hósdagur 19. juni 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. juni 2014 · Nr. 69
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
25. mai fingu Poul Arni Jensen og Anna Maria Árnafjall ein
son. Hann vigaði 3910 gr og var 52 cm langur.
31.mai fingu Anna Rein og Páll Holm Johannesen, Tórs
havn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3860 gr.
5. juni fingu Hjørdis Jansdóttir og Jóhan Petur Sumberg,
Keypmannahavn, eina dóttir. Hon vigaði 3745 gr og var 51
cm long
12. juni fingu Hanna og Jens Michal, eina dóttur. Hon var
50 cm long og vigaði 3350 gr.
Tann 11. juni fingu Rakul Poulsen og Lindi Gardar, Klaksvík,
ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3690 gr.
Føðingar
16. juni fingu Guðrið Müller og Bárður Egholm, Kvívík, ein
son. Hann vigaði 3300 og er 52 cm langur.
Fríggjadagin 6, juni
fingu Birita Jacobsen,
Tórshavn, og Snorri
Magnussen, Tórshavn,
hendan fittan sonin.
Hann vigaði 3490 gr.
og var 54 cm langur.
95 ára føðingardagur
Sunnudagin 22. juni verður Gunnar Andreasen, Eiði, 95 ára
gamal. Dagurin verður hildin saman við børnunum.
Føðingardagar
28 jan. 2014 bleiv Ingibjørg 50
ár, og tann 14 august verður
Páll 70 ár. Í hesum sambandi
halda vit eina veitslu tann
8 august kl 19.00 í ROYN
HØLLINI í Hvalba. Tey, ið
ynskja at halda dagin sam
an við okkum verða vinar
liga biðin um at siga frá á tlf.
745505(Páll),746405 (Ingibjørg)
ella á mail ybbi1964@gmail.
com í seinasta lagi 19. juli.
50 ár føðingardagur
10. juli fyllir Poul Klementsen
50 ár. Dagurin verður hildin
í Ungmannafelagshúsinum
á Sandi leygardagin 12. juli
kl. 19.00. Tey, sum ynskja at
hátíðarhalda dagin saman
við mær, eru vælkomin at
siga frá, innan 1. juli á tlf
361641, 505670.mail klettar@
olivant.fo.
90 ára føðingardagur
Týsdagin 17. juni fylti Betty
Mortensen í Havn 90 ár.
Dagurin verður hildin hjá
dóttrini á Meinhartstrøð 8
leygardagin 21. juni frá kl. 17
til 22, har øll eru vælkomin.
90 ára føðingardagur
Leygardagin 21. juni fyllir
Søren E. Johannessen Toftir
90 ár. Dagurin verður hildin
í missiónshús kjallaranum
sama dag, frá kl 16 - 20. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Prógv
Jóhannes Finnsson Glyvrar
hevur lokið prógv á John
Brown University Arkan
sas (USA) sum Music Educa
tion.
Brúdleyp
Leygardagin 21. juni giftast í
Bellinge kirke Randi Vikkel
søe-Pedersen úr Odense og
Malberg í Hjøllum Hentze úr
Skopun. Adressa: Bregnevej
5.4.3 Dk 5220 Odense SØ
Epilepsifelag Føroya hevði
aðalfund í MBF-húsinum í
Havn í kvøld, mikukvøldið
18. juni.
Randfríð Sørensen, for
kvinna í felagnum, staðfesti
í síni ársfrágreiðing, at virk
semið hevði verið lítið í 2013,
og hetta sást eisini aftur í
roknskapinum, har tølini fyri
bæði útreiðslur og inntøkur
–stuðul frá MBF (Meginfelag
teirra Brekaðu í Føroyum) til
serlig tiltøk – vóru lutfalsliga
smá.
Forkvinnan greiddi frá,
at virksemið í ár hinvegin
verður mundandi meira um
fatandi og tekur dik á seg
í heyst. Millum annað er
felagið aktivt í sambandi við
ein sjóvarpsdokumentar um
epilepsi, sum Kringvarpið
ger, og sum verður sendur í
heyst, og í heyst verður eisini
ein temadagur um epilepsi,
har neurologur úr Danmark
eisini luttekur.
Forkvinnan sjálv, nevndar
limirnir Ása Østerø og Elsa M.
Davidsen, og tiltakslimurin
Ingi Helmsdal stóðu fyri vali,
og tóku tey øll við afturvali
uttan mótvalevni. Nevndin
skipar seg á fyrstkomandi
nevndarfundi.
Undir orðaskiftinum á
aðalfundinum varð skotið
upp, at nevndin skuldi royna
at skipa fyri onkrum savn
andi tiltøkum, har fólk við
epilepsi kundu hittast at
býta royndir og hava sosiala
samveru. Hetta tók nevndin
til eftirtektar, og væntandi
verða onkur tiltøk av hesum
slagnum eisini komandi heyst
og vetur. Hæddarpunktið á
aðalfundinum var, tá 23 ára
gamla Karis í Liða eftir ein
kaffisteðg á ein sera hug
takandi hátt greiddi frá sínum
lívi við epilepsi. Hon fekk
sjúkueyðkenni sum 16 ára
gomul, og fekk diagnosuna
epilepsi sum 17 ára gomul.
Karis í Liða greiddi frá
um at liva við epilepsi
Karis í Liða er 23 ár og
hevur havt epilepsi,
síðani hon var 16, og
serliga tey fyrstu árini
var tað ringt at góðtaka
allar avmarkingarnar
í lívinum, sum sjúkan
hevur við sær. Men tær
hevur hon sættað seg við
nú, við røttum heilivági
er eisini betri tamarhald
á sjúkuni í dag, og heldur
enn forðingar sær hon nú
møguleikar fyri framman
Ongin broyting hendi í nevndarsamansetingini hjá
Epilepsifelagnum. Frá vinstur eru tað Elma Berg Danielsen,
Ása Østerø, Randfríð Sørensen og Mary Johannesen.
Elsa M. Davidsen, nevndarlimur, og tiltakslimirnir
Ingi Helmsdal og Jan Danielsen vanta á myndini.