiri miðlar skulu doyggja.
Men samgongan er tung
at dansa við, sigur menta
málaráðharrin.
– Hetta er ikki lættasta
øki, at arbeiða við, tí áskoð
arirnar í samgonguni eru
sera ymiskar, sigur hann.
Nýggjastu
tølini
frá
miðlaheiminum,
sum
Sosialurin
hevur
gjørt,
vísa, at annaðhvørt starv í
føroyska miðlaheiminum
er horvið, síðani 2007. 2007
var annars árið, tá breið
politisk semja var um,
at
lýsingarinntøkurnar
í Kringvarpinum skuldu
niðurlagast, og Kringvarpið
skuldi hava annað inntøku
grundarlag.
Síðani er einki hent.
Tvørturímóti eru inntøkur
nar
hjá
Kringvarpinum
lækkaðar, tí kringvarps
gjaldið hevur staðið í stað í
fleiri ár, og almenni miðilin
hevur tískil gjørt enn meira
burturúr at fáa lýsingar.
Harvið er kappingin frá
almenna miðlinum herd á
einum
lýsingamarknaði,
sum er nógv broyttur sein
astu árini. Úrslitið síggja
vit í dag. Dimmalætting er
farin, og privatu miðlarnir
hava truplar tíðir. 25 av
teimum 31 tíðindafólkum,
sum eru horvin seinastu
árini, eru sostatt frá privata
miðlaheiminum.
Kringvarpið
skal vera óheft
Tað besta er, um Kring
varpið er óheft politiskt
og kommersielt. Tí skal tað
hava inntøkur frá kring
varpsgjaldi, og skal helst
ikki á fíggjarlógina, sigur
Bjørn Kalsø. Er Kringvarpið
á fíggjarlógini, kann tað
skjótt henda, at tað verður
politiskt heft, og er inn
tøkugrundarlagið tengt at
lýsingum, er tað somuleiðis
vandi fyri, at miðilin ikki er
objektivur, heldur menta
málaráðharrin.
Hansara loysn hevur
fyrr verið, at frítaka Kring
varpið fyri mvg, men hóast
góða undirtøku frá and
støðuni bar hetta ikki til, tí
samgongan tók ikki undir
við tí.
Hóast
miseydnaðu
royndina, ætlar landstýris
maðurin í mentamálum at
royna enn einaferð.
– Eg vóni, at við at mýkja
lógaruppksotið eitt sindur
ber til at fáa undirtøku
frá landsstýrinum at bera
lógaruppskotið
í
tingið.
Hvørja
fer
ein
borgari
rindar kringvarpsgjald, fara
700 krónir í landskassan.
Fyritøkur fáa mvg’ið aftur
goldið, og fíggjarmálaráð
harrrin hevur fleiri ferðir
gjørt undantøk viðvíkj
andi mvg’num, so eg skilji
ikki, hví tað skal vera so
ringt at fáa undirtøku fyri
hesum, sigur Bjørn Kalsø. Í
Svøríki og Íslandi er kring
varpsgaldið heilt frítikið
fyri mvg, og í Danmark og
Noreg, er mvg á miðlagjald
einans átta prosent.
Kunnu ikki
bíða ov leingi
Mentamálaráðharrin held
ur ikki, at tað er ráðiligt at
bíða alt ov leingi, áðrenn
broytingar vera framdar.
– Tað sigur seg sjálvt,
at tað ikki ber til at bíða
til privatu miðlarnir eru
farnir av knóranum, og um
tað var upp til mín, so var
hetta viðtikið og sett í verk
tann 1. januar 2014, sigur
landstýrismaðurin. Hann
vónar, at broytingar kunnu
setast í verk fyrsta januar
2015, sum kunnu bøta um
støðuna.
– Eg haldi, at tað er av
týdningi, at vit hava eitt
sterkt Kringvarp, men tað
er somuleiðis, at stórum
týdningi, at hava privatar
miðlar, sum kunnu geva
Kringvarpinum
kapping,
og sum kunnu tryggja eitt
fjøltátta
miðlalandslag,
sigur Bjørn Kalsø.
Um hann fær undirtøku
fyri hesum, er ætlanin at
bera ein miðlapakka í løg
tingið á Ólavsøku, sum
merkir, at Kringvarpið fær
3-4 milliónir aftrat við at
frítaka tað fyri mvg. At
Kringvarpið missir loyvið
at selja lýsingar, og tískil
fær 3-4 milliónir minni í
lýsingainntøku.
Haraftrat skulu fleiri
sendingar
framleiðas
uttanfyri Kringvarpið.
Vil varðveita
sjónvarpslýsingar
og kunngerðir
Hóast
færri
lýsingar
í
Kringvarpinum, vil menta
málaráðharrin
varðveita
sjónvarpslýsingar
og
kunngerðir. Tó so, at inn
tøkurnar frá sjónvarps
lýsingunum verða býttar
millum
privatar
miðlar.
Akkurát hvussu hetta skal
gerast, er ikki vist, men tað
verða staðfest nøkur krøv,
sum tíðindadeildir, skulu
liva upp til, fyri at tær skulu
fáa lut í pengunum, sigur
Bjørn Kalsø.
– Eg havi kannað, hvussu
tey gera niðri, og ætlanin
er ikki, at øll møgulig skulu
kunna søkja um pengarnar,
men redaktiónir, sum hava
eina ávísa tyngd, og eina
ávísa
stødd,
skulu
fáa
pengarnar býttar millum
sín, sigur mentamálaráð
harrin.
Ein orsøk til, at sjón
varpslýsingarnar
ikki
skulu takast burtur er, at
lýsingarfyritøkur og films
listafólk fara at missa ein
avtakara,
óttast
menta
málaráðharrin.
Fleiri miðlar skulu
fáa kringvarpsgjald
Fyri at tryggja fjølbroytni
í miðlaheiminum ynskir
m e n ta m á l a r á ð h a r r i n
somuleiðis, at aðrir miðlar
enn Kringvarpið skulu fáa
lut í kringvarpsgjaldinum.
– Tað kann hugsast, at
aðrir miðlar kunnu bjóða
upp á nakrar av public ser
vice uppgávunum, og so
statt fáa ein part av kring
svarpsgjaldinum,
sigur
Bjørn Kalsø.
Í
Danmark
verður
miðlagjaldið býtt millum
Danmarks Radio, regionalu
sjónvarpsrásirnar hjá TV2,
Radio 24/7 umframt nakrar
lokalar útvarpsrásir, bóka
søvn og Filmsinstiuttið.
Útvarpsrásin Radio 24/7 er
ein almen útvarpsrás, sum
var stovnað fyri at skapa
eina mótvekt til Danmarks
Radio, eins og TV2 í nógv ár
fekk miðlagjald við tí fyri
eyga, at styrkja ein kapp
ingarneyta til Danmarks
Radio.
marjun@sosailurin.fo
Tað er óheppið,
at Kringvarpið er
vorðið ein masto-
dontur í føroyska
miðlalandslagnum
Øssur Winthereig
Bjørn Kalsø ætlar at gera eina roynd aftrat at avtaka
mvg'ið á kringvarpsgjaldinum, so almenni miðilin ikki
noyðist at kappast við privatu miðlarnar um lýsingar
Øssur Winthereig,
sjálvstøðugur journalistur
Savnsmynd